leygardagur 24. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 140 - 24. juli 2004
Nr. 140 - 24. juli 2004
11
Vælferðarsamfelag er ein norðurlendskt
uppfinning, ið hevur gjørt Norðurlond til
heimsins bestu og tryggastu lond at liva í, um
samanborið verður við onnur heimsins lond.
Hetta seinasta er týdningarmikið at minnast
til, tí hetta merkir, at tað enn er langt á mál
við vælferðarsamfelagnum. Flestu føroyingar
munnu vera samdir um, at vit skulu varðveita
og støðugt menna vælferðarsamfelagið.
Hóast vit eru ósamd um átrúnaðarligar og
tjóðskaparligar spurningar, so munnu vit
innast inni øll vera samd um, at Føroyar
framhaldandi skulu vera eitt norðurlendskt
vælferðarsamfelag.
Men eitt vælferðarsamfelag er ikki givið
einaferð med alla. Hetta er nakað, ið støðugt
má dagførast, útbyggjast og mennast. Tað er
tí at fegnast um, at landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum hevur gjørt av at nú
skal ferð setast á arbeiðið við at endurskoða
forsorgarlógina. Hetta er eitt gott tiltak. Tað
er breið semja um, at galdandi forsorgarlóg er
ótíðarhóskandi. Talan er sum kunnugt um
danska lóggávu, sum er tillagað føroysk
viðurskifti, men annars er talan um lóggávu
sum langt síðan er farin úr gildi í Danmark,
har onnur og meira tíðarhóskandi lóggáva er
komin í staðin.
Hóast vit støðugt menna vælferðarsam-
felagið, verða tað altíð menniskju, ið hava
tørv á hjálp og á serstøkum tilboðum. Gald-
andi lóg er alt ov tung at umsita og brúkarin
kennir seg mangan sleptan uppá fjall, sum
landsstýrismaðurin málber seg í blaðsamrøðu
við Dimmalætting hósdagin. Eisini skapar
lógin trupulleikar fyri tey, sum skulu umsita
lógina, so her eru allar góðar grundir til at fáa
til vega nýtt lógarverk fyri økið. Talan er um
eitt stórt og tungt øki, og røddir hava verið
frammi um at flyta økið út til kommunurnar.
Sum tað skilst er hetta ikki ætlanin hjá sitandi
landsstýrissamgongu, og tað man vera gott
tað sama. Sum nevnt er hetta initiativ lands-
stýrismansins at fegnast um. Tað verður tó
einki nevnt um barnaforsorgarlógina, men
vónandi verður hetta mál eisini loyst í hesum
umfari. Nógv børn og nógvar barnafamiljur
hava tað ikki gott, og tørvur á ábótum eisini á
hesum øki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt gott tiltak
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Støðan hjá super borgar-
liga danska ráðgevanum,
Bjørn Lomborg, verður
ikki við Javnaðarfloksins
vilja fyrimyndin fyri før-
oyska orku- og umhvørv-
ispolitikkinum.
Bjørn
Lomborg hevur seinastu
tíðina verið løntur av
donsku borgarligu stjórn-
ini fyri at siga, at støðan
hjá umhvørvinum er góð
og at tað ikki er neyðugt
at føra ein virknan um-
hvørvispolitikk.
John Johannessen
tinglimur fyri
Javnaðarflokkin
"Støðan hjá umhvørvinum
er góð og tí er ikki neyðugt
at føra ein virknan um-
hvørvispolitikk." Hetta er
høvuðsboðskapurin
hjá
super borgarliga danska
ráðgevanum Bjørn Lom-
borg, sum landsstýrismað-
urin í orkumálum hevur
boðið til Føroya at røða um
orku og umhvørvi tann 20.
august.
Landsstýrismaðurin boð-
ar í tíðindaskrivi frá, at
Bjørn Lomborg er boðin til
Føroya í sambandi við ar-
beiðið at orða ein føroysk-
an orkupolitikk. Vónandi er
ætlanin hjá landsstýris-
manninum við hesi vitjan-
ini at fáa lív í orku- og um-
hvørviskjakið. Er ætlanin
hjá landsstýrismanninum
hinvegin, at hugsjónirnar
hjá Bjørn Lomborg skulu
vera grundarlagið undir
føroyska orkupolitikkinum,
fær hann ikki undirtøku
fyri hesum frá Javnaðar-
flokkinum.
