Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 14 klumman Barbara Holm Tá jokarin doyði F yri nøkrum vikum síðani datt eg um eina klummu í einum útlendskum blaðið. Klumman bar heitið "Jokarin er deyður", og snúði seg um hvussu lítið okkara spælirúm í veruleikanum er í dagsins samfelag í mun til áðrenn internetið. Skribenturin vísur á, at einaferð hevði man altíð tann møguleikan í bakhondini, at fór lívið ov langt av sporinum, so kundi man altíð rýma. Flyta. Kvetta sambandið við alt og øll. Byrja á nýggjum. Vit kenna helst øll tey mongu filmsplottini um júst hatta. At fólk taka handan møguleikan til tað ekstrema, og lata sum tey eru deyð fyri síðani at liva víðari onkra aðrastaðni í heiminum. Tað er kanska í so ekstremt. Men tankin um, at tú kanst byrja á nýggjum hvørjaferð tú hittir ein persón, er heldur fjarur hjá okkum í dagsins samfelag. Vit kunnu ongantíð rýma, ella byrja á nýggjum, tí okkara fortíð og nútíð livir sítt egna lív í cyperspace. Tá eg var tannáringur (tað var um tað mundi ungdómar byrjaðu at fáa Nokia eitt ella annað) var tað ikki vanligt at taka myndir. Video kom als ikki uppá tal. Internetið var til, men torført og sera lítið brúkt. Fartelefonirnar komu sníkjandi, og smsboð vóru tað heilt stóra, hóast tey kostaðu nokso nógv. Men annars ringdi man heim til vinfólkini og hittist her og har. Teir kanska íðan og stuttligu býtúrarnir livdu bara víðari í minninum hjá fólki, og vóru ikki forevigaðir á Facebook, á Snapchat ella Instagram. Man tosaði um tað, fortaldi tær stuttligu søgurnar, og annars lat tað fara. Eingin annar slapp at enduruppliva tínar meira og minni hepnu løtur - einans tey, sum vóru fysiskt tilstaðar tá tað hendi. Í dag er støðan tó ein onnur. "Eg havi sitið inni og leita netið upp og niður eftir flóvisligum myndum" segði ein vinkona herfyri, eftir at hon hevði verið íðan og festlig til ein av festivalunum. Hon hevði fingið nakað nógv niðurum (sum jú hendir fyri fólk), og í mun til áðrenn hvørt mansbarn hevði snildtelefonir, Facebook vangar og Snapchat, so er nokso vist, at onkur hevur klikt júst tað løtuna hon sá heldur ivasom út – ella vandin er reelt til staðar. Eins og skribenturin í útlendska blaðnum haldi eg, at jokarin, tann altíð reellið møguleikin fyri at byrja á nýggjum, er dripin. Ikki tí vit skulu hava møguleika at faka okkara egna deyða fyri síðani at liva víðari aðrastaðni. Men tíðin, har ikki hvør einasta løta á onkran hátt varð dokumenterað og foreviga við tøkniligum snildum, hevði okkurt sjarmerandi, sum vit kanska kunnu taka við okkum í dag. Kanska er tað ikki neyðugt at skrivað, klikka og snappa hvørja einastu lívsins løtu til allar tínar 2000 vinir. Kanska er tað nóg mikið at bert hava minnini í tær sjálvum. Kanska er tað betri fyri okkum, um vit lata onkran feril av einum jokara liva víðari - um ikki annað bert við tí fyri eyga, at viðlíkahalda okkurt av okkara privatlívið privat. Alt var betri fyrr, hugsar tú sikkurt. Nei, alt var bestemt ikki betri fyrr, og pínadoyð tað er deiligt við teimum mongu tøkniligu frambrotunum, sum gera samskifti lætt og ómakaleyst. Men okkurt var eftir mínum tykki betri fyrr. Tað var betri, tá tað ikki bar til at googla fólk og so halda seg vita alt um tey. Tað var betri, tá ið tú vart noyddur at seta teg niður og læra fólk at kenna fyri at vita nakað um tey. Tað var betur, tá ið tínar óhepnu løtur ikki vóru dokumenteraðar á fimtan snildtelefonum. Og tá tú altíð hevði ein jokara - ein møguleika fyri at siga "eg byrji á nýggjum í dag". Tað var betri, tá tú kundi sita heima við moralskum timburmonnum eftir ein festival, og ikki stúra fyri dokumenteringini av tí. Eg sigi bara takk og lov fyri, at hvørt mansbarn ikki hevði eina snildtelefon tá eg var tannáringur í VB og TB húsinum. Og stakkals teir tannáringar, sum í dag eru undirlagdir eina konstanta hóttan um ivasom snapp, posts, twitts ella hvat tað eitur.. Vinkonan fann onga keðiliga mynd av sær sjálvari skal sigast. Men hon er so heldur ikki givin at leita enn.. Savnsmynd »Vit kunnu ongantíð rýma, ella byrja á nýggjum, tí okkara fortíð og nútíð livir sítt egna lív í cyperspace« meiningar