Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juli 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 140 - 24. juli 2004 Nr. 140 - 24. juli 2004 7 stórum býi sum Sydney. Har eru allir møguleikar opnir, og eingin heldur tað vera løgið um tú tekur av tilboðunum. Her í Føroyum hevði eg nokk ikki torað at søkt um at vera við í einum vieolagið ella at fingið mær ein agent. Í stórbýnum ert tú nógv fríari, og eingin er sum slatrar, hvørjaferð tú flytur teg, sigur Nicolaj. Tey bæði staðfesta, at nógvu møguleikarnir er nakað, sum tey sakna nú, eftir at tey eru komin heim- aftur. Umframt góða veðr- ið! Út at fjakka við einum barni Eftir at hava verið í Sydney í uml. 3 mánaðar, fóru tey at ferðast runt í landinum. Tey flestu munnu hugsa, at tað mundi vera sera trupult, táið eitt so lítið barn var við, men tað halda tey bæði als ikki. – Vit løgdu eina rættiliga neyva ætlan um hvar vit skuldu, og so hildu vit bara ta ætlanina. Vit royndu at leggja tað so- leiðis til rættis, at vit koyrdu buss og tok um nátt- ina, so at vit svóvu ímeðan vit ferðaðust frá einum staði til annað. Tey greiða frá, at tey faktiskt fingu serbehandl- ing fram um teir fjakkarar, ið ikki høvdu barn við. Bæði á hotellum, vallara- heimum, í bussum og tok- um fingu tey tað allar besta, táið fólk frættu, at tey høvdu eitt lítið barn við. – Vit fingu altíð kamarið við tí størstu og bestu seingini, ella kamar við wc og brúsu. Í bussum, tokum og flog- førum fekk Jón altíð mat, bomm og leikutoy frá ar- beiðsfólkinum, sigur Sonja. – Tað, at fólk vóru so burtur í honum, gjørdi tað lættari fyri okkum, sigur hon. Í New Zealandi leigaðu tey sær ein bil og koyrdu runt alla norðuroynna. Tað dámdi Jón eisini væl, tí hann var púra burtur í øll- um tí spennandi, sum var at síggja. Hann sat bara og hugdi út ígjøgnum vind- eygað og kommenteraði alt, sum tey sóu á vegnum. – Í New Zealandi vóru vit og vitjaðu eitt føroyskt par, sum hevði børn. Tá var hann rættiliga glaður at sleppa at spæla við javn- aldrar aftur, men hann gramdi seg ongantíð um tað á túrinum, siga tey. – Onkra hendinga ferð spurdi hann okkum, um vit mintust hvussu deiligt tað var í Nólsoy, men tað var fyri so vítt tað. Hann var so upp- tikin allatíðina, at hann hevði als ikki tíð at leingj- ast heim, siga tey. Ímeðan tey vóru í Syd- ney, hevði Jón lært nakað av málinum ígjøgnum barnasjónvarpið og teknifilmar, og tey bæði halda, at tað hevur hjálpt honum, so at hann ikki longdist heim. Jón hevði eisini eitt myndaalbum við, við myndum av familjuni og vinunum. Hann hugdi ofta í tað, og tað hevur eisini gjørt sítt til, at hann ikki hevur spurt so ofta eftir teimum her heima, halda Sonja og Nicolaj. Spurd, um tey ikki sakn- aðu at hava eina barnagentu viðhvørt, siga tey, at tað kundi koma fyri. – Men vit tóku hann bara við alla- staðni og tað var einki pro- blem. Vit vóru m.a. til kon- sertir við Robbie Williams, Duran Duran og Enrique Iglesias. Hann helt tað vera forferdiliga spennandi, og nú kennir hann tónleikin aftur, um hann hoyrir hann í útvarpinum, greiðir Sonja frá. – Eg hugsaði onkuntíð um at biðja vinkonurnar ansa honum, men eg hugs- aði