leygardagur 24. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 140 - 24. juli 2004
Nr. 140 - 24. juli 2004
5
Í Smiðjuni í Lítluvík
letur upp í dag nýggj
framsýning um býar-
menning í Havn. Tal-
an er um tíðarskeiðið
1856-1954. Tað er
Landsskjalasavnið og
Býarsavnið, ið skipa
fyri
FRAMSÝNING
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Í dag, leygardag, letur upp
framsýning í Smiðjuni í
Lítluvík. Tað er ein fram-
sýning um býarmenning í
Havn í tíðarskeiðnum 1856
- 1954.
Tað er Landsskjalasavnið
og Býarsavnið, ið hava lagt
framsýningina til rættis.
Tveir av høvuðsmonn-
unum handan framsýning-
ina eru Sámal Tróndur
Finnson Johansen og Er-
land Viberg Joensen. Teir
hava fingið køna hjálp frá
Finni Johansen.
Býarvøkstur
– Tíðarskeiðið er valt út frá,
at í 1856 fór bygginevndin,
Thorshavns
Bygnings-
kommision, at virka, og í
1954 kom løgtingslógin um
býarskipanir og byggisam-
tyktir í gildi.
– Vit royna við okkara
framsýning at lýsa, hvussu
býurin er vaksin og hevur
ment seg ígjøgnum umleið
100 ár, siga teir báðir, Sám-
al Tróndur Finnson Johan-
sen og Erland Viberg Joen-
sen.
Framsýningin
er
sett
saman av skjølum, mynd-
um og kortum, sum eru
savnað saman úr byggi-
nevndini, Landsskjalasavn-
inum og skjalasavninum
hjá býráðnum. Elsta tilfarið
er funnið á Landsskjala-
savninum, og yngsta tilfar-
ið er funnið fram á skjala-
savninum hjá býráðnum.
Fjølbroytt
Talan er um eina fjølbroytta
framsýning, sum hevur
nógvar áhugaverdar mynd-
ir, kort og skjøl.
Millum annað kann ein
síggja eina býárætlan fyri
Tórshavn frá 1867. Tá
gongur Havnin bert niðan
til Vaglið.
– Í 1867 varð ætlanin at
gera eina regulering fyri
býin. Húsini stóðu sum best
bar til, og tí skuldi alt regu-
lerast. Av tí, at bygginevnd-
in ikki hevði ráð at gera ar-
beiðið sjálvt, varð bíðað, til
fólk sjálvi skuldu byggja
um. Tí varð ætlanin ongan-
tíð rættiliga til nakað.
Reguleringin vísir ein ný-
mótans leist at modernisera
býin uppá, greiðir Sámal
Tróndur frá.
Sjálvt
hugskotið
um
framsýningina er umleið
tríggjar mánaðir gamalt, og
seinastu tíðina hava ar-
beiðsdagarnir verið rætti-
liga langir.
– Vit royna eisini at lýsa,
hvussu býurin formar seg,
tá vit koma inn í 20. øld,
siga teir báðir.
Har kann millum annað
síggjast eitt uppskot hjá
HCW Tórgarð arkitekti um
íbúðarhús íFøroyum.
Beinar linjur
Fyrst í 20. øld komu tað,
teir báðir kalla fyri »beinar
linjur« inn í býarmyndina.
Tað vil siga, at byrjað varð
at leggja gøtur beint soleið-
is, at tað gjørdist lættari at
leggja kloakk- og vatnleið-
ingar.
Millum mongu tekning-
arnar er millum annað ein
forvitnislig tekning um um-
sókn at byggja kiosk á
Vaglinum.
Framsýningin letur upp í
dag, leygardagin 24. juli og
heldur fram til 1. august.
Opið er allar dagar frá 14-
20.
So tey, ið hava hug at
síggja Havnina á ein øðr-
vísi hátt, kunnu leita sær
oman í Smiðjuna á Lítlu-
vík.
Út er komin fyrsta
føroysk-italska
orðabókin. Tað er
italumaðurin Gian-
franco Contri, sum
hevur gjørt orða-
bókina í samstarvi
við fleiri fólk
ORÐABÓK
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Føroya Fróðskaparfelag
gevur í samstarvi við
Orðabókagrunnin nú út
føroysk-italska orðabók.
Talan er um eina orða-
bók, ið telur 14.850 leiti-
orð við týðingum og
dømum. Hon telur til-
samans 636 síður.
Tað er italiumaðurin,
Gianfranco Contri, sum
seinastu 10 árini hevur
sitið og arbeitt við orða-
bókini. Fyrstu ferð hann
var í Føroyum var fyri
góðum 20 árum síðani,
og hevur hann síðan vitj-
að javnan til landið. Í
1995 kom hann aftur til
Føroya at leggja lunnar
undir orðabókina, sum í
dag er veruleiki.
– Eg minnist, tá eg
fyrstu ferð var í Føroy-
um. Tá fór eg inn í ein
bókhandil og spurdi eftir
eini
føroysk-italskari
orðabók, men hon var
sjálvsagt ikki til, segði
Gianfranco Contri á mót-
tøku í Føroyamálsdeild-
ini á Fróðskaparsetri Før-
oya seinnapartin hósdag-
in.
Nógv fólk hava havt
tilknýti til orðabókina, og
tað sást eisini aftur á
Føroyamálsdeildini hós-
dagin, tá loftið var full-
sett.
Ein dreymur
Endamálið við orðabók-
ini er at geva fólki í Italia
og Føroyum eitt amboð,
sum tey kunnu brúka til
at vita meira um mál og
mentan hvør hjá øðrum.
