hósdagur 23. juli 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
19
eldru at vera heima sum longst? Og
uttan yvirhøvur at kanna, hvat
okkara eldru ynskja sær? Hvat við í
staðin at gera tað liviligari at vera
heima sum longst við eitt nú at bjóða
døgnrøkt? Tað gera tey aðra staðni,
og tað er bíligari enn nakað røktar
heimspláss.
Ymiskan tørv
Ása kann nevna fleiri dømi, har
hjálpin til eldri kemur á eitt skeivt
stað. Eitt nú hevur sparingin av
reingerð, sum tvingar brúkararnar
at keypa sær reingerðarhjálp, verið
fyri hørðum kritikki, og tað er í
sjálvum sær mótsigandi, at ein ikki
fær hjálp til at dustsúgva trappurnar,
men í staðin fær hjálp til persónliga
reingerð, sum ein kanska er fullvæl
førur fyri at taka sær av sjálvur.
Somuleiðis gevur tað lítla meining,
at fólk kenna seg noydd at sita
heima um kvøldarnar og bíða eftir
heimahjálpini, sum kemur klokkan 19
fyri at gera ein kláran at fara í song,
tá tað júst er um kvøldið, at ein er væl
fyri til at fara út.
Her er altso okkurt ravruskandi
galið. Og ofta vísir tað seg at vera ting,
sum eru kropsliga tung, ið tey eldru
ynskja sær hjálp til, men sum tey ikki
fáa. Eitt nú til at skumpa kava av
trappunum ella bara til at keypa inn.
Tað kann vera ein stór hjálp, at onkur
tekur eina hond í við innkeypinum,
tá ein ikki orkar so væl at bera
posarnar ella er illa gongd, vísir hon
á.
Men hjálp við tí praktiska er ikki
alt. Í einhvørjari viðgerð av ein
skildum samfelagsbólkum, er tað
týdningarmikið at skilja, at vit eru
ymisk og fjølbroytt, og at vit øll hava
ymiskan tørv. Hetta er ikki øðrvísi
fyri tey eldru í okkara samfelag. Tey
flestu ynskja at vera virkin og halda
fram við tí, tey altíð hava gjørt, hóast
tað kanska er í einum øðrum tempo,
enn tey eru von.
Tá eg spurdi tey, hvussu tey høvdu
tað við at gerast eldri, søgdu tey
flestu, at tey ikki hildu seg vera
gomul. Hóast tey vóru givin við at
arbeiða, vóru tey ikki inniløgst. Tey
vóru framvegis virkin, møguliga bara
á ein annan hátt. Kanska fingu tey
ikki so nógv av skafti sum fyrr, men
tey høvdu framvegis dagligar rutinur
sum at geva hønunum, seta seg við
stokkunum ella annað av týdningi
fyri tey.
Kroppurin eldist
– ikki sinnið
At hava eitt netverk er næstan ein
sjálvfylgja í Føroyum. Um ein ikki
hevur familju, ið kann taka eina hond
í av og á, er ein næstan prísgivin. Og
tað sást meiri enn so í kanningunum
hjá Ásu, at eldri fólk á bygd, ið høvdu
børn í Havn til dømis, royndu at fáa
foreldrini til Havnar at búgva, so tey
høvdu ein betri møguleika at hjálpa
teimum.
Men fyri tey eldru á bygd, var tað
absolutt síðsti møguleiki, tí í Havn
situr man bara í hvør sínum húsi og
hyggur út á vegin. Øvugt hildu eldri
fólk í Havn, at teirra javnaldrar á bygd
ikki høvdu annað at ganga upp í enn
bingo og bindiklubbar.
So ymiskt kann tað vera at gerast
eldri, og tað er nevniliga hendan
fatanin av eldri og teirra fjølbroytni,
ið vit skulu taka fatur í, tá vit skulu
tryggjað okkum ein góðan aldurdóm
í landinum. Eldri hava líka ymisk
áhugamál, sum yngri fólk. Eingin
verður føddur gamal. Ein eldist alt
lívið. Og fyri tí um kroppurin ikki vil
tað sama, sum hann eina ferð kundi,
er sinnið tað sama. Tað er tí
umráðandi, at vit læra okkum at
síggja okkara eldru sum sjálvstøðug
individ og ikki sum ein homogenur
bólkur av fólki við einum og sama
tørvi.
Eg haldi, at man skal fara burtur
frá tankanum um aktivering fyri
aktiverings skuld, har man tvingar
fólk í gjøgnum venjingar, ið tey
kanska slettis ikki eru áhugað í. Í
staðin skulu vit taka útgangsstøði í,
hvat er gott fyri tann einstaka í teirra
lívið. At seta spurningar til tann
einstaka um, hvat kann gera
gerandisdagin betri fyri júst teg, í
staðin fyri at trútta eitt modell niður
yvir fólk, ið ikki ynskja tað fram
manundan.
