týsdagur 21. juli 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
42
Ólavsøkan 2015
So fært tú møguleikan at fáa alt
tað við, sum tú ynskir tær. Tiltakið
við frásøgumanninum á bryggjuni
er nýtt, og fyrsti frásøgumaður
verður Sjúrður Skaale.
Ólavsøkuróðurin er vorðin stórt
og fjølbroytt tiltak, og tað sker altíð
okkurt á vágni og bryggjuni. Við
frásøgumanni verður tiltakið betur
skipað, og tú kanst fáa eina betri
uppliving av heildini. Tað er ynskið
hjá Áhugafelagnum ólavsøkuróðri.
Mikrofonin á bryggjuni er eisini
praktisk í aðra máta, tí hon leiðir
skjótt foreldur og burturblivin
børn samanaftur, og finnur tú
eina burturmista brossju ella annað
virðismikið, sum onkur hevur mist,
so hjálpir frásøgumaðurin tær at
finna eigarmannin aftur við at
bera boðini ígjøgnum hátalararnar.
Soleiðis verður tað ein heppin
tænasta fyri øll.
Og ólavsøka er, so kanska fáa
vit eina góða ella tvær frá Sjúrði
– hann kann nokk ikki bara sær.
Frásøgumaðurin er ið hvussu
er ein góð orsøk afturat at fara til
ólavsøkuróður.
Sjúrður Skaale verður fyrsti
frásøgumaður á bryggjuni
til ólavsøkuróðurin.
Ó
lavsøkuróðurin er í hond
um, og við honum røkkur
tjóðarítróttur okkara
sínum hæddarpunkti.
Ein seinasti róður, áðrenn ungdómar
og tilkomin leggja árarnar inn og seta
bátarnar í neystini aftur at hvíla
borðini fyri veturin.
Og nú vit eru við hin føroyska ára
bátin. Ásannandi, at hann eigur ein
so umráðandi part í okkara tjóðar
bygging, hevði tað sømt seg, um
Havnin sum fyrsti staður gav honum
eitt virðiligt pláss í býarmyndini. Ikki
eitt støvmuseum, men eitt livandi
bátahús – ein bátaportal – ið skal
vera vegurin hjá borgarunum inn til
henda týðandi part av søgu okkara.
Liggjandi við hugnaliga umhvørv
ið við Eystaru vág ella Vestaru vág
hevði portalurin átt sítt sjálvsagda
pláss. Hugsandi kann hann vera í
tveimum ella trimum hæddum. Á
miðhædd og lofti skulu vera skiftandi
framsýningar og upplivingar, í teirri
niðastu skal vera eitt aktivt neyst,
sum skapar lív og gevur kontakt við
sjógvin. Eitt róðrarfelag kundi verið
ein møguleiki.
Øll fáa vit gleði av portalinum.
Við savninum uppiá kunnu ferðafólk,
barnagarðar, skúlaflokkar, eldrasam
býli og borgarar allir uppliva hin før
oyska árabátin gjøgnum tíðirnar við
frásagnum, myndum og rættiligum
bátasmíði, har vit síggja og sansa
okkara tjóðarhandverk. Tí her skal
ikki savnast, her skal skapast!
Í neystinum niðriundir kann ein
uppliva dagsins árabátar í verki, og
við eini lítlari lending uttanfyri vera
umstøður at bjóða børnum, ferðafólki
og gestum annars róðrarupplivingar,
har tey fáa kontakt við sjógvin.
Tað er alt hetta, sum skapar báta
portalin og ger hann til eina livandi
eind. Her hoyrast søgur frá aldrandi
monnum, her glinta hamrar um
angandi við, her forvitnast børn og
vaksin, og her ressast gamlir abbar.
Vit føla ta mentan, sum skapti
Føroyar.
Hugskotið fremur eisini tey ynski,
ið hava verið frammi í politisku
skipanini um at varðveita føroyska
bátin og føroyskt bátasmíð, og tað
møtir fleiri av teim tilmælum, sum
vórðu sett fram í álitinum um at
skapa føroyskum bátasmíði livilík
indi. Álitið varð latið Føroya lands
stýri í 2012.
Hugsandi er, at Tórshavnar býráð
ella landið stendur fyri portalinum og
leigar ella keypir einhvønn bygning,
sum hóskar til endamálið. Viðkom
andi myndugleikar og áhugafeløg
standa síðan fyri teim tilboðum og
upplivingum, sum portalurin skal
bjóða. Niðriundir er neystið ein
natúrligur partur av portalinum, og
bátarnir kunnu sýnast fram og lata
upp fyri møguleikum at flota hjá
børnum og ferðafólki undir skipað
um viðurskiftum.
Góða ólavsøku.
Tú sært tað fyri tær. Tit í føroyskum
klæðum, snollað snýð, lítla smílandi
í vogninum og so á rull við familjuni
oman til ólavsøkuróðurin. Oman at
vísa seg fram eitt sindur.
Tú gloymdi bara, at bryggjan er
eingin autobahn fyri barnavognar.
Her er tjúkt av fittum fólki, og skjótt
følir tú tað, sum tú fert trýstandi við
einum uppsteðgaðum plenukippara
gjøgnum mannamúgvuna. Irrita
tiónin veksur, frisuran fer sín vey,
og lítla lippar og vil úr – so nú skal
trillast og leiðast í senn.
Men nú bjargar ólavsøkuróðurin
idyllinum, tí í barnalandinum
Homlulandi er ókeypis barnavogna
parkering allan róðurin. Her kunnu
tit trygt seta vognin frá tykkum, so
at tit sleppa smidliga og smílandi
ígjøgnum mannamúgvuna. Tá ið
liðugt er, heinta tit vognin aftur og
trilla víðari.
Homluland er á bryggjuni sunnan
fyri Havnarskrivstovuna, beint við
málbilin.
– eitt hugskot um ein livandi bátaportal
Her glinta hamrar
um angandi við
Betri hjá teimum
við barnavogni
at fara til
ólavsøkuróður
Sjúrður Skaale
verður frásøgumaður
á bryggjuni til
ólavsøkuróðurin
Tá ið tú kemur til ólavsøkuróður í ár og framyvir, fer frásøgu
maður at bjóða tær vælkomnum í hátalarunum og fer leypandi at
kunna teg og hinar gestirnar um skránna og tað, sum hendir
Við einum bátaportali kunnu vit
føla ta mentan, sum skapti Føroyar.
(Mynd: Heinesen Myndir)