leygardagur 24. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 140 - 24. juli 2004
Nr. 140 - 24. juli 2004
3
Talið omanfyri av
ikki donskum ríkis-
borgarum í 2003
kann finnast í al-
menna hagtalsverk-
inum fyri Føroyar,
sum er útkomið við
feskum tølum
HAGTØL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
330 blaðsíður við talvum,
tølum og yvirlit yvir øll
hugsandi og óhugsandi
viðurskifti eru at finna í
nýggjastu árbókini fyri
Føroyar. Hon hevur tøl
fram til 2003 og kallast ár-
bókin fyri 2004.
Umframt at vera hent hjá
fjølmiðlum í agurkatíðini,
siga útgevararnir eisini, at
bókin kemur væl við hjá al-
menninginum og ikki minst
til skúlabrúk. Í sambandi
við skúlabrúk eru 13 smærri
hefti útgivin, ið taka støði í
at arbeiða við tølum í ár-
bókini.
Kaga vit á nakrar av
teimum mongu síðu-
num, so kunnu vit
millum annað nevna,
at hin 1. januar 2004
vóru 2.665 fólk við
eftirnavninum Joen-
sen í Føroyum, og
tað er sostatt tað
mest vanliga eftir-
navnið í Føroyum.
Hans og Anna eru
mest vanligu fólka-
nøvnini. Fyri fólk,
sum á fyrsta sinni sóu
dagsins ljós í 2003, vísir
tað seg at vera somu nøvn,
sum eru best umtókt. Ein
orsøk er sjálvandi, at
nøvnini ofta eru lið í
tvínavni. Føroyskum for-
eldrum dámdi eisini væl í
fjør at kalla síni børn Jónas,
Martin og Rebekka.
Eisini sæst at lesa í
nýggju árbókini, at mun-
andi færri fólk fluttu til
Føroya í fjør. Í 2003 fluttu
1.550 fólk til Føroya og
1.321 fluttu úr Føroyum.
Tað merkir, at nettotilflyt-
ingin var 229 fólk Hetta er
tann lægsta nettotilflytingin
síðani 1997 og ein 47%
afturgongd síðani í fjør.
Fráflytingin hevur verið
rættiliga støðug seinastu
fýra árini, men tilflytingin
minkaði við 189 fólkum í
fjør í mun til 2002.
Tað er Føroya skúlabóka-
grunnur, ið gevur árbókina
út, í samstarvi við Hag-
stovu Føroya. Ingi Joensen
hevur gjørt permumyndina.
Hestprent hevur umbrotið
og prentað.
982 útlendingar
í Føroyum
Árbók fyri Føroyar
2004 er almenna-
hagtalsverkið fyri
Føroyar og er júst
útkomið
– Vit hava ikki gjørt
nakran feil, og tískil
hava vit heldur einki
at rætta, sigur Lotte
Mejlhede, undirstjóri
á TV2 tíðindadeildini
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Málið viðvíkjandi innslag-
num hjá TV2 um danskar
og føroyskar fiskimenn og
inntøkur er aftur dottið av
skíggjanum, og eftirspælið
verður eftir øllum at døma
ikki tað nógva.
Alt byrjaði við at TV2
sendi eitt innslag við boð-
skapinum,
at
føroyskir
fiskimenn forvinna í miðal
664.000 krónur eftir skatt.
Tað vísti seg seinni, at TV2
sipaði til tøl fyri nótaskip í
2001. Hetta skapti øsing í
Føroyum ikki minst tí í
sama
viðfangi
úttalaði
Christian Thulesen Dahl,
formaður
fyri
fíggjar-
nevndina í Fólkatinginum,
at ein tílík støða gjørdi tað
neyðugt at seta blokk-
stuðulin til Føroya ovast á
politisku dagsskránna.
Men TV2 ætlar sær ikki
at rætta nakað.
