Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 13 Rættindi hjá samkyndum føroyingum hava verið uppi og vent í politisku skipanini í fleiri umførum seinnu árini. Nú stóra Faroe Pride vikan hjá LGBT er farin av bakkastokki seta vit her fokus á politisku tilgongdina seinnu árini. Samkynd hava undirtøku í fólkinum Meirlutin av føroyingum halda, at samkynd skulu kunna giftast borgarliga Nærum tveir triðingar av før­oy­ ingum halda, at samkynd eiga at sleppa at gifta seg borgarliga. Tað vísti ein meningarkanning, sum Lóður í fjør gjørdi fyri Sosi­ alin. 62 prosent av teimum spurdu hildu, at hetta eigur at verða ein møguleiki, meðan 29 prosent søgdu, at tey eru ímóti. 10 prosent søgdu seg ikki hava tikið støðu. Kanningin hjá Lóður vísur, at tað ikki bert eru ung, sum halda at samkynd skulu hava møguleikan at gifta seg borgarliga. Millum tey spurdu, sum eru millum 60 og 75 ár, halda 52 prosent, at møguleiki skal vera hjá samkyndum at giftast. Gallup hevur eisini gjørt eina kanning fyri Framsókn. Tann kanningin gevur á leið sama úrslit. Har eru tað 61 prosent sum halda, at samkynd eiga at sleppa at giftast borgarliga. Meirlutin stúrir fyri siðbundnu familjuni Verða meiningarkanningarnar tiknar fyri fult, so er meirlutin av fólkinum ikki í samsvari við tingmanningina. Fleiri løgtingslimir hava víst á, at tey stúra fyri hvussu ein lógarbroyting til frama fyri borgarligari giftu fer at ávirka samfelagið. Hóast fleiri meiningarkanningar vísa, at meirlutin av teimum spurdu taka undir við, at samkynd eiga at sleppa at giftast borgarliga, so er enn langt til, at ein meirluti í Løgtinginum hevur somu áskoðan. Í november 2013 løgdu Poul Michelsen, Framsókn, Bjørt Samu­ el­sen, Tjóðveldi, og Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, eitt uppskot fyri tingið, sum skuldi geva samkyndum rætt at verða gift í Føroyum. Løgtingið var mikið greitt í sinari atkvøðugreiðslu. 11 tingfólk tóku undir við uppskotinum, men 20 atkvøddu ímóti. Framsókn og Tjóðveldi at­kvød­ du fyri eins og nøkur úr Javn­ aðarflokkinum. Eymt mál Málið um samkynd er eymt – eisini tá ið bert verður hugt at politiska partinum av málinum. Tað kom greitt til sjóndar, tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið frá teimum trimum tinglimunum. Eftir 1.viðgerð var uppskotið sent í rættarnevndina hjá Løgtinginum til viðgerðar. Nevndin býtti seg í ein meirluta og ein minniluta. Meirlutin segði millum annað: “Vit eru sannførd um, at vit eiga at halda fast við hjúnabandið millum ein mann og eina konu. Húskið við manni, konu og børnum hevur altíð verið kjarnin og grundeindin í samfelagi okkara, og eingin ivi kann vera um, at ein familja, har mamma og pápi eru tilvitað um sína ábyrgd, er bestur karmur um ein natúrligan og góðan uppvøkstur. Júst tað, at maður og kona eru ólík, ger, at mamman og pápin eru teir týdningamestu identifikations­ persónarnir og fyrimyndirnar hjá barninum, og hava tey stóran týdning fyri menningina av samleikanum og sjálvsmyndini hjá einum barni. So langt, sum tað ber til, eiga tey biologisku foreldrini eisini at hava juridiska og sosiala ábyrgd av børnunum. Barnarættindasáttmálin, artikul 7.1 hjá ST sigur, at barnið skal, so langt tað ber til, hava rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum.” Meirlutin í rættarnevndini var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, Reimund Langgaard, Sambandsflokkurin, Gerhard Logn­ berg, Sambandsflokkurin, Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin og Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin Sjálvt um meirlutin var saman um at mæla til ikki at taka undir við uppskotinum, so høvdu tey kortini ymiskar orðingar um hví. Millum annað nevna teir báðir, Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin, og Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin, at teir ikki ivast í, at samkynd fyrr ella seinni fara at fáa rætt til at giftast borgarligt. Teir mettu tó heldur ikki, at tað fór at vera tá, sum rætt jú var. – Vit kunnu staðfesta, at tá talan er um kynsliga samleikan hjá okkara medborgarum, hevur almenningurin flutt seg sera nógv tey seinastu árini, tí flestu okkara ganga inn fyri rættindum og mannsømiligum korum fyri allar borgarar. Men spurningurin er, um okkara lóggevandi vald er av somu áskoðan, søgdu teir báðir Brandur Sandoy og Eivin Jacobsen. Stórar avleiðingar Hin parturin av meirlutanum, Elsebeth M. Gunnlaugsdóttur, Reimund Langgaard og Gerhard Lognberg vístu á, at samtykti Løgtingið uppskotið, so fór tað at fáa álvarsligar avleiðingar. Tað fór at fáa radikala ávirkan á, hvussu vit í framtíðini fóru at uppfata familju, hjúnarlag og samlív. – Her verður opnað fyri nøkrum, sum fer at broyta alla siðvenju, og verður orsøk til eina stóra ment­ anarkollvelting og eitt siðaskifti í Føroyum, ið gongur beint ímóti kristnari siðalæru, sum samfelag okkara í øldir hevur bygt á, søgdu tey. Kristin Michelsen úr Javn­aðar­ flokkinum og Páll av Reynatúgvu úr Tjóðveldi mæltu tinginum til at samtykkja upposkotið frá Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen. – Einki er at ivast í, at rættindini hjá samkyndum føroyingum hava verið eftirbátur, samanborið við flestu grannalond okkara. Uppskotið er eitt fet á leið móti einari nú­ tímansgerð av fólkafatanini hjá nógvum føroyingum, søgdu teir báðir tingmennirnir. Teir hildu eisini, at kirkjur og samkomur eiga at taka málið upp til kjak fyri at vita um ikki meirluti er fyri, at samkomurnar eisini kunnu vælsigna ella gifta samkynd.