týsdagur 21. juli 2015síða 67
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
43
Ólavsøkan 2015
Her sært tú tann altíð spennandi
startin við egnum eygum og kanst
fylgja bardaganum millum bátar
nar inn á molan, og áðrenn tú hev
ur vent tær, koma teir grøvandi
fram við tær beint uttanfyri. Tað
er ein biografur, sum vil nakað!
Kikkholið er eisini funnin fress
ur, um tað fer at regna, tí so kunnu
vit øll njóta kappróðurin turrskødd.
Fakta um Kikkholið
Hvar: Í pakkhúsinum
hjá Faroe Ship á molanum
Nær: Meðan kappróðurin er
Kostnaður: Ókeypis
Ólavsøkuróðurin skal savna familjuna á ólavsøku
Homluland – har
børnini spæla sum fyrr
Kikkholið –
ólavsøkuróðurin
á stórskíggja
Kikkholið bjóðar tær ólavsøkuróðurin á stórskíggja.
Tú finnur tað í pakkhúsinum hjá Faroe Ship á molanum
T
í hevur Áhugafelagið ólav
søkuróður skapt Homlu
land, sum er eitt 1000
fermetra stórt, ókeypis
barnaland á bryggjuni við Havnar
skrivstovuna, beint við har bátarnir
koma á mál.
Homluland er
ókeypis og lærandi
Í Homlulandi spæla børnini sum í
gamlar dagar og sleppa at fordjúpa
seg. Tey læra at bregda, tey perla,
klattra, hoppa band, lakka paradís,
ganga á stúltum, krita, blása sápu
bløðrur og annað mangt.
Í Homlulandi eru eisini kapp
róðrarbátar til børnini at rógva í, og
nøvn standa á lutunum í einum av
bátunum, so at børn og vaksin kunnu
læra seg saman. Júst sum í føroyska
bátinum er eingin elektronikkur í
Homlulandi. Einans rátt tilfar, hug
flog og handakraft.
Kristian Blak og spæli
menninir hava barnakonsert
frá kl. 15 til 17
Í Homlulandi sleppa børnini eisini
at syngja og lurta eftir tónleiki, og
frá kl. 15 til 17 fara eingir aðrir enn
spælimenninir við Kristiani Blak at
hava konsert fyri børnunum. Sjálv
andi við akustiskum ljóðførum sum
klaveri, floytum og fiólum, tí spæli
menninir halda seg til stílin í Homlu
landi. Einki lekstet!
Øll børnini fáa gullmedalju
Í Homlulandi sleppa øll børnini at
gera sína egnu gullmedalju at hava
um hálsin. So eru øll við, og ein
snildur hjávinningur við medaljuni
er eisini, at missa foreldrini barnið
burtur í fjøldini, er skjótt at finna
tað aftur, tí á medaljuna verða navn
barnsins og eitt telefonnummar
skrivað, so lætt er at føra barn og
foreldur samanaftur. Á bryggjuni
verður eisini frásøgumaður, sum
kann rópa navnið á barninum upp,
um so er.
Ókeypis
barnavognaparkering
Homluland hevur eisini barna
vognaparkering, so at foreldur
kunnu seta vognin frá sær á trygg
um stað, um tey hava hug at koma
smidligari fram á bryggjuni. Sum alt
annað í Homlulandi er barnavogna
parkeringin ókeypis.
Fakta um Homluland
Hvar: Sunnan fyri
havnarskrivstovuna
Nær: 28. juli kl. 13.00-17.30
Kostnaður: Alt er ókeypis
Aldursmark: Einki
Kikkholið er í pakkhúsinum hjá Faroe Ship á molanum. Eitt skelti, meinlíkt myndini, vísir vegin