sum so, at nú var eg sjálv farin avstað við einum so lítlum barni, og so skuldi eg nokk eisini klára tað sjálv. Og tað gjørdi eg, staðfestir Sonja. Farið avstað! Um tey bæði skulu geva út- ferðarhugaðum fólki, sum setast aftur vegna børn, nøkur góð ráð, so munnu tað vera hesi: Farið avstað! Sonja sigur, at tað finnast fleiri hættir at ferðast uppá, og at hon t.d. aldri kundi funnið uppá at farið og ferðast við Jón, um hon ikki visti, at alt var væl skipað. Og har tekur Nico- laj undir við henni. – Summi fólk fara bara avstað, og so finna tey bara útav so hvørt, hvar tey sova um næturnar. Tað er fínasta slag, um man bara hevur seg sjálvan at hugsa um, men tað kann man ikki gera við einum barni. Men um tú skipar tað væl, so er eingin trupulleiki, heldur hann. Eitt annað ráð er ikki at hugsa seg um í ov langa tíð. – Savnið pengarnar, leggið ferðina til rættis og farið so avstað. Um man nýtur ov nógva tíð at hugsa seg um í, so endar tað sum oftast við, at man als ikki fer. Tað má vera eitt sindur spontant, heldur Sonja. Nicolaj brýtur av og sigur, at hansara ráð má vera at savna so nógvar pengar sum gjørligt, áðrenn farið verður avstað. – Tú hevur ongantíð ov nógvar pengar við, sigur hann. Eftir teir næstan fimm mánaðirnar í Australia, hava tey bæði veruliga fingið blóð uppá tonnina, og nú spæla tey sær við tankan um at fara avstað aftur. – Vit trivust heilt óalmindiliga væl har niðri, og vit hugsaðu eina tíð um slett ikki at koma heim- aftur. Men tá vóru tað ov nógvir leysir endar, sum vit máttu heim at orna áðrenn vit kundu búseta okkum hinumegin jørðina, greiðir Nicolaj frá. Men nú kundu tey væl hugsað sær at farið avstað aftur. Tá skuldu tey ikki fjakkað runt, men búsett seg og arbeitt har í longri tíð. Kanska eitt ár ella tvey. – Nicolaj hevur altíð dámt væl sjónleik og tí var tað faktiskt ein dreymur hjá honum at fáa ein agent at umboða seg. Hann hevur framvegis samband við agentin, sum fegin vil hava hann niðuraftur, so tað hevði verið stuttligt at givið tí ein kjans, sigur Sonja. – Mín dreymur er at sleppa at búgva har niðri, tí mær dámdi so væl. Hon heldur, at tað eru nógv fólk, sum skúgva allar sínar ætlanir og dreymar til viks, tá tey fáa eitt barn. Tað heldur Sonja vera forferdiliga synd. – Fyri tað um tú fært eitt barn, nýtist tær ikki at seta teg niður, fáa tær lán og hús, og surra teg fastari og fastari í gerandisdagin. Eg havi í øllum førum ongantíð sæð Jón sum eina forðing, tvørturímóti. Eg vildi aldrin verið hann fyriuttan, slær Sonja fast áðrenn hon heldur fram, – Sjálvsagt eru tað avmarkingar, men eg haldi avgjørt ikki, at eg eri noydd at droppa allar mínar dreymar, bara tí eg eri bliv- in mamma, sigur hon. – Faktiskt verða upplivingar- nar bara betri, jú fleiri fólk tú hevur at deila tær við, sigur hon at enda. Nógv fólk halda, at um tey fáa eitt barn, so eru tey noydd at sleppa øllum dreymunum, fáa sær lán og hús og at festa røtur onkustaðni. Men eingin sigur, at tú ikki kanst hava bæði børn og upp- livingar. Tað heldur Sonja Herietsdóttir, sum saman við sjeikinum Nicolaj Falck og tvey ára gamla soninum Jón, fór til Australia at síggja og