týsdagur 21. juli 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
44
Ólavsøkan 2015
Tað verður ein sera spenn
andi ólavsøkuróður í ár
Kappróðurin í ár verður óvanliga
spennandi, tí vit fara at uppliva
ikki færri enn tríggjar FM-finalur,
har tað stendur á jøvnum millum
tveir bátar. Tá sigur reglan, at tann
báturin verður føroyameistara
heitið, sum er fremri á ólavsøku.
Hetta er støðan hjá fimmmanna
førum við dreingjum, har avgerðin
stendur ímillum Frúnna úr Miðvági
og Sílið úr Havn. Hetta er eisini
galdandi hjá áttamannaførum,
har Heiðabáturin av Glyvrum skal
takast við Argjabátin, og soleiðis
er eisini hjá tíggjumannaførunum,
har Klaksvíkingur skal royna seg
ímóti Drekanum Reyða av Argjum.
Tveir føroyameistarar eru longu
funnir, og tveir eru rímiliga tryggir.
Talan er um fimmmannaførini
Firvald av Tvøroyri við gentum og
Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði við
kvinnum, og um seksmannaførini
Tvørabátin við monnum og
Jarnbard úr Havn við kvinnum.
Nógv tiltøk á bryggjuni
Tað var í fjør, at róðrarfeløgini í
høvuðsstaðnum gingu saman um
ólavsøkuna og stovnaðu Áhuga
felagið ólavsøkuróður. Samstarvið
hevur gingið væl og hevur skapt
nýggj tilboð. Vit hava millum
annað fingið barnalandið Homlu
land, og sølubúðir eru farnar at
selja mat og drekka.
Í ár verður eisini okkurt nýtt.
Ein frásøgumaður fer at siga frá tí,
sum hendir á bryggjuni, og vit fáa
eina rættiliga dundurtalu í sam
bandi við steypahandanina.
Annars fara vit at royna savna
okkum um tað, sum longu er
skapt. Homluland verður aftur
til børnini í ár, Kristian Blak
og spælimenninir fara at hava
barnakonsert, sølubúðirnar fara
at hugna um fólkið, stórskíggi fer
at vísa kappróðurin, ódnartøk fara
at skapa rok í á vágni, umframt alt
annað, sum tú og tíni kunnu upp
liva. Tí ólavsøkuróðurin er nevni
liga mentan og spenningur fyri alla
familjuna.
Vælkomin av bygd og úr bý,
Áhugafelagið ólavsøkuróður
R
útmiskt áralag, borð, ið
lyftast eitt sindur fyri hvørt
takið, og reinur kjalar
vørrur eftir væl sneiddar
bátar. Rennandi stavnar, hvør eftir
øðrum – rykkja seg fram og skifta
um leiðslu. Onkur dregur frá, annar
dragnar, munurin er eitt andarhald
í spreingjandi róðri. Røðir av ung
fólki draga árar í synkronum stevi
– sum klokkuverk ella stempul í
vælsmurdum maskinum. Styrki og
treysti, kappingarhugur – hugmóð og
treiskni – alt, ið eyðkennir ungdóms
lyndið, savnað í sameindum átaki: at
koma fyrstur á mál.
Føroyski tjóðarítrótturin, kapp
róður, er ein føgur, næstan fagur
listarlig sjón. Meðan altjóða kapp
róður eftirhondini hevur ment seg til
eina kapping millum standardiseraði
før, sum bara við einum góðum vilja
minna um bátar, hevur føroyski
kappróðurin hildið seg til siðbundna,
føroyska bátin.
Og vakur er hann, báturin.
Ikoniska sniðið, sum afturi í jarnøld
kom í hæddina við alsamt størri
førum – og gjørdist fortreytin fyri
líka so ikonisku víkingatíðini, er
skapt til havróður og sigling. Løtt
og liðilig før, ið bæði kundu sigla
við segli og árum, undan og ímóti,
skáksigla og annars kvikliga flyta
fólk og farm á havinum. Hendan
sniðgevingin skapti fortreytir fyri
víðkaða, norrøna sjónarringin, fyri
handilssambandi og víkingaferðum í
evropiska heiminum – og, ikki minst,
ferðir og flyting vestur í hav.