Soleiðis kunnu vit skapa virðing
fyri okkara eldru borgarum og í síðsta
enda broyta okkara fatan av at eldast
til nakað positivt.
Álitið er klipt-og-klistrað
Í 2010 gjørdi Almannaráðið eina
spurnarkanning, ið varð send út til
borgarar, har teir skuldu svara
spurningum
um
heilsu,
liviumstøður og trivnað. Men
Ása vísir á, at í tí kanningini
vóru spurningarnir so gjølla
valdir út, at tað ikki var rúm
hjá borgarunum at koma til
orðanna sjálvir um tey
viðurskifti, ið veruliga
kundu
ávirka
teirra
gerandisdag. Úrslitini av
kanningini hjá Ásu Róin lata
tískil upp fyri einum meiri
fjølbroyttum kjaki um eldraøkið í
Føroyum, ið so innlýsandi er fult av
loysnum og tilboðum, ið raka við
síðuna av. Sambært Ásu er tað
innlýsandi, at tørvurin hjá teimum
eldri er ein annar enn tann, sum
politiski myndugleikin hevur snið
givið til okkara eldru.
Tá eg siti og lesi álitið til eldraøkið
í Føroyum, dugi eg at síggja, at tað er
klipt og klistrað frá WHO- og ST-
sáttmálunum og sett saman til eitt
álit um eldrarøkt í Føroyum. Og tað
vil siga, at vit hava eitt modell, sum
slettis ikki passar til okkara samfelag.
Tí Føroyar er eitt serligt øki, vit eru
eitt lítið oyggjasamfelag á undir
50.000 íbúgvar, og vit hava bæði býir
og smáar bygdir at taka hædd fyri. Tí
mugu vit eisini finna eitt modell, ið
passar til okkara tørv, sigur Ása.
Ph.d.-verkætlanin hjá Ásu Róin
skal verjast 4. septembur. Verk
ætlanin er sett saman av fýra
vísundaligum greinum, ið verða
prentaðar í vísundatíðarrit. Men sjálv
ætlar Ása sær at brúka sítt tilfar til at
ávirka og menna eldraøki í Føroyum.
Umframt at arbeiða við sjálvum
evninum, hevur tað verið áhugavert
at sæð, hvat hendir, tá ein tekur
loysnir frá øðrum samfeløgum, har
infrakervið er so øðrvísi enn her hjá
okkum. Úti í Hesti er bygdin næstan
avfólkað, tí tey eldru fara á ellisheim
í Havn. Og tað er tað, sum fer at
henda framyvir, um vit ikki gera
nakað við eldraøkið nú. Spyrt tú meg,
skuldi man í staðin bjóðað heimahjálp
døgnið runt úti í Hesti, har ein
heilsufrøðingur fær eitt hús at búgva
í, samstundis sum hon ella hann
hevur brúkarar at taka sær av.
Eftir hennara meting eru tað fólk
á bygd, ið eru ringast fyri, tí tey sleppa
ikki at vera verandi har, tey koma frá.
Men hon viðurkennir, at tað er eitt
politiskt sats at broyta hesi tingini.
Í staðin fyri at satsa so einsíðugt
uppá røktarheim, skuldi man heldur
syrgt fyri at útbyggja heimarøktina,
og framyvir nýtt ‘tey tómu
røktarheimini’ til lestraríbúðir. Á
tann hátt verða bæði tey eldru og
yngru hoyrd.
FAKTA:
Granskari: Ása Róin
Starv: Adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðisdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Stuðul: 977.966 krónur frá Granskingarráðnum
Samstarv: Linnköping Universitet
Hvørjum granskar tú í?
Í summar fara vit at seta fokus á gransking í Vikuskiftissosialinum. Komandi seks vikurnar fært tú soleiðis innlit í, hvat klóku
heilarnir í landinum sita og arbeiða við. Evnini spenna víða, heilt frá gøtunøvnum til barnsburðartunglyndi, men felags fyri
allar seks granskarar er, at teir hava fingið føroyskar granskingarpengar frá Granskingarráðnum. Góðan lesihug!
Tá eg siti og lesi álitið til
eldraøkið í Føroyum, dugi
eg at síggja, at tað er klipt
og klistrað frá WHO- og ST-
sáttmálunum og sett saman
til eitt álit um eldrarøkt í
Føroyum
Eldri fólk í Havn halda, at teirra javnaldrar á bygd ikki hava
annað at ganga upp í enn bingo og bindiklubbar, sigur Ása Róðin
Myndir: Finnur Justinussen / Fotostudio