hósdagur 23. juli 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
11
Í 2006 varð nógv umrødda grein 266
B samtykt í Løgtinginum eftir tógvið
stríð, og tíggju ár seinni, næsta ár, fer
Løgtingið at samtykkja, at samkynd
kunnu giftast, sigur Sonja Jógvans
dóttir.
Føroyar eru rúmligar
At politiski viljin í Føroyum er so
trekur, tá tað kemur til eitt nú borgar
liga vígslu av samkyndum, er í and
søgn við generella hugburðin her
heima, staðfestir hon.
– Føroyska samfelagið er nógv
rúmligari, enn nógv fólk halda. Eis
ini á bygd – ja kanska serliga á bygd.
Eg havi búð nógv uttanlands, og í
Skotlandi upplivdi eg einaferð, at
nakrir heilt ungir dreingir runnu eftir
mær og róptu og spýttu eftir mær, tí
eg eri samkynd. Tú hevði ongantíð
upplivað 10-12 ára gamlar dreingir
gera nakað líknandi í Fuglafirði ella í
Havn, sigur Sonja Jógvansdóttir.
At politiska skipanin og lógar
verkið ikki eru eins rúmlig og sam
felagið sum heild, skyldast sera
sterkar átrúnaðarligar og virðiskon
servativar kreftir.
– Hesar kreftir eru sera sterkar í
Føroyum, tí tær megna at halda fast
um valdið og trumfa sín vilja ígjøgn
um, sjálvt um tær ikki hava meiriluta
í Fólkinum. Tær klára tað tó bara eina
tíð, tí meirilutin vinnur at enda, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Úr skápinum
Hugburðurin mótvegis minniluta
bólkum í samfelagnum hevur tó altíð
verið misjavnur. Nógv bendir á, at tað
gamla føroyska samfelagið eisini var
rúmligt, tó at seksuell orientering
neyvan var eitt evni, ið fólk tosaðu
so nógv um.
– Hugburðurin er broytiligur, og í
Føroyum sum allar aðrar staðir, hevur
hann sveiggjað gjøgnum tíðirnar
sum alt annað. Men í nýggjari tíð er
tað ikki fyrr enn tey seinastu árini, at
fólk, sum ikki eru heteroseksuell hava
staðið opið fram við sínum seksuella
samleika. Bara fyri 15-20 árum síðani
vóru tað øgiliga fá, sum stóðu fram
sum samkynd í Føroyum, og eg og
Annlis eru millum tey elstu, sum eru
aktiv í LGBT Føroyar. Í teimum eldru
ættarliðunum eru tað øgiliga fá, sum
eru opin samkynd, staðfestir Sonja
Jógvansdóttir.
Hon er 37 ár, og makin Annlis
Bjarkhamar er 41.
Tað er eisini stórur munur á at
vera samkyndur í Føroyum alt eftir
kyni.
– Tað er ongin ivi um tað, at tað
er nógv lættari at standa fram sum
lesbisk enn sum gjeikari. Men tað
er galdandi allar staðir í heiminum.
Tað er bara meira góðtikið, at kvinnur
eru samkyndar ella biseksuellar, enn
at menn eru tað. Og tá tað kemur
til transseksuell, stendur uppaftur
verri til, staðfestir Sonja Jógvans
dóttir.
Lættari hjá lesbiskum
Tað sæst eisini aftur í samkynda um
hvørvin í Føroyum, at tað er lættari
at vera samkynd kvinna enn sam
kyndur maður.
– Vit eru nógvar samkyndar
kvinnur í Føroyum, og tær eru støð
ugt yngri, sum spretta, og tær velja
at búgva her. Men tað er typiskt fyri
menninar, at teir búgva ikki her. Tó er
tann, sum er virknast í LGBT Føroyar,
og sum eisini hevur gjørt nógv tað
størsta arbeiðið fyri at vinna okkum
rættindi, ein samkyndur maður –
Eiler Fagraklett. Hann er eitt gott
dømi um, at tað væl ber til at liva opið
sum samkyndur maður í Føroyum,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Sjálv hevur hon ongar trupul
leikar av at liva sum samkynd í
Føroyum, tó at almenna kjakið
um samkynd, biseksuell og trans
seksuell, onkuntíð er sera hvast og
eirindaleyst.
– Tað er nokkso lætt at vera føroy
ingur í heila takið, tí samfelagið er so
lítið, og tað er so stutt ímillum fólk.
