Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-21, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2015síða 69

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 45 Ólavsøkan 2015 Summir menn fáa hæddarskrekk, bara teir hyggja niður í ein kaffi­ kopp. Aðrir skulu bæði hava rós og sós frá konuni, um teir hoppa út av tríggja metra vippuni í svimji­hyl­ inum. Og viðgangið tað bara – teir flestu av okkum hoyra til henda bólkin. Vit ræðast hæddir og leypa ikki, uttan at konan ella ein onnur deilig dama stendur og beundrar okkum. Til ólavsøkuróðurin fara vit at síggja heilt aðrar menn. Beint eftir tíggju­mannafarsróðurin bakk­ar tann stóri stigabrandbilurin nevn­ iliga inn á kaiina, og so fara djarvir og kimiligur fimleikarar heilt upp í stigan og leypa himmalhøgt nið­ur á sjógv, beint framman fyri áskoð­ arunum. Hæddin er 25 til 30 metrar – tíggju ferðir hægri enn vippan í svimji­hylinum, sum vit vanligu menn ganga runt og halda er verd eina heiðursmedalju + fleskasteik. Men slík útlop eru ikki gamans­ leikur, og tey krevja nógva venjing. Fyrst og fremst eru tað drúgvu royndirnar frá fimleikinum, sum gera menninar førar fyri at gera útlopini. Springið varð fyrstu ferð roynt til ólavsøkuróðurin í fjør. Tá varð tað lagt beint eftir barnaróðurin fyri at royna tað. Tað gekk væl, og hesa ferð verður tað so lagt beint eftir tíggjumannafarsróðurin, tá ið menn­inir standa klárir til at geva fjøld­ini eina hugtakandi uppliving. Fakta um Springið Nær: Beint eftir tíggjumannafarsróðurin Hvar: Beint við, har Norrøna leggur at Kostnaður: Ókeypis – ein søga úr søguskríninum hjá Ólavsøkuróðrinum Kvívíkskempur og víkarknektar Tá verður ikki tigandismessa Springið – Tobbi heldur steypa­- røðuna á ólavsøkuróðrinum kontrolleraður ørskapur á ólavsøkuróðrinum F yrst í 1970’unum gjørdi átta­mannafarið Víkabáturin nógv um seg, og okkurt árið vann hann allar stevnurnar. Soleiðis var í 1972, tá ið tann ljósa­ grøni úr Vík støvsugaði allar Føroyar fyri gull og ikki varð skalaður av nøkrum. Á ólavsøku hetta árið sluppu teir tó ikki so lætt, tí tá høvdu nakrir sterkir kvívíkingar fingið nokk av teim­um ungu víkarknektunum og vildu teimum ann. Tað bleiv ein minn­iligur róður, har Kvívíkingur gav Víka­bát­inum ein skarpan gang heilt inn á málstrikuna. Tá ið tíðini varð róð frá Argja­ land­inum og niðan ímóti Skansanum, og har stóð tjúkt av fólki og eygleiddi róðurin. Víkarfólk vóru komin mann­ sterk at fylgja sínum monnum, men tey blivu sum sligin á nevið, tá ið róðurin byrjaði. Tí hóast tann ljósa­ grøni hevði blást alla mótstøðu burtur higartil, so fekk hann ein heilt út av lagi vánaligan start og lá heilt afturi á halanum og speilaði egg, langt aftan fyri Kvívíking, sum ordiliga hevði lagt árar í sjógv og nú kom froðandi sum ein kongur inneftir, á odda fyri øllum feltinum. Inni á Skansanum stóðu kvívík­ ing­ar og hálsfevndust og smíltust argandi upp á víkarmenn. Tað sá hvør kleyv, at hetta fóru teir at vinna, og tann, sum pástóð annað, hevði ikki forstand upp á kappróður. Og tað vóru heldur ikki hissini menn, sum sótu við árarnar á Kvívíkingi. Knektar­nir úr Vík kundu sitið í fanginum á teimum, og aftan fyri breiðu bringurnar arbeiddu hjørtuni heitt og hart