Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 24 nøvn Einusinn vóru tey fleiri í garði í Ansastovu har Niðri í Tún, har húsini nú eru minnisvarði um ættfólk, sum fóru um Himnabrún. Kristina, nú bleivst tú hin síðsta av garði, at leita upp fólk títt, ið undan fór, at leita upp ljósið í øðrum tæri, at syngja við sælum í himnakór. Tú vart okkum øllum hin glaða og góða, tú stýrdi við skili títt valahús, á Skorpisheyggi tú vart hin fróða, sum vitborin altíð í ráðum vart fús. Tú livdi títt lív í góðsku við granna, tú ansaði tínum við sóma og sátt, og gekk teim at hjarta, tey brátt fingu sannað, at troyst tey øll áttu við tína gátt. Eg takki for blídni, tú altíð mær vísti, um vegir vár skildust á ungari leið, tó altíð í brá tínum vinalag lýsti, tá fótur vár somu rásina steig. Nú heldur tú hús títt í sælunnar heimi, har onnur av tínum tey fóru á ferð, nú køld gjørdist grúgvan og hitin úr eimi, og lív títt umbroyttist til ævinnar verð. ---- Við tøkk fyri løtur, vit hittust á vali, og skiftandi forløg á foldum, nú lív títt var uppi við døgum í tali, “Kristina, hvíl sæl undir moldum”. Kristina Joensen *25.07.1922 - †03.07.2015 in memoriam Góða mamma Hjartaliga til lukku við teimum 75 tann 28.7! Barndómslandið í Brekkugøtu var, soleiðis sigur tú so mangan sjálv, eydnuríkt. Summarið heitt altíð, høg sól – veturin kom við kulda og kava! Vár & heyst soleiðis hissini sum tað skuldi og burdi – Endaleysir (næstan) dagar saman við góðum fólki. Og ungdómsins dagar – tey fyrstu forelskilsini, herligt og hvat eitt kæti! Fyrstu arbeiðsroyndirnar: sum Svenning Tausen plagdi at siga: Hjá Hans Joensen vóru tað tvær, Elin & Nita – Ein myrk og ein ljós, báðar so sera vakrar! So vart tú vaksin, og ein Sorønæmingur stjól títt hjarta... Og tað var akkurát tað! Og soleiðis bleiv tað! Fyrsti alvin gjørdist innfødd rabarba, men restin – Restin saman við tykkum nýbyggjarar á Skrivaratrøð – Skrivaratrøð og Svalbardsvegur síðst í sekstiárunum – Supergrannar, bøur & áarløkir ( við sílum), Lukkuland Lukkuland! Á mangan manst tú hava hugsað sum hann á sinnið á Golgata – Lat, vælsignaður dróttur, hendan kælik ganga mær framvið – Men so skuldi ikki verða, tú fekst so ríkiliga upp í ta glasið – Og kanska minnast vit Lukkulandið so bjart, júst tí alt tað broyttist – Eisini tú fekst tín “langafríggjadag” í ríkiligt mát – Men sterka mamma, tú hóraði undan og reistist upp – Nýggjar tíðir á Svalbardsvegnum! Og nýtt lív! Og tað var gott! Enn eitt áramál við góðum løtum! Tú í sentrum! Og só fjálgaðist aftur, grøddi um gangandi fót, eitt nýtt ættarlið! Ommubørn! Tey gomlu løgdu frá sær, soleiðis má tað verða – Dekan farið sum TAÐ var tungt – Tey vóru jú næstan ALT – Og so var tað vit. Okkara tørn. Tú; Petur & vit og tey smáu. Og lívið gekk sína gongd, tað ger tað jú. Men tú skuldi ikki doyggja mett av døgum við øllum tínum rundan um teg – Lagnan, hatta løgna apparatið, ið ikki hevur skil fyri statistikki ella sømuligheit – Lagnan hevði aftur kasta síni eygu eftir tær – Á góða mamma, tú hevur mist meira enn tey flestu, Og onkur annar hevði nokk givið skarvin upp, Men tú ert sterk! Tú heldur fram, tú livir víðari! Soleiðis skal tað vera, tí vit ráða IKKI tilvildini og lagnunar løgnu atsøknum – Vit eru máttleys, men vit kunnu ikki annað enn.....liva! Hjartaliga til lukku, mín sterka 75 ára gamla mamma! Í einingi veit eg, tú grætur, hvør gerð ikki tað? Men ein fyrimynd, tað ert tú – Og nú SKALT tú njóta lívið! Hugna tær nú saman við Maritu í Holstebro – ella hvar tit nú fara – jc Elin Guttesen 75 100 ára føðingardagur Fríggjadagin tann 24 juli fyllir Jenny Kruse av Eiði 100 ár, føðingardagurin verður hildin í EB- húsinum frá kl 15-18. 70 ára føðingardagur Ólavsøkuaftan verður Brynjálvur Borðoy 70 ár. Dagurin verður hildin tann 1. august á Oyrabakkavegi 31. frá kl. 18.00 Øll eru hjartaliga vælkomin 60 ára føðingardagur Leygardagin 1. August fyllir Elisa­ beth Joensen Toftir 60 ár. Dagurin verður hildin á Toftavegi 38 frá kl: 10 Har øll eru hjartaliga vælkomin 70 ára føðingardagur 26. juli fyllur Kári Johannesen Runavík 70 ár Dagurin verður hildn saman við børnum og abbabørnumvælkomin 85 ára føðingardagur Hósdagin 23 juli fyllir Elibert Joensen í Oydarfirði 85 ár, dagurin verður hildin heima saman við familjuni. 80 ára føðingardagur 14 august fyllur Sigmund Dam av Norđskála 80ár, dagurin verđur hildin 5 septembur frá kl 18 í Eydnuni á Oyrarbakka. Tilmelding á tlf 21 33 97, 21 53 97 ella til hanna@ jomar.fo innan 20 august