Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 15 Í summarútgávuni av Vikuskiftis Sosialinum kanst tú á hesari síðu lesa hvørji boð føroyskir sniðgevar hava, tá ið umræður klæðir til eitt hvørt høvi í summar. Sniðsíðan Føroyska klædnamerkið elsabech, sum hevur handil og virksemið sítt í Malmø, er feminimt, elegant, við einum tvisti av tí ráa Tey sniðgeva klæði til ung sum eldri. Málbólkurin er breiður, og tey leggja dent á at góðska og at passformur er í ordan. Kreativi heilin handan merkið er føroysk Elsa Bech. Framleiðsluliðið hjá elsabech er í Evropa, og alt tað bundna, ið tey hava, er hondbundið, umframt, at teirra kollektiónir hava altíð okkurt hondbundið við. Elsabech fæst í Østrøm í Havn. elsabech – Hesi klæðini eru rokalig, feminin og ráa. Stílurin er avslappaður, og eg haldi hetta riggar avbera væl til føroyska veðurlagið, sigur Elsa Bech. – Vit elska húgvur, og her er ein av teimum mongu húgvum hjá elsabech. Hendan húgvan er vatntøtt, vid kaninskinn – ein húgva, sum tú altíð kann brúka. Hon er kul, heit, og gevur tær eitt rátt, feminimt look, sigur Elsa Bech. – Hesin kjóli er okkara best seljari í løtuni, tí kjólin hóskar seg til allar støddir. Bæði tær við formi, og til tær spinklu. Hann er tídðrleysur og hóskar seg bæði til veitslur ella til leggings, fyri at fáa eitt meira avslappað look. Hesin er í nógvum litum og er ein kjóli, sum er komin fyri at vera í okkara kollektión, sigur Elsa Bech. – Paillettir eru ofta at síggja í mínari kollektión. Mær dámar væl at seta pailettir saman við kovboybuksum, har tað gert heldur meira avslappað. Men avgjørt kunnu pailettirnar eisini nýtast í veitsluhøpi.