fyri sigrinum. Tað skuldu harðir kroppar til at taka kví­ víkingar henda dagin. Men knektarnir úr Vík høvdu ikki vunnið undanfarnu róðrarnar av ongum, og tað, sum teir ikki høvdu í rástyrki, tað høvdu teir í orku og áralagi, tí teir róðu nevniliga heilt eina­standandi væl. Tá ið málið var hálv­rógvið, fóru teir at ota seg stútt og støð­ugt inn á hinar bátarnar, og tá ið 200 metrar vóru eftir, stungu víkar­ dreingir stavnin fram um Kvívíking. Á Skansanum vóru víkarfólk upp eftir øðrum enda, og Niels Juel Arge, sum útvarpaði henda dagin, var um at springa úr ulpuni av spenningi. Við heitu røddini málaði hann løtuna so ljóslivandi, at bátarnir róðu við fullari kraft inni í stovunum hjá fólki. Men nú svaraðu kvívíkingar aftur. Beint áðrenn endaspurtin settu teir púra óvæntað trumfin á, og við nøkrum ódnartøkum fingu teir otað seg ein heilan skut fram um Víka­ bátin. Bátarnir høvdu tá skrætt seg leysar av feltinum, og æran og ólav­ søkan skuldu avgerast í tjúgu teimum síðstu tøkunum millum tann grøna úr Vík og tann bláa úr Kvívík. Skansin var á gosi, og á ulpuni hjá Niels Juel Arge toldi tann ovasti knapp­urin ikki trýstið meira og fleyg sína leið út á sjógv onkustaðni. Men kvívíkingar gjørdust ov stuttir. Miklu bularnir formáddu sær einki afturímóti rútmuni og orkuni hjá teimum á Víkabátinum, sum í tjúgu teimum seinastu tøkunum fingu bátin at ganga øgiligt og vunnu endaspurtin greitt. Hálva bátslong vóru teir framman fyri Kvívíking og lótu ongan iva vera um, at teir vóru kongarnir á vágni henda dagin, og við sigrinum á ólavsøku settu teir samstundis krúnuna á stolta verkið sum besta áttamannafarið í 1972. Við Víkabátinum henda ólav­søku­ róðurin róðu Jóhan Carl Dam, Elmar Højgaard, Niels Pauli Hjaltalin, Palli Jacobsen, Ragnar Jacobsen (Ragnar í Vík), Eyðun Samuelsen, Steintór Hjaltalin og Pauli Jacobsen. Stýri­ maður var Kristian Samuelsen. Fyrst og fremst eru tað drúgvu royndirnar frá fimleikinum, sum gera menninar førar fyri at gera útlopini. Um søguskrínið Søguskrínið er søgusavnið hjá Ólavsøkuróðrinum. Her er mong stuttlig søgan og myndin at finna, og til hvørja ólavsøku grava vit niður í skrínið og fortelja tykkum eina søgu frá farnum ólavsøkum. Tað kann vera um gamlar ólavsøkuvinnarar, um stuttligar hendingar, um tann, sum tapti alt, um eitt forelskilsi á kaiini, ja, hvør veit, hvat í skríninum býr. (Myndir: Jóhan Carl Dam) (Mynd: Norðlýsið) Einki festivitas uttan eina talu, og til steypahandanina á ólavsøku­ róðr­inum, sjálvum klimaksinum hjá tjóðar­ítróttinum, skal tað vera ein dundur­tala, tað sigur seg sjálvt. Ein teirra, sum hevur fynd og pondus til at levera vøruna, er Tórbjørn Jacobsen, orðaríki og reyst­ ligi røðarin av Glyvrum. Maðurin bleiv spurdur, og hann segði gamaní! Tobbi fær fríar teymar og sleppur ordiliga at skrúva upp fyri hitanum og at seta futt í fólk. Eitt er ið hvussu er vist: Tað verður ikki tigandismessa, har sum Tobbi er. Tobbi verður fyrstur á pallin og fer at røða í sambandi við steypini, sum verða latin vinnarunum av ólav­søku­róðrinum. Seinni talur er Róðrar­sambandið vertur fyri í sam­ bandi við føroyameistararnar. Gleðið tykkum til ólavsøku­ róð­urin. Gleðið tykkum til nøkur mergjað orð. Gleðið tykkum til Tobba.