– Vit hava ikki gjørt nakr-
an feil, og tískil hava vit
heldur einki at rætta, sigur
Lotte Mejlhede, undirstjóri
á TV2 tíðindadeildini.
Men Lotte Mejlhede sig-
ur seg harmast um, at hend-
an støðan hevur tikið seg
upp. Hon sigur seg hava
virðing fyri, at málið hevur
munandi størri áhuga og
týdning fyri Føroyar enn
fyri Danmark og danir.
– Í bakljósinum kunnu
vit siga, at vit áttu at verið
meira nágreinilig og sagt,
at vit samanbóru tey fiski-
menn, ið vinna mest í Før-
oyum og í Danmark, sigur
Lotte Mejlhede.
Spurd um hon heldur, at
hyggjararnir sita eftir við
einari rættvísari mynd, tá
fiskimenn við nótaskipum
mynda seks prosent av
samlaða manningartalinum
við størru føroysku skip-
unum?
– Tað kann vera, at tey,
sum ikki hava lurtað nóg
væl eftir gera tað, men eg
haldi innslagið vera í lagi,
og vit siga einki skeivt, sig-
ur Lotte Mejlhede.
Viðgera klagu
Formaðurin fyri Føroya
fiskimannafelag, Óli Jacob-
sen, sendi fyrr í vikuni
donsku sjónvarpsrásini eina
klagu um innslagið.
Lotte Mejlhede sigur, at
klagan nú verður viðgjørt
eftir teimum vanligu manna-
gongdunum. Men fyrst
sleppur Óli Jacobsen at út-
greina sína klagu nærri.
– Vit hava skrivað aftur
og biðið um at fáa nágreini-
liga at vita, hvat klagað
verður um, sigur Lotte
Mejlhede.
Klagan verður í fyrsta
viðfangi viðgjørd hjá henni
sjálvari. Hon hevði ábyrgd-
ina av tíðindafluttninginum
hetta kvøldið, innslagið
varð sent.
Millum Fiskimannafelag-
ið og TV2 stendur nú orð
móti orði. Fiskimanna-
felagið heldur fast við, at
teir ikki hava havt samband
við TV2 og útvega teimum
nøkur, men TV2 sigur seg
hava fingið leiðbeiningar
frá Fiskimannafelagið um
at finna tey neyðugu tølini
á heimasíðuni hjá Fiski-
mannafelagnum.
TV2 rættar einki
Óli Jacobsen hevur fingið aftursvar frá TV2, har biðið verður um, hvat ítøkiligt klagað verður
um. TV2 heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2
Sær ljósari út
hinumegin markið
OLJULEITING
Jan Müller
Hóast tøgn hevur valdað
leingi á Atlantsmótinum, so
er okkurt, sum bendir á, at
ljósglottar eru í leitingini
eftir kolvetni, í hvussu er
vestan fyri Hetland og heilt
upp at føroyska markinum.
Eitt oljusamtak við Ame-
rada Hess, ChevronTexaco,
Dong og OMV er júst
liðugt við ein avmarkingar-
og leitingarbrunn skamt frá
føroyska markinum, í tí
fundinum, sum varð gjørt
fyri góðum ári síðani og
sum nevnist CAMBO. Tað
er ómetaliga torført at fáa
nakrar upplýsingar yvir-
høvur um úrslitið av hesum
sera spennandi og áhuga-
verda brunninum, men
okkurt kundi bent á, at
talan er um eina gevandi
boring og positiva boring.
Fyristøðufelagið hevur tó
onga viðmerking til nýggja
brunnin.
Men um so er, at seinasta
boringin staðfestir tað, sum
feløgini longu hava vitað,
nevniliga at talan er allar-
helst um eitt lønandi fund,
so kann hetta fáa stóran
týdning fyri leitingina sum
heild á Atlantsmótinum.
