Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 26 Óli Jacobsen At byggja hús kravdi sín mann Edna og Øssur giftust í 1964. Nú var at fara at byggja hús. Hetta var í teirri tíðini, tá ið menn gjørdu mest møguligt sjálvir Øssur Debes 9. partur M ær dámdi at arbeiða í garðinum heima hjá foreldrunum, plantaði runnar fram við garðin og setti á hvørjum ári ymiskar leyk­ir niður. Ein dagin, eg var í garðinum, kom Skála Palli, grannin, gangandi. Hann lenaði seg inn á garðin og rópti á meg: “Statt ikki og fjas­ast við hasi blomstrini, far heldur og fá tær eina konu!” Hetta var so tað, sum eg nú hevði gjørt. Nú skul­di byggjast egin hús. Eg fór so í holt við at grava út, gróv av mest sum einsamallur eftir arbeiðstíð. Petur í Gong sprong­di, og eg ruddaði frá um kvøldið. Tá ið liðugt var, planeraði eg og gjørdi klárt at stoypa grund­ina. Hana stoypti Hilmar Dam. Eg fór so einsa­mallur í holt við húsini. Tað var bert gøta frá vegnum úti við Strond og niðan til grund­ina. Stórviður og annað tilfar keypti eg frá Havn­ar Timburhandli. Teir løgdu tilfarið oman­av frá Hamarsgøtu, so mátti eg sjálvur bera tað oman til grundina. Eg legði sillarnar á grund­ina, setti stórviðin upp og gjørdi allar sperr­ur­nar. At reisa sperrurnar upp fekk eg Ólav­ur Justinussen at hjálpa mær við. Eg negl­ di tróðrið, takpláturnar fekk eg Hilmar Dam at leggja á. Tilfar til klædningin hølvaði eg á verk­ stað­num og klæddi. Úthurðina og kjallara­ hurð­ar­nar, allar innhurðar, øll vindeygu gjør­ di eg um kvøldarnar eftir arbeiðstíð. Eg fekk loyvi frá mínum arbeiðsgevara, Hartvig Han­ sen, at arbeiða um dagin. Eg gjørdi køkin lidn­ an og setti hann upp. Termorútarnar vóru frá Balslev, bílagdir úr Týsklandi eftir máti. Eg fekk ein lær­ling á verkstaðnum at hjálpa mær við teim­um stóru rútunum. Ofta var eg í Timbur­ handli­num og valdi mær tilfar. Eg var á súkklu og lessaði tilfarið á, ofta langar raftir. Ein dagin eg kom leiðandi við fullastaðu súkklu , stóð Vil­helm Nielsen uttan fyri bilverkstaðin. Hann rópti á meg: “Konkurerer du med bilerne!” Edna segði, at hesa tíðina sá hon meg fyri tað mesta bert, tá farið var í song. Pápi var við í síni tíð við til at gera brúnna um Havnará omanfyri Sjónleikarhúsið. Tá brúgv­in var niðurtikin og vegur gjørdur, tók pápi tann hornasteinin, ið teir, ið høvdu gjørt brún­na, høvdu meislað nøvn síni í. Gomul mynd er, har mann sær menninar arbeiða uppá brúnna millum aðrar pápa. Steinin setti eg í garðin hjá mær, har stendur hann enn. Nógv var gingið Mær hevur altíð dámt væl at ganga. Vit vóru nakr­ir, sum hvønn sunnumorgun tá ið viðraði, fóru túr á fjøllini. Farið var oftast uml kl. 8, vit vóru aftur um døgurðatíð. Hetta gjørdu vit frá síðst í 40-árunum til fyrst í 60-ini. Í Havn vóru vit kallaðir “Gongan”. Við í gonguni vóru syst­kina­børnini, Hammer, Harald, Òli, Jógvan, Niels, Diaba og Arni. Við vóru eisini Eiler hjá “Affe”, Alfred Egholm, Tummas Thomassen, stjóri á Tryggingarsambandinum, Alfred