hósdagur 23. juli 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
17
Sjokoláta-
krøkju-knas
Hvirla kandiseraðau
krøkjuna eitt lítið sindur.
Smelta góða sjokolátu,
ella ger tína egnu. Blanda
krøkjurnar uppí og lat
kólna.
Sjókolátan fær ikki so
nógvan smakk, men
kenslan millum tennirnar
tá ið tú bítir í, er herlig.
Te av krøkju
bløðum
Oftast eru tað bert vøkru
violettu blómurnar av
krøkjuni sum verða etnar.
Og tað er spell, tí bløðini
skapa eina góða grund í
urtatei. Tað smakkar ikki
av so nógvum, men leggur
ein góðan botn. Vit plaga at
blanda ymiskt annað uppí
eisini. Alt eftir hvat er tøkt.
1 krøkjulegg
1 spsk av brobber
Stoyt kókandi heitt vatn
útyvir. Lat kølna til lunka
áðrenn tú drekkur, tí tá
kemur smakkurin betur
fram.
Kandiserað krøkja sær fantastisk út sum pynt á sjokolátakøkur. Tit fáa tó ikki uppskriftina til
mína - á hesum sinni - men tit eru sjálvsagt vælkomin ein túr á Kunningarstovuna at smakka.