leygardagur 24. juli 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 140 - 24. juli 2004
Nr. 140 - 24. juli 2004
9
Til Farodane City sóknast vit eftir avgreiðslufólki innan
skrivstovulutir at byrja skjótast gjørligt.
Starvsøki:
Sum partur av skrivstovumarknaðinum Farodane City
fevnir starvsøki fyrst og fremst um sølu og tænastu
innan skrivstovulutir - bæði við telefonavgreiðslu og
í handlinum.
Saman við handilsleiðaranum kemur tú herumframt at
hjálpa til við bíleggingum, vøruúrvæli, søluátøkum og
aðrari menning av handlinum.
Fyritreytir:
Vit vænta at tú hevur royndir innan sølu og handil, við
fyrimuni innan skrivstovulutir. Viðkomandi útbúgving
er ein fyrimunur, tó at størstur dentur verður lagdur á
at tú ert fyrikomandi og skyldurøkin. Herumframt
vænta vit at tú ert teldukøn/ur á vanligum brúkarastøði.
Vit kunnu bjóða:
Tú kemur í eitt avbjóðandi starv, har tú fært eina sølu-
og vøruúrvalsvenjing á høgum støði. Saman við nærum
50 starvsfeløgum kemur tú at mynda eina gamla, men
nútímans fyritøku í støðugari menning.
Løn verður ásett í samráð við leiðsluna.
Skrivlig umsókn saman við viðmælum/prógvum skal
verða okkum í hendi seinast mánadagin 26. juli 2004.
Farodane er 54 ára gamalt handils- og tænastuvirki,
sum í dag er millum landsins fremstu heildarveitarar
til skrivstovuna.
Virksemið fevnir um sølu og tænastu av framkomnum
KT-loysnum, skrivtovuinnbúgvi, skrivstovulutum,
umframt skeiðstovuna Kvasir.
Klinikkassistentur
Søkt verður eftir klinikkassistenti at byrja mánadag-
in 23. august 2004.
Talan er um fulltíðarstarv.
Við útbúgving hava fyrimun.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 1. august 2004.
Tannlæknastovan Hjá Unnur Jensen
Varðagøta 26
Box 3142 · 110 Tórshavn
Runavíkar
Skúlanevnd
Søkt verður eftir lærara til at undirvísa 12 tímar um
vikuna alt skúlaárið 2004/2005.
Talan er um avlopstímar, og í tímatalvuni eru 12
tímar við dreingjaítrótti.
Starvið er lønt samb. sáttmála ímillum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Møguligar umsóknir skulu vera skúlanevndini í
hendi í seinasta lagi 1. agusut 2004.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at ringja
447956/217331 ella 449975.
f. Runavíkar Skúlanevnd
Malan Rasmussen, tlf. 441842
Niðari Vegur · FO-660 Søldarfjørður
GSM telefonir
Tráðleysar
Til skip og bátar
Nokia - Siemens - Motorola
Ericsson - Panasonic
Siemens Dect.
Kunnu ikki avlurtast
NMT 450 - VHF telefonir v.m.
SØLA & TÆNASTA
Tjóðveldisflokkurin
fer at kanna, hvussu
tað ber til, at Jógvan á
Lakjuni hevur sett
Hans Johannus á
Brúgv í starvið sum
nýggjur skúlastjóri,
hóast Gestur Hov-
gaard varð mettur at
vera betri skikkaður
STARVSSETAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er sjálvsagt eitt
mál, sum vit fara at kanna
nærri.
Høgni Hoydal, formaður
tjóðveldisfloksins undrast á
mannagongdina, nú Jógvan
á Lakjuni hevur sett Hans
Johannus á Brúgv í starvið
sum skúlastjóri fyri sjó-
mannaskúlan og maskin-
skúlan.
Eitt er í hvussu so er heilt
greitt: Seinasta orðið er
ikki sagt í tí málinum enn.
Tað eru annars Tórbjørn
Jacobsen og Heidi Peter-
sen, sum eru talsfólk fyri
tjóðvldisflokkin í slíkum
málum, men hvørgin teirra
hevur verið at hitta.
Sjálvur kennir Høgni
Hoydal ikki nógv til málið,
men hann sigur, at sjálv-
andi fer flokkurin at kanna
starvssetanina nærri.
