Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 12 266b var harðasta virðisstríðið Harða virðisstríðið fyrst í hesi øldini um 266b-greinina í revsilógini var um samkynd, og var eitt tað harðasta virðisstríðið nakrantíð í Føroyum. Árni Gregersen Tað var eitt av harðastu virðis­ stríðunum í Føroyum, tá ið føroyska samfelagið so at siga fór í tveir partar um ein eina lógargrein í revsilógini. 266b-lógargreinin var sett í donsku revsilógina, men tá ið hetta skuldi gerast í Føroyum kom klovningur í samfelagið um málið. Lógargreinin hevur millum annað til endamáls at verja tey, sum hava aðra “seksuella orientering” enn tey flestu. Tað var tað, sum gjørdi, at orða­ skifti gjørdist so ógvusligt í Føroyum um hesa grein. Tey sum vóru ímóti samkyndum og mettu tað sum ókristiligt og ónattúrligt vildu undir ongum umstøðum taka undir við, at hendan orðingin kom í revsilógina. Mett var, at kom hetta í lógina, so var tað ein váttan um, at tað at vera samkynd er ein nattúrligur partur av menniskjanum. Tað vóru tey bæði úr Tjóðveldi, Finnur Helmsdal, sáli, og Anita á Fríðriksmørk, sum løgdu uppskotið um 266b fram. Í fyrra umfarinum fekk uppskotið ikki undirtøku, men í seinna umfari samtykti Løgtingið lógina. Ein viðvirkandi orsøk til, at lógin endaliga var samtykt, var tá ið tónleikarin Rasmus Rasmussen, sáli, var álopin og bankaður í býnum í Havn. Rasmus Rasmussen hevði sagt alment, at hann var samkyndur og tað var orsøkin til at hann var álopin. Hendingin hevði við sær, at pápi Rasmus Rasmussen, Mortan Ras­ mussen, stóð fram og vardi rættin hjá soninum og øðrum samkyndum. Onki er at ivast í, at hetta var einstaka hendingin, sum hevði størstu ávirkanina, so fleiri tingfólk skiftu støðu og tóku undir við, at 266b varð sett inn í revsilógina. Politikkur Stríðið um hesa greinina í revsilógini gjørdist eitt stríð um virðir í Føroyum. Lógargreinin var gjørd til eitt politiskt, etiskt mál, har flokkarnir ikki høvdu avgjørdar støður, men har hvør tinglimur kundi atkvøða eftir egnari sannføring. Sama gjørdi seg galdandi, tá ið atkvøðast skuldi um uppskotið hjá Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen um broytignarnar í hjún­ arbandslógini. Tá vóru bert tveir flokkar sum høvdu avgjørdar støður. Miðflokkurin var greitt ímóti og vísti fleiri ferðir til halgu skriftirnar og segði, at tað er ímóti skriftini at loyva tveimum at sama kyni at ganga saman í hjúnarlag. Hjá Miðflokkinum er støðan á hesum øki óbroytt. Hin flokkurin, sum hevur greiða støðu í málinum, er Framsókn. Formaðurin, Poul Michelsen, var ein av uppskotsstillarunum og hjá flokkinum er eitt av málunum, at samkynd skulu hava somu borgarligu rættindi, sum øll onnur í Føroyum. Fleiri mál eftir at loysa Undir virðisstríðnum seinnu árini hevur felagsskapurin hjá sam­kynd­ um og hinkyndum, LGPT, vunnið sær nógv pláss í almenna rúminum. Í sambandi við, at ein almennur fundur var um mannarættindir, sum løgmansskrivstovan skipaði fyri, gjørdi felagsskapurin vart við, at enn eru fleiri mál eftir at loysa. Umboð fyri felagsskapin harm­ aðist um, at samkynd, hinkynd og tvørkynd framvegis eru at rokna sum ein sera veikur bólkur í Føroyum. LGPT vil fegin varpa ljós á rættindir, sum eru góðkend í okkara grannalondum, men ikki í Føroyum: – Hjúnarbandslógin – samkynd kunnu ikki gifta seg í Føroyum – Ættleiðing – fólk av sama kyni kunnu ikki ættleiða børn sum par – – Ísáðing – samkyndar kvinnur fáa ikki almenna hjálp til ísáðing – Blóðgevi – samkyndir menn kunnu ikki geva blóð í Føroyum – Juridiskt kynsskifti - tað er ikki loyvt at skifta kyn í Føroyum – Biologiskt kynsskifti - atgongdin til heilsuráðgeving viðv. kynsligum samleika og møguleika fyri biolog­ iskum kynsskifti er ikki nóg góð – Hormonviðgerð - hormonviðgerð fyri tvørkynd er ikki loyvd í Føroyum. – Tvørkyndleiki og sinnissjúka – danska/føroyska heilsuverkið metur, at tvørkyndleiki er ein sinnissjúka – HPV-koppseting til drongir - samkyndir menn, tvíkyndir menn og menn, ið hava sex við øðrum monnum, verða ikki vardir á sama hátt sum kvinnur, tí teir hava ikki rætt til koppsetting. – Antidiskriminatiónslóg – vit mangla antidiskriminatiónslógir í Føroyum. Politiska stríðið um rættindi hjá samkyndum Royndi at fáa borgarliga giftu ígjøgnum Tey trý, Poul Michelsen, Framsókn, Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, og Bjørt Samuelsen, Tjóiðveldi, royndu at geva samkyndum møguleikan at giftast borgarligt 20. november 2013 var uppskot lagt fyri tingið, sum hevði til endamáls at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnarlag. Trý tingfólk úr trimum ym­ iskum politiskum flokkum løgdu uppskotið fram, men tað fekk ikki nóg stóra undirtøku á Løgtingið til at verða samtykt. Í viðmerkingunum til upp­ skotið siga tey trý, at kjak hevur í fleiri ár verið um, hvørt vit skulu loyva samkyndum at giftast, men onki er gjørt fyri at broyta lógina, so hon meira endurspeglar viljan í fólkinum. Uppskotssetararnir mæltu til, at tað í hjúnabandslóggávuni í Føroyum skal vera staðfest, at lógin ásetir, at borgarligt hjúnalag er galdandi fyri tveir persónar av ymiskum, eins og av sama kyni. Broytingarnar í lóggávuni fevndu ikki um rættin hjá sam­ kyndum at verða vígd í kirkju ella samkomum í Føroyum. Hetta eiga kirkjan og ymsu trúarsamfeløgini sjálvi at taka støðu til. Londini kring okkum hava síðani áttatiárini støðugt ment og broytt lóggávuna á hesum øki. Okkara næstu grannar – Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Svøríki - hava, eins og mong onnur evropeisk lond, sett í gildi antin fullkomna ella nærum fullkomna javnstøðu millum samkynd og hinskynd, hvat hjúnabandslóggávuni viðvíkir. Í hesum londum kunnu pør av sama kyni ganga saman í hjúnalag við somu rættarligu avleiðingum, sum pør av hvør sínum kyni. Í summum øðrum londum er lóggávan ikki eins víðfevnd, eitt nú í Finnlandi, Bretlandi, Kekkia og Týsklandi. Í hesum londum ber tó til at ganga saman í skrásett parlag. Í viðmerkingunum til lóg­ar­ uppskotið søgdu tey trý, Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen, at tey ynsktu at tað verður staðfest í lógini, at hon ásetir, at hjúnarbandslógin er fyri tveir persónar av hvør sínum kyni, eins og tveir persónar av sama kyni.