Øldirnar komu og fóru – og her
heima hjá okkum bøtti ættarlið um
snið og skap, frá upprunaliga víkinga
bátinum til tann føroyska bátin, vit
kenna í dag. Ein sera vakur bátur,
lættur og skjótur, tillagaður havróðri,
svikalig sund og illa atkomandi lend
ing. Hóast borðini eru tynri enn á
bátum aðrastaðnis, er hann sterkari
og smidligari enn bátasløg flest. Tað
var umráðandi, at báturin kundi flot
ast og dragast í skundi, ofta í illum
sjógvi og uppgangi.
Men snið og vekt hevði eisini
aðrar orsøkir. Umframt at vera sjó
góður, skuldi báturin eisini vera
skjótur. Føroyingar høvdu ikki sama
fyrimun sum í grannalondunum,
har heimafiskiskapur oftast gekk
fyri seg á djúpum fjarðum. Okkara
forfedrar noyddust út á opið hav eftir
fiskinum. Tí galt um at hava bátar,
ið vóru lættir at rógva út á fiskileið
og gjøgnum streymasjógv. Útróður
var dagsverk, og skjótur róður gav
meira tíð við snørinum. Harafturat
var eisini umráðandi at kunna rógva
skjótt heim, um óveður reis úr havs
brúnni.
Korini vóru kørg hjá okkara for
fedrum, og lív og vælferð lá í kjøl
inum. Báturin hevur altíð verið
álitið, til útróður og grindarakstur,
til fólka- og farmaflutning, handils-
og neyðsynjarørindi – alt, ið kravdist
til lívsins uppihald.
So tá ungfólk sessast við árarnar
til kappróður á ólavsøku og summar
stevnum annars, er tað meira enn
bara kapping. Tað er hámarkið av
aldargamlari mentan – ein leivd úr
farnari siðvenju, sum ímerkti okkum
sum tjóðbólk. Í hvørjum árataki ligg
ur endurljóð frá skjótum, tigandi
róðri, eftir lækna ella ljósmóður í ódn
sum í logn. Gleðin og vónin í grinda
róðri – óttin á ferð undan myrknandi
skýggjum – fragdin í kappróðri heim
av ríkum grunnum.
Kappróður er snøgt sagt ein mun
andi partur av føroyska samleik
anum, og tað er tí sera hóskandi, at
kappingarhámarkið stendur á okkara
tjóðarhátíð.
Góða ólavsøku!
Ódnartak er nakað nýtt og spesielt
á ólavsøkuróðrinum. Ein stuttlig
krúlla, ein festlig sloyfa, ein fólkslig
finala – kalla tað, hvat tú vilt, men
tað riggar sera væl!
Í ódnartaki starta bátarnir tætt
inni undir bryggjuni, beint undir
stóru mannamongdini, og spreingja
so útfrá í einum ordiligum mann
fólkastarti. Tað er stutt og intenst,
og ert tú heppin at vera har, so upp
livir tú rokið og spenningin frá fyrstu
parkett og sært pulsin banka í æðr
unum á monnum. Bátarnir rógva
bara góðar 100 metrar, so alt kann
henda.
Ódnartak varð fyrstu ferð fyri
skipað til ólavsøkuróðurin í fjør.
Tá vunnu vestmenningar. Verða
tað nólsoyingar í ár? Fara klaks
víkingar at vísa, hvar Dávur
keypti ølið? Gera argjamenn bart?
Skulu vit síggja ræðandi styrkina
hjá havnarmonnum? Ella meld
ar onkur dark horse til og hapsar
heiðurin framman fyri nasunum á
øllum hinum? Tað kann væl vera,
tí eingin sigur, at tað bara skulu
vera manningarnar á tíggjumanna
førunum, sum skulu rógva. Allar
manningar kunnu bjóða av, og neyð
ugt er ikki at melda til. Ein møtir bara
upp.
Eitt er púra vist. Tað verður eitt
øgiligt rok, og tú fært eina fína
uppliving.
Fakta um ódnartak:
Hvar: Við atløguplássið
hjá Norrønu
Nær: Stutt eftir
tíggjumannafarsróðurin
Kostnaður: Ókeypis
Hugleiðingar um tann føroyska
bátin eftir Anker Eli Petersen
Rútmiskt
áralag
Ódnartak – ein
mannfólkabrestur
Vælkomin til
ólavsøkuróðurin
Ólavsøkuróðurin er fyri stavn, og Áhugafelagið
ólavsøkuróður gleðir seg til at bjóða tær og hinum
gestunum vælkomnum til ársins róður