uppliva verðina í hálvan fimta mánað SAMRØÐA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Sonja Herietsdóttir hevur altíð viljað sloppið út at ferðast. Hon bleiv við barn sum 18 ára gomul, men tað fekk hana ikki at sleppa dreyminum um stóru verð. – Ein dagin segði eg við Nicolaj, at eg vildi sleppa út at ferðast. At hetta veruliga var tað, sum eg vildi. Hann helt tíbetur, at tað var eitt gott hugskot, og so byrjaðu vit at fyrireika ferðina og samla pengar, greiðir hon frá. Fólk hildu tey vera svak- lig at fara so langt við ein- um so lítlum barni. Serliga ommurnar vóru keddar um, at tey ætlaðu at fara avstað við lítla ommusoninum, sum tá bert var tvey ára gamal. Men unga parið hevði tikið avgerðina. – Eg veit, at eg bara havi eina avmarkaða tíð, sum eg kann ferðast og rokast í, tí tá ið Jón skal í skúla, verði eg noydd at seta meg niður onkustaðni í 10 ár, inntil skúlin hjá honum er lið- ugur, sigur hon. – So eg var glað, at Nicolaj hevði hug at koma við, sigur hon. Hin 17. november í 2003 sótu Sonja og Nicolaj so í flogfarinum, við einum 2 ára gomlum barni. – Vit høvdu tikið avgerðina í felag, og vit ynsktu bæði at fara. Alt var væl fyriskipað, men eg hevði hóast alt summarfuglar í búkinum, sigur Sonja. – Serliga tí Nicolaj hugdi uppá meg, tá vit vóru á veg á flog og segði, "ja, nú fara vit". Tá haldi eg, at eg veruliga fataði, at vit vóru á veg avstað, sigur Sonja við ein- um smíli. Víðari sigur hon, at tað var ringt at trúgva tí, tá tey sóu kenda operahúsið fyrtsu ferð. Tástani fataðu tey veruliga, at tey vóru komin allan tann langa vegin, og at tey skuldu vera her í eina tíð. Sydney Tey ferðaðust ígjøgnum ein felagsskap nevndur Work& Travel, sum hevði ornað alt viðvíkjandi ferðini. Tey høvdu fingið uppihalds- loyvi, Nicolaj hevði fingið garanterað arbeiði innan nakrar fáar dagar og tey fingu eina íbúð í 4 dagar, ímeðan tey leitaðu eftir onkrum staði at búgva. Tað var fyrstuferð, at Work& Travel hevði sent eina familju avstað, og Sonja heldur, at tey kanska tóku sær eyka væl av teimum, orsakað av lítla Jón. Tey fingu ymsar sersømdir, og gjørdust eisini sera væl við onkur av starvsfólkunum har. – Fyrstu dagarnar í Syd- ney gingu vit runt í býnum og hugdu at uppsløgum, ið vístu tómar íbúðir. Vit hugdu at nógvum íbúðum, men summar vóru ov dýrar, aðrar ov skitnar o.s.fr. At enda funnu vit eina kines- iska damu, sum tørvaði onkran at búgva saman við. Hon hevði eina lekra íbúð, ovast í einum bygningi, við svimjihyli og stórari terassu. Hana fluttu vit so inn í. Í umleið 3 mánaðar búðu tey í Sydney. Nicolaj, sum hevði arbeiðsloyvi, fekk skjótt arbeiði hjá einum firma, ið setti kontórinn- búgv upp fyri fólk. Sonja gekk heima og ansaði Jón. Hon sigur, at tað als ikki var keðiligt at vera heima- gangandi í Sydney, tí tað var so nógv spennandi at síggja, at hon ikki hevði tíð at keða seg. – Var onkur dagur, har vit ikki ordiliga tímdu nakað, so fóru vit bara ein túr oman á strond- ina, sigur Sonja við einum droymandi eygnabrái. Tá Nicolaj hevði frí, nýttu tey meginpartin av tíðini til sightseeing. – Har er so ótrúliga dei- ligt. Tað gingu ikki meiri enn 3 