Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 23 Neli Heldarskarð Síðani 2004 hava Dánjal á Neystabø og Búi Dam staðið saman um Ævintýraferðina. Eyðkent fyri Ævintýraferðina hevur verið, at menninir báðir hava havt ein leik um árið, tó við nøkrum undantøkum, har Ævintýraferðin hevur ligið still. Leikurin ,,Eg eri mc2” er fyrsti leikur hjá Ævintýraferðini síðani 2012 - tískil kann sigast, at nýggi leikurin er eitt slag av afturkomu í nýggjum hami, tí at nýggi leikurin er í størri mun fakligur enn undarfarnu leikirnir hjá Ævintýraferðini. Nýggi leikurin hevur verið framførdur á barnagørðum og skúlum runt í landinum síðani í mars mánaði. Endabresturin verður á Ólavsøku, har nógvar framførslur verða at síggja í døgunum 27.-30. juli. Nýggjur leistur Síðani Ævintýraferðin byrjaði hevur sereyðkennið verið, at Dánjal og Búi hava nýtt sítt egna hugflog sum tilfar til leikirnar. Leikir teirra hava altíð verið tillagaðir til børn, men tó eru leikirnir eisini ætlaðir til vaksin. – Okkara aldursbólkur kann sigast at vera frá 3-99 ár. Vit leggja stóran dent á, at okkara framførslur eru fyri bæði børn og vaksin. Sum heild haldi eg, at børnum dáma væl, at vaksin hava tað stuttligt - tað skapar onkursvegna eitt slag av tryggleika fyri børnini. Tí er tað eisini týdningarmikið, at vit báðir hava tað stuttligt, tá ið vit framføra, sigur Dánjal avgjørdur á málinum. Nýggi leikurin er í størri mun fakligur enn undarfarnu leikirnir hjá Ævintýraferðini - ,,Eg eri mc2” byggir nevniliga á vísind. – Temaið hjá okkum í ár er vísind. Hesin leikurin er bygdur á veruleikan, meðan aðrir leikir hjá okkum hava verið íspunnir, har ið vit sjálvir hava skapt tilfarið. Tó so, at vit hava vísind sum evni, so er leikurin framvegis líka ,,tápuligur” og stuttligur sum undanfarnu leikirnir hjá okkum. Hesin leikurin er ein søga um vísindahugsjónirnar hjá Albert Einstein, men hann er tillagaður soleiðis, at børn skulu skilja hann og undrast á vísindina hjá Einstein, siga Dánjal og Búi samdir, tá ið Sosialurin prátaði við teir um núverandi leik teirra. Ikki spælt síðani 2012 Ævintýraferðin hevur ligið still síðani 2012 til og við leikin, sum byrjaði í mars mánaði í ár. Dánjal og Búi vóru báðir samdir um, at neyðugt var við nýggjum leisti, um Ævintýraferðin skuldi halda fram. – Vit plaga at siga, at orsøkin til, at vit byrja aftur er, at vit hava longst so illa eftir hvørjum øðrum, tí at vit báðir hava eitt gott og tætt samstarv. Vit vóru tó eisini samdir um, at skuldu vit byrja aftur, so skuldi formurin á sjónleikinum broytast. Til hendan leikin hava vit granskað nógv um evnið, og tað hevur ikki verið neyðugt á sama hátt til undanfarnu leikirnir hjá okkum. Eisini vísa teir á, at tað fakliga innihaldið í størri mun verður ein gongd leið hjá teimum báðum framyvir. Millum annað kundi samfelagsfrøði verið næsta evnið, ið Ævintýraferðin tekur upp. Børn skulu undrast Dánjal og Búi vóna, at børnini, ið hava sæð og fara at síggja leik teirra, fáa okkurt burturúr leikinum. Skilt á tann hátt, at børnini skulu undrast á tað, ið tey hoyra og síggja. Og tað er eiheldur tilvildarligt, at ólavsøkuleikir teirra verða framførdir á Býarbókasavninum. - Málið hjá okkum við leikinum er ikki at fylla vitan í heilarnar hjá børnum, men í størri mun at skapa undran í sinninum hjá teimum um hugsjónirnar og ástøðið hjá Albert Einstein. Við at framføra á bókasavninum vóna vit, at børnini fara at undrast inn á bøkur og vitan, sigur Búi. Og Dánjal leggur afturat: - Við at fáa børnini at undrast, so er tað nógv lættari at menna tey, og fáa tey at tíma at læra okkurt. Hjá einum skúlalærara er tað t.d. nógv lættari at undirvísa, um næmingarnir undrast og spyrja spurningar um evnið. Um tey ikki undrast, so eru tey hinvegin rættiliga stongd. Tey hoyra, hvat lærarin sigur, men tey undrast ikki, og harvið eru tey ikki serliga áhugað. Børnini skulu ikki neyðturrviliga skilja tað, ið vit siga, men heldur undrast á tað, ið vit siga. At enda vísir Búi á, at hann er sera ósamdur í gamla, føroyska orða­ takinum ,,sjáldan er forvitin fegin”. Tí at tað er júst forvitni, ið skapar menning og framburð í sinni okkara. Soleiðis verður leikurin ,,Eg eri mc2” framførdur á Ólavsøku 27. juli klokkan 18 28. juli klokkan 16 og 18 29. juli klokkan 16 og 18 30. juli klokkan 18 Atgongumerki fáast til keyps á kunn­ing­ ar­stovuni og við dyrnar ein tíma áðrenn sýningin byrjar. Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum. Framførslur Ævintýraferðin í nýggjum hami Á Ólavsøku verður leikurin ,,Eg eri mc2” framførdur á Býarbókasavninum í miðbýnum í Havn. Talan er um ein leik, ið skilir seg frá undanfarnum leikum hjá Ævintýraferðini