Køvir útyvir
Lomborg hevur seinastu
tíðina verið eitt gott navn
hjá borgarligu stjórnini í
Danmark at halda seg til.
Júst tí, at hann hevði hesar
hugsjónir um, at ikki er
neyðugt at taka størri um-
hvørvisatlit, tí umhvørvið
hevur tað gott, hevur hann
verið tað stóra oraklið hjá
danska forsætisráðharran-
um, tá tað um umhvørvis-
politikk ræður. Borgarliga
danska stjónin hevur við
Lomborg
í
rygginum
skúgvað til viks tann frálíka
umhvørispolitikkin, sum
undanfarna Socialdemo-
kratiska stórnin í Danmark
setti sær fyri.
Aftur á rættkjøl
Vónandi er ætlanin hjá
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismanni, við vitjanini
hjá Lomborg ikki tann
sama. Er hetta kortini ætl-
anin, fer Javnaðarflokkurin
at seta seg ímóti og fáa
orku- og umhvørvispoli-
tikkin hjá samgonguni aftur
á rættkjøl.
TÍÐINDASKRIV
Leygarkvøldið tann 24. juli
kl. 23:30-04:00 verður eitt
stórt tiltak í Høllini á Hálsi
sum B36 skipar fyri.
Páll Finnur Páll, tann
vælkendi tónleikabólkurin
sum júst hevur havt eina
rimmar framførslu í sam-
bandi við G-festivallin, fer
longu á Pallin aftur, hesu
ferð í Ítróttarhøllini á Hálsi
í Havn. Afturat teimum
verður eisini DJ-show við
Dj-Switch og tann altíð í
góðum hýri Jákup Jacob-
sen. Teir báðir eru serstak-
liga kendir fyri at kunna
seta rættiligt lív í eina
áskoðarafjøld.
Tiltakið byrjar sum nevnt
kl. 23:30 og dyrnar lata
aftur
kl.04:00.
Bussar
koyra sum vant. Ring á tlf.:
Eysturoyaleiðin
21 64 64
Vága- og Vestmannaleiðin
21 52 77
Lomborg verður ikki fyrimyndin
B36 í Hálsi
TÍÐINDASKRIV
frá Føroya Skúlabókagrunni
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur í samstarvi við Hag-
stovu Føroya givið út
Árbók fyri Føroyar 2004,
sum bók við fløgu. Í ár-
bókini er nýggjasta hagtals-
tilfarið um føroyska sam-
felagið við enskum undir-
teksti. Tær mongu frágreið-
ingarnar og talvurnar geva
eina fjølbroytta mynd av
samfelagsumstøðunum
í
Føroyum. Sum nakað nýtt
eru fleiri farmyndir við, ið
greidliga lýsa ávís viður-
skifti. Ein fløga fylgir við
bókini, har allar talvur eru
at finna sum pdf- og excel-
fílar.
Árbókin, sum er almenna
hagtalsverkið fyri Føroyar,
er ein sera hent handbók
hjá politikarum, fyrisiting,
fakfelagsfólki,
stovnum,
fyritøkum, fjølmiðlum, fe-
løgum, lesandi og ikki
minst skúlum. Fløguút-
gávan, ið fylgir við árbók-
ini, ger, at tað ber til at ar-
beiða við tølunum á teld-
uni.
Her kunnu øll samfelags-
áhugað kunna seg um
mong ymisk viðurskifti,
t.d. íbúgvaviðurskifti, fiski-
vinnu, landbúnað, ídnað,
kommunuviðurskifti,
al-
mannamál,
kirkjumál,
heilsuverk,
mentanar-
virksemi. Aftast í bókini
eru leitorð.
Til skúlabrúks gevur Før-
oya Skúlabókagrunnur út
frálærutilfar til árbókina.
Talan er um 13 smærri hefti
við ymiskum uppgávum og
frágreiðingum til nøkur av
høvuðsevnunum, ið eru at
finna í ár-bókini. Heftini
eru ætlað fólkaskúla, mið-
námsútbúgvingum og til
framhaldslestur. Tey eru ein
góð hjálp til betur at skilja
hugtøk og taltilfar. Bøk-
urnar Samfelagsfrøði 1 og 2
og Tit bygdu hetta land
venja næmingar at viðgera,
meta um og taka støðu í
samfelagsspurningum,
samstundis sum tær lýsa
søguliga
baksýnið.
Til
hesar bøkur er árbókin ein
góður stuðul.