Hann hevur hug at sam-
anbera hesa starvssetanina
saman við málið, tá ið Ann-
lis Bjarkhamar setti Steffen
Stumman Hansen til lands-
fornfrøðing, hóast setanar-
nevndin metti, at Símun
Arge var best skikkaður.
Annlis Bjarkhamar legði
dent á nøkur onnur viður-
skifti enn setanarnevndin
gjørdi og tað var orsøkin til,
at hon gekk upp á tvørs av
setanarnevndini.
– Tá varð staðfest, at
Annlis Bjarkhamar hevði
borið seg rætt at. Somu-
leiðis staðfesti Løgtingsins
umboðsmaður, at hon hevði
onki skeivt gjørt. Kortini
mátti hon leggja frá sær.
– Høgni Hoydal sigur, at
uttan at hann kennir hetta
málið út í æsir, tykist tað
sum um at nú hevur Jógvan
á Lakjuni gjørt akkurát tað
sama og tað er eitt mál, sum
má kannast.
– Hetta er eitt rættiliga
prinsipielt mál: Teir flokk-
ar, sum nú eru í samgongu
gjørdu rættiliga nógv burt-
ur úr málinum um forn-
frøðingin og tað endaði við
at løgmaður sum var,
koyrdi landsstýriskvinnuna
frá væl stuðlaður av javn-
aðarflokkinum.
– Tað ljóðar sum at tað
kunnu dragast neyvar sam-
anberingar imillum hetta
málið og málið um forn-
frøðingin og tað vilja vit
hava greiði á.
Høgni Hoydal sigur, at
hann vil hava at vita um um
tað eru aðrar treytir gald-
andi fyri landsstýrisfólk hjá
tjóðveldisflokkinum
enn
fyri onnur landsstýrisfólk.
– Tá ið fornfrøðingurin
var fyri, gjørdi bæði fólka-
flokkurin
og
javnaðar-
flokkurin
rættiliganógv
burturúr
og
skuldsetti
landsstýriskvinnuna fyri at
hava brotið starvsfólkapoli-
tikkin, tí at hon ikki hevði
fylgt setanarnevndini.
– Tí virkar tað ómetaliga
løgið, at bara tað nú er í
lagið, at ein landsstýris-
maður kann gera tað sama,
uttan at tað fær avleiðingar,
sigur Høgni Hoydal.
Fara at kanna málið
um nýggja
skúlastjóran
Jóannes Eidesgaard
sigur, at setanarpoli-
tikkurin er hildin og
tí tekur hann avgerð-
ina hjá Jógvani á
Lakjuni til eftirtektar
STARVSSETAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Eg dugi ikki at síggja, at
nakað skeivt er farið fram.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, væntar ikki somu
gølu einaferð afturat, nú
nýggjur stjóri er settur fyri
samanløgdu sjómannsskúl-
an og maskinmeistaraskúl-
an.
Tað hevur vakt ans, at
landsstýrismaðurin
í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, hevur sett Hans
Johannus á Brúgv í starvið
sum stjóri fyri báðar skúlar-
nar.
Tað hevur hann gjørt,
hóast ein samd setanar-
nevnd metti, at Gestur Hov-
gaard, var betri skikkaður.
Og so eru tað mong, sum
eru farin at draga saman-
beringar
ímillum
hetta
málið og eina aðra starvs-
setan, sum elvdi til mikið
rok. Tað var, tá ið ein ann-
ars
landsstýrismaður
í
mentamálum,
Annlis
Bjarkhamar, setti Steffen
Stumman Hansen í starvi
sum landsforngfrøðing, hó-
ast setanarnevndin einmælt
mælti til at seta Símun
Arge.
Jógvan á Lakjuni hevur
kunnað landsstýrið um
avgerðina.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá lands-
stýrismanninum sjálvum.
Men Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, sum hevur eftir-
litið við landsstýrismonn-
unum, heldur ikki, at tað er
nakað at finnast at.
Hann sigur, at hann hevur
spurt um málið hjá lands-
stýrismanninum. Og so-
leiðis sum málið er lagt
fram fyri hann, er setanar-
politikkurin hjá tí almenna
hildin út í æsir.
