Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 63

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 39 Ólavsøkan 2015 trý børn. Niklái fór í land seinast í fimmtiárunum at hjálpa Astu í kioskini. Tey plagdu at skiftast um at standa har. Eisini høvdu tey skúlanæmingar at hjálpa til um kvøldarnar. Vanliga var opið til kl. 11 á kvøldi. Niklái doyði í 2001, 73 ára gamal. Asta hevur síðani øll árini verið einsamøll um at reka kioskina. Jakke var havnarmaður, sum nevnt vanliga nevndur G. Hann vaks upp á Bakkahellu í Havn. Tað mesta av tíðini hjá mostur sínari, Elisabeth, og sum sigst var tað hon, sum óviljað gav honum eyknevni. Tá ið hon rópti »Jakke!« millum húsini á Bakhellu, hoyrdist best endin á navninum Jakke sum eitt langt G. Soleiðis bleiv hann best kendur við tí navninum. Jakke arvaði annars húsini eftir mostrina og bygdi nýggj sethús á staðnum í 1938, sum hann kallaði »Elisabeths Minde«. Sum ungur arbeiddi Jakke sum »stenhugger« og »jordarbejder« – tað seinna í fleiri ár hjá Sørin Müller. Hann velti m.a. haga upp úr nýggjum til tað, sum vit í dag nevna Müllerstrøð. Eitt skifti var hann nevndar­limur í Havnar Arbeiðs­ manna­felag og kom soleiðis eisini at hava leiklut í Føroya Arbeiðarafelag. Har­umframt var hann ein av stovnar­ unum av »Foreningen Frit Danmark Færøerne« í 1941. Tá Jakke giftist, búsettist hann uppi í Sjúrðargøtu 18. Hann var tvær ferðir giftur, men lagnan vildi tað soleiðis, at báðar konurnar, Hendrikka Poulsen, úr Miðvági og Jetta Jacobsen av Gørðunum í Kalbak, doyðu í barnsburði. Eftir tað kom Anna Mikkelsen úr Víkarbyrgi at halda hús hjá honum. Tey blivu væl og áttu tveir dreingir saman. Børn­ini vóru tilsamans 13 í tali. Jakke Danielsen hevði sukursjúku. 30. januar 1945 varð hann funnin deyður í kioskini, 56 ára gamal. Hann er grivin í Kirkjugarðinum á Svína­ ryggi millum tær báðar konurnar, Hendrikku og Jettu. Um ár 1925 læt Jakke upp »Danielsens Café« uppi í Sjúrðargøtu 18, har hann m.a. lýsti við »opvarmede lokaler«. Og 4. august 1927 viðgerð Løg­tingið, um »Beværterloven« skal verða gald­ andi í Føroyum. Orsøkin er »et Andragende fra Jacob Danielsen, Thors­havn«. Málið fekk góða undir­ tøku, men var árið eftir tikið aftur, eftir at tað hevið verið til hoyring hjá sýslu­monnunum, har allir uttan ein vóru ímóti. Um hetta mundið arbeiddi Jakke harumframt sum arbeiðsmaður hjá kommununi. At velta haga upp úr nýggjum var enn nakað Jakke tókst við, tí í 1928 veitir Løgtingið honum styrk úr »Hansenske Legat« á 50 kr. Tað sæst í skjølum hjá kommun­ uni, at tvær umsøknir um kioskloyvi eru frá somu tíð í 1930. Umsóknirnar eru frá Jakke Danielsen og Malvinu Arge (hjá Bil Óla) sum var tann fyrri at seta kioskina upp við Eystaruvág í 1933. Kommunan gav hinvegin Jakke loyvi at seta sína kiosk á Vaglinum móti árligum leigugjaldi á 50 kr. Tó treytir fylgdu við frá kommununi: Jakke skuldi halda urtagarðin, Trý­ kantin, í vøkrum standi, so hann kundi verða til prýðis fyri býin. Í hes­ um sambandi yvurtók Jakke í apríl 1934 eina leiguavtalu hjá kommun­ uni við Poul í Geil og Petur Alberg, keypmann móti at gjalda tvær ferði 2,50 kr. Jakke var íðin at lýsa í bløðunum, um hvat kioskin kundi bjóða við­ skifta­fólki. Dømi um lýsing sæst í Dimma­lætting 30. mai 1936: »Í kioskini á Vaglinum – eru altíð nýggjheitir úr Føroyum og út­heim­ inum at frætta. Føroysk og donsk bløð, frugt, sjokoláta o.a. Havin við kioskina verður opin vissar tíðir á degnum, har folk frá hava­beinkjunum kunnu njóta nátturu­vakurleikan. Mjólk kann keyp­ast í búðini«. So marknaðarføringin hjá Jakke man hava verið á góðari leið. Eisini seldi kioskin biografbilettir hjá Havnar Bio í nógv ár, og undir seinna kríggi lýsir hann við, at donsku bløð­ ini hjá »Free Danes« í London verða seld í kioskini. Her kunnu vit skoyta uppí, at í 1943 varð »Strúkijarnið« bygt sum lagur­bygningur. Tað eru tey tríhyrntu hús­ini yvir av »Elisabeths Minde« á Bakka­hellu. Aftast tv. stendur Josta, húshjálpin Anna situr við Álvi, og Maja tv. Framman fyri stendur Lissy, við síðurnar av Jakke. Eilert uttast til høgru. Myndin er tikin í havanum í 1937. Ca. 1932: Jakke Danielsen og Anna Mikkelsen, húshjálpin. Tey standa frammanfyri húsini hjá Jakke Danielsen í Sjúrðargøtu 18, har hann hevði Kafé í kjallaranum – eitt skeltið hongur yvir hurðini, sum vísir á hetta. Húsini seldi hann í 1938. Kioskin á Vaglinum lat upp í 1935. Hon stendur á pelum. Frá vinstru Josta, Eilert og Lissy. Aftanfyri stendur Jakke Danielsen, vanliga nevndur "G" við Álvi, føddur 6. mai 1934, í fanginunum. hann doyði 31. januar 1954, bert 19 ára gamal av nýrasvikt. Myndin er frá 1936-37.