týsdagur 21. juli 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
38
Ólavsøkan 2015
K
ioskin á Vaglinum – so
leiðis kenna vit hana:
Snotilig og sjáldsom, hvít
og reyð við bláum taki
eins og litirnir í tí føroyska flagg
inum, Merkinum. Ikki nakar stási
ligur bygningur í vavi; men lítillátin
og tó so alfagur í sniði og litum.
Havnin hevði verið fátøk uttan hesa
snotiligu perlu, sum hevur sett sín
dám á umhvørvið har, og tað sigst,
at Kioskin á Vaglinum er helst tann
bygningur í Føroyum, ið er mest
avmyndaður av ferðafólki. Kioskin
var altíð á tremur við frukt, góðgæti,
ávísum og vikubløðum.
Tað var Jacob Danielsen, vanliga
nevndur Jakke – ella bara G – føddur
4. juni 1887, sum við umsókn um
byggiloyvi frá 8.10.1930 tók stig
til at byggja kioskina. Hon læt tó
ikki upp fyrr enn á ólavsøku 1935.
Tekningina til ta upprunaligu lítlu
kioskina átti H.C.W. Tórgarð, meðan
tað var Rasmus hjá Funnings Jóannes
(Thomsen) í Bøgøtu, sum smíðaði
hana inni í stovuni hjá Jens Næss
á Hoydalsvegnum. Síðan varð hon
flutt oman á Vaglið í pørtum og sett
saman. Í 1940 var kioskin útbygd.
Tá var tað Jóhan Ziska sum teknaði
útbyggingina, og tað er soleiðis vit
síggja hana í dag.
Tað var eisini eitt prýði fyri Havn
ina at síggja vakra urtagarðin, sum
lá millum Sparikassan og kioskina.
Hetta er urtagarðurin, sum Trónd
Hansen plantaði. Undir liðini á
kioskini stendur ein reyðbók. Hon er
plantað summarið 1914, tá ið Trónd
Hansen giftist. Dóttirin Mia varð fødd
í november sama árið. Tað var eisini
Jakke, ið passaði henda urtagarðin.
Frá 1934 hevði hann garðin til leigu
frá býráðnum, og hann var tá í tíðini
sera vakur. Jakke fekk heiðursprógv
og kom soleiðis í tvær havabøkur hjá
Dansk Haveselskab 1942-43.
Tá ið Jakke doyði í 1945, var Asta
M. Jacobsen 15 ára gomul, og hon
arvaði kioskina. Asta var yngsta
dóttir Jakke og Jettu. Hon var bara
fáar mánaðir gomul, tá ið mamm
an doyði. Hon vaks upp hjá Djóna,
gubba sínum, og Elisabeth, nevnd
Betta, í Lucas Debesar gøtu. Tey
bæði húsini vóru væl. Síðan var tað
Christian Weihe, sum stóð fyri kiosk
ini tey næstu trý árini, áðrenn Asta
tók við. Christian tók sær í mong ár
av bókhaldinum hjá henni.
Asta giftist í 1955 við Nikláa
Jacobsen, skipara av Glyvrum. Tey
búsettust í Tróndargøtu og fingu tey
Tað var á ólavsøku í 1935, at Kioskin á Vaglinum – kioskin
hjá G – læt upp á fyrsta sinni. Seinastu 70 árini hevur
dóttir hansara, Asta Jacobsen, átt kioskina
Jógvan, Annfinn og Álvur Danielsen
Kioskin
hjá Astu
fyllir 80 ár
á ólavsøku
» Í kioskini á Vaglinum –
eru altíð nýggjheitir úr
Føroyum og útheiminum at
frætta. Føroysk og donsk
bløð, frugt, sjokoláta o.a.«
Jakke í urtagarðinum, sum lá millum sparikassan og kioskina,
Trýkanturin, var eitt satt prýði, sum hann hevði í leigu frá
komununi frá 1934. Myndin er tikin undir krígnum í 1942.