Tá ið setanarnevndin
gjørdi sína innstilling metti
hon, at tveir av umsøkjar-
unum vóru skikkaðir til
starvið: Hans Johannus á
Brúgv og Gestur Hovgaard.
– Tá ið setanarnevndin
sigur, at hon metir at tveir
umsøkjarar eru skikkaðir,
hevur hon samstundis givið
landsstýrismanninum ein
møguleika at velja.
Men nevndin hevur eisini
mett, at Gestur Hovgaard
betri skikkaður til starvið.
Setir starvið
einsamallur
Løgmaður staðfestir, at tað
er landsstýrismaðurin, sum
er einsamallur setanar-
myndugleiki.
– Og hann hevur so lagt
dent á aðrar, sakligar for-
treytir. Og sakligar for-
treytir eru fortreytir, sum
eru lýstar í starvslýsingini.
Tað kann verða útbúgv-
ingar, leiðsluroyndir og
annað.
– Sostatt hevur landsstýr-
ismaðurin gjørt av at leggja
dent á nøkur onnur saklig
viðurskifti, enn enn setan-
arnevndin hevur lagt dent á.
– Hetta er eitt avgerð,
sum hann hevur rætt at
taka.
–
Landsstýrismaðurin
eigur avgerðina og hann
hevur sett starvið útfrá
nøkrum fortreytum, sum
eru sakligar og sum hann
heldur hava týdgning.
Løgmaður sigur, at hann
metir, at eftir tí, hann hevur
fingið upplýst, er talan
sostatt ikki um nakað sum
helst brot á almenna setan-
arpolitikkin.
Og einasta uppgávan hjás
løgmanni í hesum málið er
at tryggja, at setanin er far-
in fram sambært galdandi
setanarpolitikkinum og tað
metir hann at hon er.
Annars hevur løgmaður
ikki hug at bera hetta málið
saman við málið um lands-
fornfrøðingin. Hann kennir
ikki smálutirnar í tí málin-
um og hvat tí málinum
viðvíkur, hevur tað málið
ongan áhuga, tí tað var ein
annar løgmaður, sum hevði
ábyrgdina av tí.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá lands-
stýrismanninum, Jógvani á
Lakjuni.
Gestur Hovgaard hevur
ongar viðmerkingar.
– Eg kann bara staðfesta,
at eg havi ikki fingið
starvið, sigur hann.
Annars hevur hann ikki
hoyrt eitt orð aftur frá um
starvið. Hann hevur heldur
ikki fingið at vita, hví hann
ikki fekk starvið.
Og tað er í hvussu so er
ikki í samsvari við setanar-
politikkin. Tí har stendur:
Svar uppá umsókn um
starv eigur at verða givið
sum skjótast, og helst í
seinasta lagi tríggjar vikur
eftir, at umsóknarfreistin
var úti. Ber ikki til at halda
hesa reglu, skal umsøkjari
– helst longu í skrivinum,
ið váttar, at umsóknin er
móttikin – fáa boð um nær
endaligt svar er væntandi.
Avgerðin eigur ikki at
verða almannakunngjørd,
fyrr enn allir umsøkjarir
hava fingið boð um avgerð-
ina.
Og víðari stendur í al-
menna setanarpolitikkin-
um:
Grundgevingar
Noktandi svar skulu vera
skrivlig og grundgivin.
Í grundgevingini skal
verða kunnað um støði
undir avgerðini. T.d. hví
mett er, at førleikin hjá tí, ið
settur er í starvið, svarar
betur til settu krøvini, enn
førleikin hjá tí, ið ikki er
settur – eitt nú viðvíkjandi
útbúgving, starvsroyndum,
persónligum
eginleikum
og/ella samstarvsvilja.
Ongin orsøk at nýggi stjórin skal elva til rok
– Sjálvsagt fara vit at kanna, hví Jógvan á Lakjuni sleppur væl frá at ganga ímóti
setanarnevndini, tá ið Annlis Bjarkhamar skuldi koyrast frá fyri tað sama, sigur Høgni Hoydal,
formaður Tjóðveldisfloksins
– Jògvan á Lakjuni hevur tikið eina avgerð og tað hevur hann
rætt til, so leingi fortreytirnar eru sakligar, sigur Løgmaður
C
M
Y
K
9
8