Hetta ikki minst tí at talan
her er um eitt nýtt slag av
"play" modelli. Tvs. at olju-
feløgini her brúka eitt heilt
annað arbeiðsmodell enn
talan var um longur syðri,
eitt nú í Gullhorninum.
Cambofeltið, sum nú er
vorðið betri kannað, kann,
um talan veruliga er um eitt
stórt og lønandi fund, hvat
mangt kundi bent á, fáa
veruliga gongd á aftur leit-
ing á Atlantsmótinum og
hvat er mest týdningarmik-
ið, tað kann birta nýggjar
vónir hjá oljufeløgunum og
myndugleikunum. Um
Cambo veruliga er eitt stórt
lønandi oljufelt, og tað
verður bygt út, so merkir
hetta oljuframleiðslu beint
við føroyska markið og tað
í einum øki, sum feløgini
meta líkist nógv teigunum,
sum føroyingar fara at luta
út í 2. rundu. Men vit skulu
heldur ikki gloyma, at hetta
liggur rættiliga tætt upp at 9
ára loyvinum hjá Agip
(ENI) og Føroya Kolvetni.
Lata vit Cambobrunnið
liggja fyri fyrst, so er eisini
talan um eina áhugaverda
borgin
longur
eystari.
Laggan gassfundið, sum
varð gjørt fyri nøkrum
árum síðani, tykist nú aftur
at vera sera áhugavert. Ein
nýggjur brunnur er júst
boraður í hesum feltinum
og sambart keldum í olju-
heiminum, eitt nú oljublað-
num Uppstream, so skal
boringin vera væleydnað
og kann møguliga enda við
fyrstu útbygging av gass-
felti vestan fyri Hetland.
Hetta eru sera góð tíðindi
fyri oljufeløgini, sum eru
við og fylgja við tilgongd-
ini á Atlantsmótinum. Tað
er Total, sum er fyristøðu-
felag og verður talan um út-
bygging, hvat okkurt longu
nú kundi bent á, so verður
rørleiðing løgd inn til Het-
lands og víðari higani til
Skotlands.
Men áhugaverdu tíðind-
ini um Atlantmótið eru ikki
liðug við Cambo og Lagg-
an. Í løtuni borar West Na-
vigator brunn fyri Chev-
ronTexaco, Statoil, Dong
og OMV longur norðuri og
skamt frá markinum. Sum
skilst kunnu fyrstu úrslitini
av hesi boringini koma
longu í næstu viku. Men
eisini her er talan um "tight
hole status", so ivasamt er
um nakað kemur út.
Og um ein mánað ella so
fer BG saman við eitt nú
Atlants Kolvetni at bora
brunnin Bedlington heilt
har suðuri við markið.
So hóast lítið og einki
virksemi er á landgrunn-
inum við undantaki av
seismiskum kanningum, so
kann nógva virksemið beint
hinumegin markið og góð
úrslit hagani fáa alstóran
týdning fyri leiting á land-
grunninum í framtíðini.
Tað er greitt, at almennir
upplýsingar um fund á
bretskum øki nær markin-
um kunnu fáa sera positiva
ávirkan á eina komandi
rundu her hjá okkum og
eisini fyri 22. runduna á
bretskum øki. Men nógv
bendir á, at oljufeløgini, um
tey gera fund, vilja halda
kortini tætt at sær, tí tað
kann vera ein fyrimunir fyri
tey, tá bjóðast skal uppá
nýggjar teigar báðumegin
markið. Men Laggan bor-
ingin, hóast hon liggur nak-
að longur eystari á bretsk-
um øki, kann tó skunda
undir menning av gass-
framleiðslu, sum aftur kann
gagna okkum uppá longri
sikt, og er talan um stað-
festing av Cambofundinum
sum eitt veruligt lønandi
oljufund, so vil eisini tað
fáa ikki minst stóru olju-
feløgini at tevja kolvetni í
føroysku
undirgrundini
eisini.
Oljuleiting á
Atlantsmóti