Eg­ holm stjóri í Sparikassanum, Poul Petersen, løg­tings­maður, ættaður úr Funningi og eg. Farið var til gongu eftir Hoyvíksvegnum á leið har Miðlon er í dag. Har var hagaportrið. Har­frá og oman ímóti brúnni um Hoydalsá var gøta. Gøtan frá Sanatoriinum oman til Boða­nes­ gjógv var kallað Kurvegurin, í dag Boða­nes­ gøta. Har gingu sjúklingarnir, ið vóru so fræg­ir, túr. Ikki var loyvt teimum at fara út um økið vegna smittu­vanda. Har vóru tvær lang­ar liggi­ hallir, har sjúklingarnir kundu liggja úti. Fram­ síð­an var opin, so mann sá allar sengurnar. Anton á Krákusteini kom av og á í fylgi við okk­um. Hann hevði trøð við Hoyvíksvegin nakað aftanfyri, har barnagarðurin Birkilund er í dag. Ein dagin Anton var við, sat ein mað­ur á einum steini niðri við brúnna. Tað var Mikkjal á Ryggi, yrkjarin úr Miðvági, hann var sjúk­ling­ ur á Sanatoriinum. Vit støðgaðu og Anton fór at práta við hann. Mikkjal kom sum mangur annar ikki aftur av Sanatoriinum á lívi. Vit fóru so víðari eftir gøtuni til Hoyvíkar. Kom­nir niðaná lógu húsini, landslæknin hevði bygt, nakað oman frá gøtuni, so var ging­ið oman ímóti bygdini. Poul Vang var tá bóndi í Hoyvík. Hann var van­ur at standa undir húsinum hjá sær og bíða. Hann visti, nær vit vóru vanir at koma, so kom hann ímóti okkum oman á gøtuna, hon­um dámdi væl at práta. So var gingið long­ur oman ímóti bygdini. Húsini hjá Per Mohr lógu nakað niðanfyri gøtuna oman ímóti Hoyvíkini. Vit fóru so gjøgnum bygdina fram við gomlu bóndahúsinum, har Mourits Mohr, ið var bóndi áðrenn Poul Vang, festi. Var hann í túninum, kom hann at práta við okk­ um. Av og á fóru vit inn í fjósið at hyggja eftir neytunum, ið stóðu á bási. Hetta var tað gamla fjósið, ið hoyrdi til Hoyvíksgarði. Farið var eisini inn í fjósið hjá Royndarstøðini. Jógvan Húsgarð, ættaður úr Syðrugøtu, var fyri­støðu­ maður. Ein partur av Hovíksgarði hoyr­di til Royndarstøðina. Húsini hjá Petur í Hoy­vík stóðu nakað niðanfrá. Gingið var eftir veg­num í Kúrdali og niðan á Hvítanesvegin, nið­an har rundkoyringin til Hvítanes er. Har frá fóru vit eftir Hoyvíkshaganum. Har var bert hagi tá. Ravnurin segði “Halt kjaft” Vit gingu yvir til brúnna á Sundsvegnum, har frá yvir á Villingarvegin og oman eftir vegnum. Støðgað var á við húsini hjá Jens Reinert, niðanfyri vegin stóð eitt búr, har var ein ravnur, sum hevði lært at siga onkur orð. Tá ið vit komu framvið búrinum, søgdu vit “gomorin”. Hann var kvikur at svara “halt kjaft”. Jens Reinert hevði verpingahønur, hann hevði handilin Kjøt í kjallaranum á Sjómansheiminum, í dag Hotel Tórshavn. Har seldi hann kjøt og høsnareggini. Jens bað okkum koma inn at hyggja, har hann hevði hønurnar. Á øllum vegginum vóru reiður, har tær vurpu. Síðani var gingið oman í Gundadal og oman eftir Tinghúsvegnum, so hvørt sum vit komu longri oman, fóru vit hvør til sítt. Siðsøga Brúgvin omanfyri sjónleikarahúsið, Øssur hevur ein stein úr brúnni í garðinum hjá sær Øssur og Edna