Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 8 persónssøga Hetta var mitt í 90'unum, tá ið samkyndleiki var nógv frammi í útlendskum miðlum orsaka av sjúkuni AIDS. Útbreiðslan av sjúkuni gjørdi, at samfeløg kring heimin vóru noydd at viðgera og viðurkenna sam­kynd, tí eyðkvæmi kastaði ljós á henda minnilutabólkin. – Tað var ikki júst tað besta tíðs­ punktið at finna útav, at eg var sam­ kyndur. Tað varð útlagt sum, at tveir møguleikar vóru hjá sam­kyndum – antin at doyggja av AIDS ella at vera verandi ólukkuliga í skáp­inum, greiður Eiler frá. Og sum vera man valdi hann fyrst ta seinnu loysnina. Royndi at broyta seg Hóast tað er trupult at ímynda sær í dag, so hevur stríðsmaðurin Eiler Fagraklett í mong ár roynt at fjalt sín sam­kyndleika. Fyrstu árini royndi hann at vera seksuelt saman við kvinnum, og hann hevði enntá nakrar kvinnu­ligar makar yvir styttri tíðar­skeið. Men tilgongdin at viður­ kenna sín seksualitet byrjaði longu um 15 ára aldurin, tá ið besta vinkona hansara fekk boðini um støðuna. – Eg royndi at broyta meg. Sjálvandi ger man tað. Hvør vildi valt eitt lív við happing og isolatión, spyr Eiler. Hann vísur á, at í tí tíðini vóru ongar samkyndar fyri­ myndir at hyggja upp til, og tí tóktist framtíðin sum sam­ kyndur maður ógvuliga døpur. – Tað var ein deprimerandi tví­ støða at vera í. Antin at vera í skáp­ inum og vera ólukkuligur, ella at fáa AIDS og doyggja, greiður Eiler frá. Hann hevði valt tað frá, um hann kundi og alt tað, sum fylgdi við. Men tað letur seg ikki gera. – Eg royndi at gera alt, men tann seksuelli tørvurin er so inngrógvin í okkum, at tú kanst ikki avnokta hann uttan at gerast heilt forstýraður av tí, greiður Eiler frá. Einaferð miðskeiðis í 20'unum kom Eiler til ta niðurstøðu, at í staðin fyri at avnoktað seg sjálvan og royna at broyta sín seksualitet, vildi hann heldur royna at broyta sítt nærumhvørvi og samfelagið, tí tað eru viðurskifti, tú kanst broyta, um tú vilt. – Tað tók nógv ár, og síðst av øllum vóru tað míni foreldur, sum fingu at vita, eg var samkyndur. Tá var eg 29 ár, sigur Eiler. Og tað er vanligt, at júst foreldrini eru tey síðstu, sum fáa hetta vita. Orsøk­in er, at óttin fyri at vera av­ skorin ella at skuffa foreldrini er stórur. – Tú sært heimsins undirgang fyri tær. Men tíbetur var mín familja ógvuliga stuðlandi, og tað hava tey verið síðani. Men øll eru ikki eins heppin og eg, greiður Eiler frá. Samkyndleiki kann eisini vera ein fyrimunur Spyrt tú Eiler Fagraklett, hvussu hann sær seg sjálvan í dag, fært tú eitt sólarklárt aftursvar – hann er heppin, sterkur og nøgdur. Hóast barna- og ungdómsárini vóru merkt av happing og isolatión, hevur tað ikki merkt Eiler – í øllum førum ikki á nakran neiligan hátt. persónssøga Mitt í 90’unum var samkyndleiki nógv frammi í útlendskum miðlum orsaka av sjúkuni AIDS. Útbreiðslan av sjúkuni gjørdi, at samfeløg kring heimin vóru noydd at viðgera og viðurkenna samkynd, tí eyðkvæmi kastaði ljós á henda minnilutabólkin – Avbyrging skapar ein skapandi heim. Í einsemi fer hugflogið á flog, og vit fáa frið og rúm at menna okkara egna hugaheim. Avbyrging ger barnið eyka virkið og tað brúkar ofta nógva tíð og orka at tekna, skriva, syngja, dansa og skapa, sigur Eiler Fagraklett Mynd: finnur justinussen / fotostudio