Talvurnar í árbókini hev-
ur Hagstova Føroya skipað
fyri. Føroya Skúlabóka-
grunnur stendur fyri útgáv-
uni. Ingi Joensen hevur
gjørt permumyndina. Hest-
prent hevur umbrotið og
prentað. Árbók fyri Føroyar
2004 er 330 blaðsíður og
kostar 248 krónur, íroknað
fløguútgávuna.
Árbókin
fæst til keyps í øllum
bókabúðum.
Árbók fyri Føroyar 2004
Ólavsøkan 2004
á Norðurbryggjuni
28. og 29. juli
Føroyahúsið og feløgini
skipa fyri ólavsøkutil-
tøkum úti á Bryggjuni,
Strandgade 100.
– Á ólavsøku er mað-
ur mans gaman. Her
hittast ung og gomul fró
og fegin, onkur í tjóðar-
búna, annar í T-skjúrtu
og kubbabrókum á tjóð-
arhátíð okkara. Sama
ger. Hittast og práta,
skemta og spáka, fáa ein
koss, geva ein koss…..
og síggja Bryggjuna,
kappróðurin, lýða á tón-
leik, sang, leggja uppí
ella bara hyggja, síggja
og verða sædd…
Øll eru hjartaliga væl
komin á ólavsøku !
Ólavsøkuaftan:
Kl. 15.00: Ólavsøku-
framsýningin í stovuni
er opin
Kl. 15.30: Skrúðsigling
við føroyskum bátum úr
kanalini inn í hylin við
Bryggjuna. Kórsangur
Kl. 16.00: Tryggvi
Johansen setir ólav-
søkuna
Kl. 16.30: Kappróðurin
byrjar: Asiatisk Plads til
Bryggjuna
Samtíðis kunna vit
fylgja við kappróðrinum
í Havn
Grønlenskar kajakkir
vísa kynstur síni í hylin-
um
Kl. 18.00: Heiðurs-
merki verða handað
Kl. 18.30: Føroyskur
dansur á bryggjuni
Allan seinnapartin og
um kvøldið er ymist ann-
að á skránni: sekkja-
pípu- og harmonikutón-
leikur, hoppiborg og
annað til børnini, bjarg-
ingaroynd, sølubúðir av
ymsum slag við mati og
drykkjuvørum.
Kl. 19.30: Songløta við
felagssangi, solistum og
tónleiki
Á 5. hædd. Fólk úr
Kristnastovu skipa fyri
Kl. 22.00: Dansur á 5.
hædd. BE4 spælir.
Kostnaður 80 kr.
Kl. 23.30: Fýrverk og
felagssangur úti á
molanum
Sungið verður úr ólav-
søkuheftinum í Havn
Kl. 24.00: Dansurin á 5.
hædd heldur áfram út á
náttina
Ólavsøkudag:
Kl. 16.00: Aftur sølu-
búðir, tiltøk fyri børn og
tónleikur
Kl. 17.00: Gudstænasta
í Vor Frelser Kirke.
Bergur Jacobsen præ-
dikar. Tórur á Brúnni
við urguna. Solosangur
Kl. 20.00: Konsert,
fjølbroytt við fleiri
góðum bólkum: "Týr",
"Petersen-Olsen-
Lawaetz Trio" og
truba-durarnir Sámal
Ravnsfjall, Stanley
Samuelsen og Hanus G.
Johansen!!!
Hildið verður á fram
móti midnáttini!
Atgongumerki 180 kr.
Ferðasamband til
Bryggjuna
Tú kanst koma út á
Bryggjuna við bussi til
Knippelsbro og ganga
oman eftir Strandgade.
Bussarnir eru 2A, 19, 48
og 350. Ella tú kanst
koyra við Metro til
Kristianshavns Torv ella
koma við havnarbussun-
um hjá Ariva og DSB,
sum leggja at ymsar
staðir og eisini á Bryggj-
uni. Bæði kvøldini siglir
ein havnar bussur hjá
Ariva Nýhavn - Bryggj-
an
Matstøðini NOMA og
RAVN á Bryggjuni
Húsið liggur á einum
mola, Den Grønlandske
Handels Plads
Matstovan Noma í
stovuhæddini er fínt
matstað. Borðreiðing er
eisini uttandura í summ-
ar. Har eru prísirnir
miðal matstovuprísir.
Við
molan
liggur
eisini eitt skip, sum er
innrættað til matstovu.
