Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 27 Komandi partur Komandi partur verður m.a. um tá ið fjallmenn í Hattarvík vóru veðurfastir í fleiri dagar. 10. og seinasti partur hjá Øssuri kemur um tvær vikur. Tá verður millum annað greitt frá haruskjóting. Fyrst er tað pápaættin A bbi Ednu,Jens Andreas Jensen, Sandoyar Andreas, var føddur í 1866 á Sandi. Hann kom í 1886 til Havnar at búgva hjá Onnu Elisabeth og Andreas Andreassen, skraddaran í Dali. Tey vóru skyldfólk av Sandi. Hetta endaði við, at Andreas giftist við Tominu, dóttir skraddaran. Sum ungur hevur Andreas helst fiskað við svágrinum Jens í Dali. Í 1893 tók hann stýri­ mans­prógv á Bogø. Árini 1899-1901 fór Andreas at føra Helenu. Á heysti 1899 fóru teir niður til Danmarkar at sel­ja livandi fisk í dammi, sum var ein ný­hugs­ an tá í tíðini. Á heysti 1900 fór Andreas við Helenu til Hol­lands við fiskinum frá túrinum, sum var laka­salt­aður í tunnir. Hetta var ein nýhugsan hjá brøðr­unum Pola og Jens í Dali, sum eina tíð gav betri prís. Í 1906 var Andreas við Karen royndartúrin í Grøn­landi við svágrinum Pola í Dali. Hetta var fyrsta veruliga royndin hjá føroyingum at fiska í Grønlandi. Á heysti 1906 førdi hann Karina í farma­sigl­ ing millum Føroyar og Leith. Í 1907 og 1908 førdi hann aftur hvalabátar, Selvík og Nord­deple. Andreas legðist tá uppi. Hóast limur í Thorshavns Total­af­holds­ foren­ing, varð Andreas vertur í Havnar Klub­ba. Andreas og Mina giftust í 1895. Tey búðu fyrst á Reynagarði og fingu tríggjar synir: Jens í 1896, Andreas (nevndur Dia) í 1898 og Ernst í 1900. Jens fekk sær seinni navnið Jan­us Øssur­ son, hinir báðir brøðurnir fingu sær Sond­um. Fingu pensjonat Í 1914 lótu Andreas og Mina upp pensjonat í heimi sínum í Niels Finsensgøtu. Eftir at Andreas var deyður helt Mina fram við tí inn­ til 1929. Mina hýsti millum øðrum Paula Dahl, sein­ ni kendur yvirlækni, ta tíðina, hann gekk í real­skúla í Havn. Dia og Pauli Dahl vóru javn­ gamlir. Janus og Pauli Dahl fylgdust í ung­ dóms­ár­um í realskúlanum, síðan á Sorø og báð­ir fóru undir lestur á lærda háskúlanum. Báðir vóru teir saman við Jens Lisberg við til at gera føroyska flaggið. Janus las teologi, men gavst. Hann virkaði alt sítt lív sum kór­ dekn­ur í Lutherkirkjuni í Keyp­manna­havn. Hann giftist við norsku Margit Nygård. Ein son­ur er kendi tónleikarin Brandur Øssurson. Mina og flaggið Janus segði altíð, at mamma hansara, Mina, setti litirnar saman til føroyska flaggið, sum eisini skuldi vera krossmerki eins og í hinum Norð­ur­londum. Mina og Andreas vóru tey fyrstu, sum flaggaðu við nýggja føroyska flaggi­num í Havnini. Flaggstongin stóð í trappu­steini­num út ímóti Niels Finsensgøtu. Hetta var fyrst í tjúgunum. Næstelstur var Andreas, pápi Ednu, sum búi í Havn. Aftaná millumskúlan fór hann í tim­ bur­læru hjá H.C.Andreassen, Hans á Reyni. Dia fór í 1920 niður á handverkaraskúla í Has­lev. Afturat at arbeiða sum timburmeistari í Havn, var hann saman við Johannes Jo­hanne­sen í Mattalág sýnsmaður fyri sparikassan í mong ár. Hann spældi fótbólt í fleiri ár við HB. Sandoyar Andreas doyði 17. september 1925, bara 59 ára gamal. Tá skrivaði Dimmalætting í minn­ingar­orð­um, at ”øll støð har J. A. Jensen var í arbeiði kom hann væl ásamt bæði við yvir­menn og undirmenn. Friðarligur, sum hann var á allari síni ferð, kann tað gott sig­ ast um hann, at sjáldan hevur sámuligari og stillisligari maður staðið á skipabunka. Hann var í mong ár limur av