Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 9 – Sjálvandi merkir tað ein. Men tað er júst tey sløgini, eg havi fingið, sum hava gjørt meg sterkari. Tey hava givið mær mót til at berjast og sláa aftur, sigur Eiler Fagraklett. Hann metir somuleiðis, at hansara upplivingar sum samkyndur í Føroyum hava gjørt, at hann sum vaksin persónur altíð setið spurn­ ing­ar við status quo, finnur seg ikki í órættvísi og hevur munandi lætt­ari við at seta seg inn í støðuna hjá øðr­ um, ið eisini kenna mismun á egnum kroppi. Somuleiðis heldur hann, at tað hevur gangað hansara yrkisleið. – Avbyrging skapar ein skapandi heim. Í einsemi fer hugflogið á flog, og vit fáa frið og rúm at menna okkara egna hugaheim. Avbyrging ger barnið eyka virkið, og tað brúkar ofta nógva tíð og orka at tekna, skriva, syngja, dansa og skapa. Hetta kenni eg væl aftur frá mínum barndómi, sigur Eiler. Tí torir hann at siga, at um hann ikki var samkyndur, hevði hann neyv­ an havt eins góðar eginleikar at út­føra sítt dagliga arbeiði innan marknaðar­ føring, lýsingar og samskifti eins væl, sum hann í dag metir seg gera. – Mínar lívslongu avbjóðingar og mín kynsliga sannføring ger tað munandi lættari at síggja heimin gjøgnum ymisk eygu - bæði mann­ fólk- og konufólkaeygu. Tað er ein stórur fyri­munur innan sølu og marknaðar­føring, heldur Eiler. Happingin hevur elvt til stríðsanda Viljin til at berjast fyri tey, sum ikki eru komin eins langt í sínari tilgongd at viðurkenna sín seksualitet, er utt­ an iva drívmegin hjá Eileri í dag. Hóast hann skal seta orð á sína egnu tilgongd, vendir hann so hvørt aftur til trupulleikar og avbjóð­ingar hjá nýggja ættarliðnum av sam­kynd­um føroyingum. – Hetta er tað vit í LGBT berjast fyri. At ung samkynd ikki skulu hava somu upplivingar, sum vit hava havt. At tey skulu vaksa upp í einum landi, har teirra seksualitetur verður full­ kom­iliga góðtikin og javnsettur við onnur, sigur Eiler. Og enn eru trupulleikar á hesum økinum. Í LGBT hava tey samband við eina ørgrynnu av samkyndum per­són­um í Føroyum, og enn er tað ein stór forðing hjá mongum at viður­ kenna sín seksualitet fyri sam­felag­ num. – Vit hoyra javnan um ógvuliga syrgiligar lagnur. Til dømis var tað herfyri ein samkyndur persónur, sum hevði greitt mammu síni frá støð­uni. Mamman hótti við, at um viðkomandi ikki fór inn í skápið aftur, so skuldi hon fara frá pápanum og kvetta sambandið, greiður Eiler frá. barbara@sosialurin.fo Tað tók nógv ár, og síðst av øllum vóru tað míni foreldur, sum fingu at vita eg var samkyndur«