Skipið kallast Ravn. Har
fæst eisini mangur góð-
ur biti. Ein føroyingur
eigur triðing av tí.
Hesi trý matstøðini
vera mitt í okkara ólav-
søkutiltøkum og fólk eru
sjálvandi væl komin hjá
teimum.
TÍÐINDASKRIV
frá Listafelag Føroya
Aftur í ár letur Listasavn
Føroya dyrnar upp fyri
ólavsøkuframsýningini.
Verkini, sum verða sýnd
fram í ár, eru 131 í tali, og
tað er Listafelag Føroya,
sum skipar fyri framsýn-
ingini. Nevndin í felagnum
hevur staðið fyri úrtøkuni
og uppheingini. Meginpart-
urin av teimum 39 luttak-
arunum á framsýningini
eru konufólk.
Framsýningin letur upp
ólavssøkuaftan kl. 14 og
letur aftur 1. august kl. 18.
Tey flestu verkini eru
myndir, málningar, prent og
tekningar
Ein røð av fínligum ab-
straktum myndum gera vart
við seg. Tær eru eftir Lottu
Andersson
úr
Svøríki.
Jógvan
Biskopsstø
og
Agnar Lamhauge gera - á
sera ólíkan hátt - vart við
seg við nærløgdum og nett
málaðum og teknaðum
myndum.
Mong av teimum kendu
og dugnaligu listafólkunum
sýna fram eitt nú Amariel
Norðoy og Eyðun av Reyni
og Torbjørn Olsen, sum
hvør við sínum eyðkenda
stíli seta náttúrlýsingina í
fokus. Ein lýsandi mynd
eftir Torbjørn Olsen av-
myndar
tríggjar
ungar
kvinnur - sum tær, ið komu
til grøvina hjá Jesusi og ein
annar stóð fyri teimum?
Fleiri onnur lýsa náttúru,
fjøll, haga og sjógv, sum
framvegis
eru
týðandi
myndevni, hóast tey ikki
eru so einaráðandi sum
fyrr.
Ung luttøka
Tað er ein gleði at síggja, at
nógv yngri fólk hava sent
áhugaverd verk inn og
summi taka lut í ár á fyrsta
sinni. Tað eru millum onnur
Heiðrik á Heygnum, sum
hevur givið kvøldmáltíðini
nýtt lív. Høgni T. Hansen
lýsir andsøgnina millum
tað reglubundna og undan-
tøkini í gerandisdegnum í
eini áhugaverdari mynd,
har ramman og uppheing-
ing-artøknin er serstøk.
Tóra Joensen er um-
boðað á framsýningini við
tveimum flottum oljukrit-
tekningum. Bárður Oskars-
son hevur á hegnisliga
teknað nýggjar av sínum
løgnu verum, og Jensina
Olsen hevur eins og tann
unga Emilia Dam av-
myndað smákyktlíkar verur
og skordýr.
Lutir úr gerandisdegnum
Myndirnar
hjá
Anker
Mortensen, Hanna Bjarta-
líð og øðrum skapa eina
heild fyri seg á framsýn-
ingini, tí tey hava myndevni
frá lutum í gerandisdegnum
og úr fjølmiðlum, sum lýsa
mannalyndi, rørslur og
kenslur. Saman við mynd-
unum hjá Sigrun Gunnars-
dóttur Niclasen fortelja
myndirnar týðuligar søgur.
Heilt nógv verk hava
blandaða tøkni sum stíl-
reinu prentini við tekning
hjá Astri Luihn við motiv-
um úr kvæðum.
Installatiónir
Standmyndirnar
og
in-
stallatiónirnar eru fleiri í
tali. Vígdis Petersen hevur
millum annað tríggjar hálv-
kúlur við glasbrotum í, sum
hon
kallar
"Upphav".
Astrid Macdonald hevur
gjørt eitt par, ein ungan
mann, sum stoltur vísir ein
stóran kalva fram fyri eini
konu. "Segl og tari" er ein
installatiónin, sum er sett
saman av tveimum máln-
ingum og einum rekatræi
við segli á. Tað er Rannvá
Holm Mortensen hevur
gjørt hana.
Skemt og álvari, lættir
tónar og myrkir
Skemt
eyðkennir
fleiri
myndir eitt nú tær hjá
Sigrun
Gunnarsdóttur
Niclasen, meðan álvarsemi
og bersøgin lýsing av
lívsins meira døpru síðum
eyðkenna myndirnar hjá
m.ø. Øssur Johannessen.