Snotiliga orðabókin er
í lummastødd, fyri at hon
skal vera løtt hjá ferðandi
at hava uppi á sær.
– Ein kann siga, at
hetta er ein dreymur, sum
er vorðin til veruleika,
segði Gianfranco Contri
á móttøkuni. Tosað var á
italskum, føroyskum og
enskum, so tryggjað var,
at øll tey, ið tilstaðar
vóru, skiltu, hvat gekk
fyri seg.
Gianfranco Contri legði
dent á, at tað vóru nógv
fólk, ið hava verið sera
týdningarmikil fyri at
orðabókin kundi gerast
veruleiki. Seinastu tíðina
hevur hann havt sætið á
Fróðskaparsetrinum, har
hann hevur arbeitt við
orðabókini.
Samstarvað hevur ver-
ið við Jógvan í Lon Jacob-
sen, Eyðun Ranváarson
Jensen, Óla Mortensen,
Galileo Ferraresi, Mas-
simo Lazzerini og Heina
Justinussen.
Tað er Ole Wich, ið
hevur gjørt kápumynd-
ina, og hann hevur annars
eisini staðið fyri grafikk-
inum. Einars Prent hevur
umbrotið, prentað og
heft.
Føroysk-italska orða-
bókin kostar 320 krónur í
bókhandlunum.
Fyrsta føroysk-
italska orðabókin
Gianfranco Contri kundi hósdagin errin vísa fram fyrstu
føroysk-italsku orðabókina, sum hann sjálvur er
høvuðsmaður fyri
Mynd: Jens Kr. Vang
100 ára býarmenning í Havn
Sámal Tróndur Finnson Johansen frá Landskjalasavninum(v.m) og Erland Viberg Joensen eru høvuðsmenninir handan
framsýning um 100 ára býarmenning í Havn, sum í hesum døgum er í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
OPEL VECTRA, TURBO-DIESEL
Árg aug. 1998, Km 119.000. Kr.
116.000 – El-rútar, el-spegl, hita í
setrunum, CD, fjarstýrt sentrallás. Kr
96.000 uttan bil í býti.
VOLVO 460, 1,8
Árg sep. 95, Km 81.000. Kr. 75.000
– bl. Leðursetur, el-rútar, el-spegl,
centrallás, hæddarstilling av før-
arasetri, hita í setrum. Sær gott út.
OPEL ASTRA 1.8 STATIONCAR
Árg okt. 95, Km 85.000. Kr. 76.000
El-spegl, centrallás, sportsetur. Í góð-
um standi. Kr 65.000 uttan bil í býti
VOLVO 440, 1,8
Árg 1996, Km 76.000. Kr. 89.000 –
el-rútar, el-spegl, hita í setrunum,
VOLVO sportfelgur, fjarstýrt sentral-
lás, spoilara aftan.
MAZDA E2200 DIESEL
Árg mai `97, Km 121.000. Kr. 79000
við MVG – Høgur. Sertilboð.
GOLF TURBO DIESEL
Árg okt ´1995, Km 214.000. Kr.
84.000 – El-sóltak, Remus-tunings-
útstoyt, hæddarstillað førarasetur,
v.m. Nýsýnaður.
NISSAN ECO T-100
Árg des.1996, Km bert 35000. Kr.
Nú: 79.000 + MVG – Sum nýggjur!
Ger kvetti.
VW PASSAT TDI
Árg jan. 2002, Km 94.000. Kr.
229.000 – Automat gear, el-rútar,
el-spegl, centralás, hæddarstilling
av setrum framman.
VOLVO S40 2.0 AUT. GEAR
Árg okt. 2000, Km einans 40.000.
Kr. 178.000 – Fartpilot, air-condi-
tion, centrallás, el-rútar, el-spegl.
Hita í setrum, hæddarstilling, alu-
felgur. Vetrardekk á alufelgum
fylgja við. Verður seldur fyri kunda.
MK606
CITROEN JUMPER
Árg 37073, Km 123.000. Kr. 129.000
v/mvg – El-rútar, el-spegl, alufelgur.
Høgur og rúmligur bilur, sera góður
til arbeiðsbrúk.
RENAULT MEGANE
STATIONCAR
Árg dec. 99, Km 115.000. Kr. 115.000
– El-rútar, el-spegl, el-sóltak
FORD MONDEO
Árg 2001, Km 21.000. Kr. 225.000
– El-rútar, el-spegl, el-sóltak, fart-
pilot, air-conditon, radio v/6 fløgum.
Sera snøggur bilur. Nývirði 330.000.
VW GOLF 2,0 HIGHLINE
Svartur, Árg juli 02, Km 39.700. Kr.
195.000 – Útgerð: t.d. sóltak,
sportsetur, armlen, MP3 CD-spælara,
el-rútar, infosentur og sportfelgur.
Ein sera snøggur bilur
RENAULT MÉGANE RXT 1,6
Gráur, Árg des. 99, Km 104.000. Kr.
119.000 – Útgerð: t.d. sóltak.
aircon., fjarstýrt sent.lás, el-rútar, el-
spegl, hita í setrum og forrúti
VOLVO V40
Árg 9. mai ‘03, Koksgráur, koyrt
24.000 km. Sera væl útgjørdur.
Verður seldur fyri kunda. 250.000
kr.
SAAB 9-3 2.0
Árg 29. juli 98, silvur, koyrt 71.000
km. Seinasta sýn sept. 03. Fyri
kunda, 120.000 kr.
Hoyvíksvegur
tel 322110