Thorshavns Total­afholds­foren­ing. Hann var eisini limur í nevnd­ini fyri sjúkrakassan og var við til at stovna Sygeplejeforeningen, [ felagsskapur sum stuðlaði sjúklingum] hvarí hann var allar sín­ ar dagar. Hann var eisini fiskavrakari til tað síðsta. At hann var nógv avhildin sýndi best tann stóra mannamúgvan, sum fylgdi honum á síðs­ tu ferð hansara.” Mina bleiv ikki spard fyri royndir. Maðurin doyr í 1925, einasta dóttur í 1926, ein ommu­son­ ur í 1930 og yngsti sonurin Ernst í 1936. Hesi fýra liggja saman við Minu í gamla kirkju­garði. Kona Ernst, Anna, var í 1989 tann sein­as­ti persónur, sum er jarðaður í hesum kirkju­ garðinum. Tó eru nakrar urnur settar eftir hetta. Móðurættin Pápi Ragnhild, mammu Ednu, var Jákup Christ­ian Mørkøre, ættaður úr Leirvík. Jákup fór til skips við "Norðlýsinum" og var við har í tvey ár. Hann kom til Havnar 17 ára gamal at læra til snikkara hjá Glyvra­snikkara­ num, Peter Jacob Hansen. Jákup fekk innivist hjá bókbindaranum H. N. Jacobsen í Havn. Mamma Ragnhild var Johanna Sofía f. Niclassen, ættað úr Kollafirði. Hon kom eisini ung til Havn­ar, har hon hitti Jákup. Tey bæði giftust í 1896, og tey búsettust í C. Pløyens­gøtu, á horninum Nólsoyar Páls­ gøta. Hetta er beint við tað Dómhúsið. Tey bæði fingu 9 børn, seks gentur og tríggjar dreing­ir, har Ragnhild var tað fjórða í røðini. Øll børnini búsettust í Havn, og tað var allar dag­ar gott samanhald teirra millum. Systirin Anna gjørdist heili 104 ára gomul og Martha bleiv 99 ár. Jákup hevði verkstað í kjallaranum. Tað at vera snikkari var veruliga at gera alt millum himmal og jørð. Hann var væl útgjørdur eftir viður­skiftunum tá. M.a. arbeiddi Jákup, ella sum hann varð kallaður Lorvíksjáku ella Snikkara-jákup, nógv fyri amtmannin. Hetta gjørdi, at familjan kom nógv í samband við við donsku embætis­ menninar. Ein kundi trúð, at her var stórur klassa­munur, men soleiðis mintust systkini hjá Ragnhild tað ikki. Tey spæl­du saman við embætis­mannabørnunum á jøvn­um føri við hini børnini, og hesi lærdu eisini skjótt før­ oyskt. Seymaði madrassur til sanatoriið Hó­ast tey nógvu børnini, so hjálpti mamman eisini til í virkseminum hjá pápanum. Mamm­ an polstraði nevniliga til dømis møblar. Hetta var eisini eitt vítt øki, tí her skuldi bæði gerast úr nýggjum og gomlum. Ein uppgáva hjá mammuni var, at hon seymaði madrassur til sanatori­ið. Tá madrassurnar fingu nýggjar eigar­ar, blivu tær ovnaðar. Hetta merkti, at tær blivu hitaðar upp, so tær blivu sterilar. Jákup arbeiddi eisini nógv við máling. Og hetta var eisini eitt kynstur sum t.d. at fáa teir røttu litirnar. Jákup lærdi frá sær til Poul í Geil, sum hann eisini samstarvaði nógv við. Poul í Geil var sonur Djóna í Geil. Umframt sítt sjálvstøðuga virksemi hevði Jákup starv sum pedellur við nýgg­ja realskúlan, sum liggur beint við 1956-kommunuskúlan við inngongd úr Tórsgøtu. Øssur giftist í 1964 var Ednu Sondum. Foreldur hennara vóru Ragnhild, fødd Mørkøre, og Andreas Sondum. Her skal verða greitt frá ættini hjá foreldrunum hjá RagnhildÆttin hjá Ednu Faðirættin hjá Ednu Aftanfyri f.v. Andreas, pápi Ednu og Janus Frammanfyri: Mina, Elsa, Ernst og Sandoyar Andreas Ættin hjá Ragnhild, mammu Ednu: Aftasta rað f.v. systrarnar Anna, Oluffa, Poulina og Ragnhild. Miðraðið foreldrini Jákup og Suffía. Fremsta rað systkini Jørgen, Sonni, Martha, Jens, omman Cilla og Poula Allar systrarnar hjá Ragnhild “i rad og række. F.v. Oluffa, Poulina, Anna, Ragnhild, Poula og Martha