Mynd fyri einki
Ólavssøkuframsýning
er
søluframsýning og kortini
er ein mynd á framsýn-
ingini ár, sum ongan prís
hevur (sum heldur ikki
ogn). Hon, sum hevur gjørt
myndina sigur, at tann sum
er før ella førur fyri at taka
myndina og fara við henni,
meðan framsýningin er
opin, kann hava hana.
Felagið
Listafelag Føroya er stovn-
að í 1941 og hevur skipað
fyri ólavssøkuframsýning-
um síðani 1948. Nevndin í
Listafelagnum hevur hesa
manning: Pál Weihe er
formaður; Helgi Fossádal
er kassameistari; Annika
Marr Poulsen og Marjun
Sigurðsdóttir eru nevndar-
limir og Malan Marners-
dóttir er skrivari.
Øll kunnu gerast limir í
felagnum og limagjaldið er
200 kr. árliga. Høvuðs-
endamál felagins er at
stuðla
føroyskari
list
einamest við at keypa verk
og
skipa
fyri
framsýningum.
Ársaðal-
fundur verður 4. september
kl. 14 í Listasavninum.
Ólavsøkuframsýningin
er opin:
Ólavsøkuaftan kl. 14–20
Ólavsøkudag kl. 14–20
30. juli kl. 11–17
31. juli kl. 14–18
1. august kl. 14–18
TÍÐINDASKRIV
frá Føroya Ellisakførum
Hóskvøldið var innrás av
gomlum bilum í Kirkjubø,
tá Føroya Ellisakfør skip-
aðu fyri útferð til forna
staðið,
Kirkjubø.
Men
hóast bilarnir vóru gamlir,
so er Stokkastovan meira
enn tvífalt so gomul, sum
allir teir gomlu bilarnir til
samans, sum hetta kvøldið
vitjaðu gamla bispasætið
Teir vóru 15 í tali, gomlu
bilarnir, sum hóskvøldið
vitjaðu Kirkjubø saman við
eini hálvthundrað fólkum.
Tað var felagið Føroya
Ellisakfør, sum skipaði fyri
útferð til søguliga staðið
hetta kvøldið.
Bilarnir fóru í »skrúð-
gongu« frá felagshølunum
yviri við Strond í Havn til
Kirkjubøar - ella í raðkoyr-
ing, sum tey plaga at kalla
tað.
Í Kirkjubø varð vitjað í
Stokkastovuni og í kirkjuni.
Jóannes bóndi Patursson
greiddi hegnisliga frá um
garðin og gamla bispa-
sætið, meðan gestirnir nutu
ein breyðbita við føroysk-
um viðskera í 900 ára
gomlu Stokkastovuni, sum
kom rekandi í Hestfirði fyri
900 árum síðani, eftir at eitt
skip, ið var rikið langt av
leið frá Noregs strond, fórst
í Skálsíðjubáruni. Stokka-
stovan er altso ikki bygd av
rekaviði, men varð tilevnað
í Sogn og Fjordane í Noreg,
har hon varð sett upp og
síðani tikin niðuraftur fyri
at flyta á annað stað.
– Soleiðis kunnu vit siga,
at Stokkastovan er fyrsta
»typuhús« í Føroyum, helt
Jóannes bóndi skemtandi.
Um vit siga, at tey fimtan
ellisakførini, sum vitjaðu
Kirkjubø hetta kvøldið, í
miðal vóru 30 ára gomul,
so er Stokkastovan kortini
tvíflalt so gomul. Og har
búgva
framvegis
fólk!
Húskið hjá Jóannes bónda
er 17. ættarliðið á garðinum
- og at búgva í einum 900
ára gomlum húsi er sera
sjáldsamt - kanska er tað
eindømi í søguni, at fólk
framvegis búgva í so
gomlum timburhúsum?
Ólavsøkuframsýningin 2004
Innrás av gomlum bilum í Kirkjubø
Heini á Borg, formaður í Føroya Ellisakførum og Jóannes Paturson, bóndi, í túninum framman
fyri 900 ára gomlu stokkastovuna. Hóskvøldið vitjaðu 15 ellisakfør og um hálthundrað fólk í
Stokkastovuni, har borðreitt varð búgvið borð við góðum føroyskum viðskera
C
M
Y
K
11
10