hósdagur 23. juli 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
10
Faroe Pride
er fyri alla
familjuna
Her heima er Faroe Pride ætlað sum familjuátak og annars øllum,
ið hava hug at verða við, meðan Pride-skrúðgongurnar flestu aðrar
staðir bert eru fyri LGBT’arar. Bæði LGBT Føroyar og Faroe Pride
hava ein sera týdningarmiklan samfelagsleiklut at spæla her heima,
heldur Sonja Jógvansdóttir, sum tó staðfestir, at føroyska samfelagið
er nógv rúmligari enn lóggávan og politiska valdið avspeglar
Ingolf S. Olsen – PRESS
M
ánadagin verður árliga
Pride-skrúðgongan
fyri fjórðu ferð í
havnargøtum, og hesa
vikuna hevur LGBT gjørt til Faroe
Pride-viku við nógvum tiltøkum, ið
so ella so varpa ljós á áhugamál hjá
felagsskapinum.
Faroe Pride hevur frá fyrstan tíð
fingið góða undirtøku, hóast skrúð
gongan og LGBT sum so eisini hava
elvt til ofta harðligan almennan
orðadrátt, og orsøkin til góðu undir
tøkuna er, at í Føroyum er Pride-
skrúðgongan fyri alla familjuna. Tað
heldur í øllum førum Sonja Jógvans
dóttir.
Hon var ein av stigtakarinum til
LGBT Føroyar, men er tó ikki longur
við í nevndini í felagsskapinum.
Ísland fyrimynd
Tá lunnar vórðu lagdir undir Faroe
Pride, varð hugt eftir, hvussu tey
gjørdu aðrar staðir, og fyrimyndin
gjørdist Ísland, har tey eisini gera
nógv burtur úr, at Pride-skrúðgongan
skal vera fyri alla familjuna.
– Í flest londum eru Pride-skrúð
gongurnar í fyrsta lagi eitt tiltak fyri
LGBT’arar, men hjá okkum hevur tað
verið ein tilvitað strategi frá byrjan, at
Faroe Pride skuldi vera nakað, sum
øll kundu kenna seg aftur í. Tí vit
halda, at tað er týdningarmikið, at vit
fara út og vísa, at vit vilja vil vera ein
integreraður partur av samfelagnum.
Og tá gert tú ikki eina skrúðgongu við
einum undarligum bólki, sum fólk so
kunnu koma at hyggja eftir sum í ein
um djóragarði.
– Vit vilja gera nakað, sum fólk
kunnu ganga saman um, tí tey vilja
fagna fjølbroytni. Tí skal tað vera
fyri øll, og vit royna eisini allan veg
in ígjøgnum, at øll í familjuni skulu
kunna kenna seg væl har, og millum
annað hava ymiskt ókeypis fyri børn
ini. Og eg haldi eisini, at fólk í breiðum
høpi kenna seg væl í Faroe Pride, tí vit
síggja luttakarar heilt frá barnavogni
av og upp til eldri pensjonistar, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Hon leggur tó dent á, at føroyska
og íslendska konseptið ikki er skrúvað
soleiðis saman, tí tey halda nakað
skeivt vera í mátanum, ið Pride-
skrúðgongur verða fyriskipaðar
aðrastaðni.
– Tað, sum vit gera, halda vit vera
tað rætta at gera í Føroyum, tí tað
riggar. Men tað er ikki vist, at tað
hevði riggað í London ella París, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Eftirbátur
Eitt er hugnin og ynskið um at fáa
øll við í eina skrúðgongu, annað er
undirliggjandi stríðið fyri samfelags
rættindum hjá teimum, ið hoyra til
LGBT – samkynd, biseksuell og trans
seksuell. Tí í so máta eru Føroyar
eftirbátur samanborið við flest øll
onnur lond í okkara parti av heim
inum og hinumegin Atlantshav.
Tí er LGBT Føroyar eisini í størri
mun enn nógvar aðrar staðir ein
stríðsbólkur.
– Vit vilja sjálvsagt hava somu
borgarligu rættindi sum øll onnur
í Føroyum, og tí hevur tað stóran
týdning, at vit alla tíðina gera vart
við okkum og leggja trýst á politisku
skipanina. Tað gongur eisini skjótt
rætta vegin, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Hetta byggir hon á, at meininga
kanningar hava víst, at ein greiður
meiriluti av føroyska fólkinum
ynskir, at allir samfelagsbólkar skulu
hava javnbjóðis rættindi, sama hvør
seksuella oriengteringin er. Millum
annað er meiriluti fyri, at samkynd
sleppa at gifta seg.
Higartil hevur tó ikki borið til at
laga lógir og reglur til hetta ynski, tí
politiska mótstøðan í Løgtinginum
hevur verið ov stór.
– Men tað er bara ein spurningur
um tíð, so fáa vit hesi rættindi, og
eg vænti avgjørt, at vit samkyndu
sleppa at giftast longu næsta ár, eftir
at løgtingsval hevur verið í heyst.
Soleiðis hevur gongdin alla tíðina
verið í Føroyum, fólkið er við, men
blokerandi minnilutar í politisku
skipanini stríðast ímóti og klára at
halda tørn í eina tíð, men so loysnar.
Eg havi tað gott
sum samkynd
í Føroyum, og
Føroyar eru eitt
rúmligt samfelag
– nógv rúmligari
enn politiska
skipanin og
lógarverkið
avspeglar«
Sonja Jógvansdóttir
Mynd: Eiler fagraklett
Mynd: Ingolf s. olsen
Sonja Jógvansdóttir og Annlis
Bjarkhamar plaga at vera
fastur fúsur til Faroe Pride