Men so er tað eisini so, at ert tú úr
einari familju, har eitt nú samkynd
leiki als ikki verður góðtikin, so er
tað ein stórur trupulleiki at vera
samkyndur og øgiliga ringt at búgva
í Føroyum. Tí familjan hevur ógvuliga
stóran týdning her. Tað eru summir
bólkar og summar familjur, sum ikki
góðtaka tað so væl, men hesi verða
tíbetur færri og færri, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Tað er av orsøkum sum hesum,
at sosiala og umsorganarliga dimen
sjónin í LGBT er so týdningarmikil,
tí felagsskapurin er bæði ein stríðs
bólkur og ein sosialur bólkur.
– Onkuntíð er uppgávan og tørv
urin bara einfalt at stuðla hvørjum
øðrum og taka sær av hvørjum øðr
um, tí nógvir LGBT’arar í Føroyum
hava følt seg nokkso einsamøll, sigur
Sonja Jógvansdóttir.
Ílegur ella tolsemi
Tað vísir seg, at tað eru fleiri samkynd
í summum familjum enn í øðrum, og
tað kann so verða tulkað soleiðis, at
tað at vera samkyndur liggur í gen
unum.
– Men vísund er ikki eintýðug.
Tað kann sjálvandi vera íborið at
vera samkyndur, men tað, at tað eru
lutfalsliga nógv samkynd í summum
familjum, kann kanska eins væl
skyldast, at júst í teimum familjunum
er tað góðtikið at vera samkyndur, og
tí er tað lættari at leypa úr skápinum.
– Annars haldi eg, at tað er totalt
óinteressant, hví ein er samkyndur,
biseksuellur ella transseksuellur. Eg
havi ongantíð verið serliga áhugað í
hagtølum. Eg haldi ikki, at tað skal
vera meira góðtikið, um tað er eitt
ávíst gen, ið ger av, um tú ert samkynd,
hinskynd ella transseksuell, ella um
orsøkin er ein onnur. Tað, sum er
áhugavert, er, at summi eru tað, og er
tað eitt hálvt prosent, fimm prosent
ella tíggju prosent av fólkinum, sum
eru tað, so skulu tey hava somu
borgarligu rættindi og skyldur sum
øll onnur, leggur Sonja Jógvansdóttir
dent á.
Hon hevur verið í parlagi í nógv
ár, við felags húsarhaldi og øllum tí,
ið hoyrir einum parlagi til, men enn
ber ikki til hjá samkyndum at gifta
seg í Føroyum.
– Tað ber sjálvsagt til at fara uttan
lands, til dømis til Danmarkar, at gifta
seg. Men vit eru føroyingar og búgva
í Føroyum. Tí skulu vit eisini kunna
giftast her, og tað eri eg sannførd um,
at vit eisini sleppa um ikki so langa
tíð, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Millum annað stríðið fyri hesum
rættindunum er partur av Faroe
Pride mánadagin. Øll tey undanfarnu
árini hava hon og Annlis verið við í
skrúðgonguni, men í ár liggur ikki
fyri, tí tey tá eru stødd uttanlands í
summarfrí.
»Tað ber sjálv
sagt til at fara
uttanlands, at
gifta seg. Men vit
eru føroyingar og
búgva í Føroyum.
Tí skulu vit eisini
kunna giftast
her«
– Um tú hyggur eftir retorikkinum um LGBT í Føroyum og samanber
við tað, sum varð skrivað og sagt um tey littu í USA fyri 70 árum
síðani, so kann tað samanberast. Men ein stórur munur er, at tú
velur sjálv, hvussu almenn ella ikki almenn tú ert viðvíkjandi tíni
seksuellu orientering, men húðalitin hevur tú sjónliga við tær
allastaðni, og hann kanst tú ikki dylja, sigur Sonja Jógvansdóttir
Mynd: Eiler fagraklett
■ LGBT er ensk stytting fyri
lesbian, gay, bisexual, transgender
– lesbiskar, gjeikarar, biseksuell og
transseksuell. Transseksuell fólk
kennast ikki við sítt upprunaliga,
fysiska kyn, men kenna seg
sálarliga og kensluliga at vera hitt
kynið. Oftast hava tey eisini eina
sterka tráan eftir at skifta kyn í
einari hormon- og skurðviðgerð.
LGBT Føroyar varð stovnað í 2011,
og fyrsta Faroe Pride var í 2012.