vikur, so kendu vit býin eins væl og vit kenna Havnina, sigur Nicolaj. – Fólk eru sera hjálpsom og fitt. Sóu tey, at vit høvdu eitt kort í hondini, so komu tey at spyrja um okkum tørvaði hjálp. Tað var sjáldan, at vit vóru noydd at spyrja nakran, sigur hann. Sonja heldur fram – Eisini tað, at vit høvdu Jón við okkum, gjørdi, at vit komu í samband við nógv fólk. Tað vóru ótrúliga fá børn at síggja í Sydney, sum er ein handilsbýur burturav, og tað gjørdi, at tá fólk sóu hann, vórðu tey púra burtur í honum. Hann fekk so smekkfult av leikutoyi frá ymsum fólki, sum vit komu í samband við. Tað máttu vit alt lata liggja eftir, táið vit fóru út at fjakka, sigur Sonja. Tey greiða frá, at jólini vórðu hildin saman við trimum øðrum føroyingum, sum vóru í Sydney um tað mundi. Anna Petra Poulsen og Heidi Joensen, sum eru vinkonur Sonju og Fróði Clementsen, sum var og fjakkaði í Australia tá, komu heim til sonju og Nicolaj jólaaftan og á nýggjárinum. Jóaldagur varð hildin á strondini, við plastikkjólatræið, nissu- húgvum og grill. – Tað var ein rættiliga stuttlig og øðrvísi uppliving at halda jól í shorts, minnast tey. – Har gingu nakrir jólamenn á strondini í fullum jóla- mansbúna. Teir sóu út til at vera nakað heitir, staklarnir. Tey greiða mær frá, at jóladagur er tiltikin strond- dagur hjá fólki í Australia. – Tað var einastu ferð, at vit upplivdu nakran trupul- leika av at nýta almennu transportveginar. Men tað var bara tí, at tað vóru so nógv fólk, siga tey. Við í einum sjónbandalagi Meðan tey vóru í Sydney, kom Nicolaj nógv út ímill- um fólk. Hann arbeiddi úti hvønn dag, hvørja viku spældi hann fótbólt við ymsum australiumonnum og í røttum Hollywood stíli royndi hann eisini eydnuna innan sjónvarpsyrkið. Og mín sann, um tað ikki eydnaðist honum. – Eg sá eina lýsing, har tey sóknað- ust eftir fólki til eitt sjón- bandalag. Eg søkti bara til stuttleika – havi altíð spælt sjónleik her heima, og eg bleiv biðin av koma við upp á standandi fót. Tað var ein kendur australskur tón- leikabólkur og vit vóru nógv fólk, ið skuldu dansa á strondini, greiður Nicolaj frá. Eftir hetta, fekk hann sær ein agent, sum hann framvegis hevur samband við. Hann var til fleiri "auditions", var við í onkr- ari lýsing og tey øll trý vóru eisini í onkrari lýsing. Nógvir pengar eru at for- vinna innan lýsingar í Australia, og tað var sjálv- andi eisini nakað, sum lokkaði. – Eg haldi tað vera eitt stórt pluss við einum so At fjakka við einum barni Børn skulu ikki síggjast sum forðingar, halda Sonja og Nicolaj. Tey fóru við Jón, sum tá var tvey ára gamal, til Australia, har tey fyrst búðu í Sydney og síðani nýttu ein góðan mánað at fjakka í. – Honum dámdi væl , og var hugtikin av øllum tí spennandi, sum var at síggja, siga tey Mynd Jens Kr. Vang Her eru tey í New Zealandi. Nicolaj og Jón uttan fyri hobbaholuna hjá Frodo Baggins úr Lord of the Rings Jóladag á strondini. Standandi eru Anna Petra Poulsen og Fróði Clementsen. Húkandi eru frá vinstru Sonja, Nicolaj og Jón, og hinumegin jólatræið er Heidi Joensen. – Øll familjan á væl kendu Ramsey Street, har sendingin Neighbours var tikin upp C M Y K 7 6