hósdagur 23. juli 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
16
Hvussu smakka Føroyar?
Vit á Kunningarstovuni í Nólsoy vóru so heppin at sleppa uppí part, tá ið
umhvørvisstuðulin hjá Tórshavnar Kommunu var latin fyrr í ár. Spurningurin
*Hvussu kunnu Føroyar smakka?* kann sigast at vera grundin í arbeiðinum
Tjóðhild Patursson
E
g veit ikki um Anna Malan
meinti við Ragnu ella um
hon tosað um krøkjuna.
Undir øllum umstøðum
hevði hon so púra rætt. So krøkjan
slapp við í blaðið, og Ragna verður
bjóða eitt stykki av sjokolátakøkuni.
Anna Malan er verkætlanarleiðari
á Plantuverkætlanini hjá okkum. Eg
síggi hana fyri mær, sum barn við
sínum ljósa trøllahárið, óiva fult í
hoyggi. Anna Malan sum lítil genta,
við vinkonuni. Hinari vinkonuni sum
eg slettis ikki dugi at ímynda mær
við einum einasta ógreiddum hár
stráði. Stuttligt við vinum. Hvussu
ólik vit ofta eru. Tó finna vit okkurt
saman, sum bindir okkum. Hjá Onnu
Maluni og vinkonuni eru barna
minnini frá hoyggingini ein partur
av límblandingini.
Eg blívi altið í so góðum lag tá ið
Anna Malan fortelur um ævintýra
ferðirnar hjá henni og vinkonuni. –
Ofta enda tey við ‘Og so heintaðu vit
nakrar krøkjur og settu okkum í bøin
at súgva sukuri úr teimum’.
Tí kann eg ikki annað enn smíl
ast hvørjaferð eg gangi framvið krøkj
unum, ávegis á Kunningarstovuna til
arbeiðis.
Krøkja smakkar ikki av so nógvum. Men vakri
violetti liturin ger, at hon ofta verður brúkt
til pynt í matgerð. Og tað er gott, tí vit vita
at eyguni ofta eru svangari enn búkurin.
Krøkjan veksur vilt í Føroyum. Vit hava ikki roynt
at hava hana vaksandi í garðinum. Men átti eg fleiri
tímar í mínum døgni, so hevði eg heilt víst fingið mær
kjøkju í pottar, ella kanska ein heilan kjøkjugarð.
So kundi eg, eftir enn ein langan arbeiðsdag á
Kunningarstovuni, bjóðað Onnu Maluni at sita í
violetta krøkjublómu-himmalinum og súgva sukur.
Mamma ætlaði at fáa sær lavendel úti í
garðnum. Men eg haldi heilt víst at hon átti at
fingið sær nakrar krøkjur ímillum eisini. Tær
eru jú so fantastiska vakrar, hóast tær ikki
lukta av lavendel. Og eg ímyndi mær at tær
eru meira harðførðar enn sarta lavendelin.
Tjóðhild: Nei, Anna Malan, vit kunnu ikki skriva um krøkju!
Man kann ikki ETA hana, hon verður bara brúkt til pynt.
Anna Malan: Jú, hon kann etast! Og vit velja altíð tær somu planturnar.
Og gera alt taða sama. VIt gloyma sovorðnar plantur sum krøkjuna.
Tjóðhild: Ja, ja, men tú kanst ikki eta teg metta, yvirhøvur. Ikki
eingongd Ragna (hin kvinnan sum arbeiður á Kunningarstovuni).
Anna Malan: Júmen hon er so vøkur og vit hava so nógv góð minnir saman!
KRØKJA
Krøkjublómur í einum vasa er ein av vakrastu bukettunum úr føroysku
náttúruni. Tað eru bæði Anna Malan og eg samdar um
Myndir:Tjóðhild Patursson
Kandiserað krøkja
1 Eggjahvíta (pausturiseraðan)
1 dl Sukur
Uml 100 Krøkjublómur
Rør eggjahvítan smáskúmandi - ikki nógv, bara eittsindur.
Vend hvørjari krøkjublómu í eyggjahvítanum og síðani í
sukurinum. Legg blómurnar á eitt bakipappír og lat tær torna
í kuldaskápi. Kann taka langa tíð at torna, so gev tol. Goym
lufttætt.