Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 18 Eldrabyrðan Ása Róin Eg haldi, at man skal fara burtur frá tankanum um aktivering fyri aktiverings skuld Okkara eldru skulu vera heima sum longst, samstundis sum tey fáa minni og minni heimahjálp. Í staðin fyri at fáa hjálp til tað, tey veruliga hava brúk fyri, fáa tey hjálp til tað, tey ofta fullvæl megna sjálvi. Og ongin hevur tíð til at tosa við okkara eldru, men vit duga væl at tosa ljótt um tey. So ljótt, at tað er lítið at ynskja sær at gerast gamal í Føroyum – at gerast partur av eldrabyrðuni. Og júst hetta við málburðinum, tá tað kemur til tey eldru, hevur Ása Róin gjørt eina áhugaverda kanning um í samband við sína ph.D.-ritgerð Eilen Anthoniussen E ldrabyrðan – eitt nýtt og ljótt orð, vit ov ofta nýta um okkara elstu borgarar. Tað helt Ása Róin eisini og setti sær fyri at kanna, hvussu tað veruliga er at gerast eldri í Føroyum. Hon starvast dagliga sum adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðisdeildini á Fróð­ skaparsetri Føroya, er upprunaliga útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur gjøgnum árini arbeitt nógv við eldri fólki. Hon hevði tískil eitt ávíst innlit í gerandisdagin hjá eldri fólki í Føroyum, áðrenn hon fór undir sína ph.d.-verkætlan, og hon dugdi at síggja, at tað var eitt grundleggjandi ósamsvar millum tær umstøður, sum okkara eldru borgarar hava at liva undir og so tann politiska hugburðin á økinum. Eg valdi at skriva mína ph.d.­- ritgerð um, hvussu tað er at gerast eldri í Føroyum við serligum fokusi á, hvussu tað verður tosað um okkara eldru. Hvat eldri fólk í Føroyum halda um at verða umrødd sum ein byrða í samfelagnum, og hvat skal til fyri at gera ein føroyskan aldurdómin góðan, greiðir Ása Róin frá. Hon vísir á, at tað er í heild­ar­ myndini av okkara eldru, at vit skulu broyta okkara hugburð til okkara eldru. At lurta eftir okkara eldru fyri at finna út av, hvussu tey veruliga hava tað, og hvat tey hava brúk fyri. Tí ofta standast misskiljingar av, hvat yngri fólk halda, at eldri fólk kunnu og vilja, bara tí tað ikki verður spurt nóg væl. Vit kenna tað frá mátanum, vit tosa við eldri fólk uppá. Vit gera okkum ómak við at tosa hart við tey, tí vit ikki rokna við, at tey hoyra serliga væl, og vit lata vera við at brúka fremmandaorð yvir fyri teimum, tí tað vænta vit ikki, at tey skilja. Í samband við verkætlanina fekk Ása í lag samstarv við universitet í Linnköping í Svøriki og fór í gongd við sjálvt kanningararbeiðið. Hon ferðaðist runt í landinum og gjørdi samrøður við fólk í aldursbólkinum 68 til 91 ár. Kravið var, at tey skuldu búgva heima og vera mentalt væl fyri. Hon hevði sett sær fyri at fáa svar uppá nøkur útvald evni í samband við at gerast eldri, men í høvuðsheitum vildi hon helst lata tey greiða frá sum mest sjálvi, so hon kundi fáa eina mynd av, hvat veruliga upptók tey í teirra gerandisdegi. Og út frá hesum samrøðunum kundi eg so draga fram nøkur evni, sum vóru gjøgnumgangandi og afturvendandi, og sum eg kundi arbeiða víðari við, greiðir hon frá. Hvat er heim fyri teg? Eitt av teimum avgerandi og áhuga­ verdu evnunum, ið komu til sjóndar í samrøðunum hjá Ásu Róin, var fatanin av hvat ’heim’ er fyri tann einstaka. Kanningin hjá Ásu Róin vísti nevniliga, at tað var stórur munur á, hvat vit fata sum okkara heim. Heim er ikki endiliga húsið, tú býrt í. Heim kann eisini vera bygdin ella oyggin, tú býrt í, og sum tú uppfatar sum títt heim. Tað, sum eg fekk at vita, var at fleiri av teimum eldru á bygd ella á útoyggj heldur vildu doyggja enn at flyta inn á eitt ellis­ heim í Havn, og harvið flyta burtur frá sínum heimi, greiðir Ása frá. Øðrvísi var tað fyri fólk í høv­ uðsstaðnum, ið ikki sóu tað sum ein trupulleika at fylla út eina umsókn um pláss á einum ellisheimi. Fyri tey vildi tað ikki broytt so nógv í gerandisdegnum, tí tey vildu fram­ vegis havt síni kæru og sína familju tætt at sær. Eitt annað evni í samband við orðið ’heim’ er sjálv heimarøktin. Frá politiskari síðu verður lagt upp til, at okkara eldru skulu vera heima sum longst. Men samstundis verður skorið og skorið í heimarøktini, sum er við til at gera tað møguligt at vera búgvandi heima. Og samstundis byggja vit dýr røktarheim sum ongantíð fyrr. Ása Róin vísir á, at sum við so nógvum øðrum viðurskiftum í Føroyum, hava vit fingið gongd á byggingina av røktarheimum so seint, at onnur lond longu eru farin frá tí aftur. Røktarheimsloysnin er absolutt tann dýrasta loysnin av øllum. Og hví gera vit so stórar íløgur í røktarheim, samstundis sum vit ynskja okkara Tey flestu ynskja at vera virkin og halda fram við tí, tey altíð hava gjørt, hóast tað kanska er í einum øðrum tempo, enn tey eru von. Eingin vil vera ein byrða