hósdagur 23. juli 2015síða 32
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juli 2015
sosialurin 84
32
Seinnu árini hevur
verið siðvenja, at
Rás2 og Miðlahúsið
skipa fyri stórum
Ó
lavsøkubrakið 29. juli,
og soleiðis verður aftur
í ár. Hesaferð verður tað
við Ave, Steintór&Kim
og Hilmar Jan Hansen stendur fyri
undirhaldinum.
Í ár eru níggju ár síðani, at Rás2
fyrstu ferð skipaði fyri skemti og
tónleiki á Ólavsøku. Longu fyrsta
árið varð greitt, at undirtøkan fyri
tiltakinum var so mikið stór, at
avgjørt varð at skipa tiltakið sum ein
afturvendandi part av Ólavsøkuni.
Hvørt ár savnast fleiri túsund fólk
í Vágsbotni 29. juli millum klokkan
22.00 og 23.00, og á skránni er hvørt
ár skemt við eitt nú Pipar&Salt,
Hilmar Jan Hansen og øðrum, og
tvey tónleikainnsløg. Áður hava eitt
nú Frændur, Páll Finnur Páll, Signar
í Homrum, Kim Hansen og Terji
Rasmussen, Nalja og onnur framført
á pallinum uttanfyri rásarúmið hjá
Rás2 í Miðlahúsinum.
Í ár vera tað so Petur Pólson og
Benjamin Petersen í Ave, Steintór
Rasmussen og Kim Hansen og
Hilmar Jan Hansen stendur fyri
undirhaldinum.
Undirhald í Vágsbotni
Holgar Jacobsen
Yrki: Tónleikari (útbúgvin timburmaður)
Bústaður: Sørvágur
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– So løgi tað ljóðar vildi eg blíva gittarspælari og
tónleikari. Áðrenn tað var tað sjómaður.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At menn kunnu verða kenslubornir. Eg eri sera
kensluborin og fari ofta í ein dreymaheim, afturlítandi.
Hvat áttu børn vitað um tað at verða vaksin?
– Tað er helst gott, at børn ikki vita ov nógv um at verða
vaksin, eitt sorgleyst barnalív er grundvøllirin undir
vaksmanna álvara, ein góð barlast.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Tað var at fáa fløguna "Kanska tú svav” út. Nú droymi
eg um at fáa eitt sindur av javnvág í lívið og fáa gjørt
nýggju fløguna "Fjøtraður".
Enda setningin: Um eg tordi,
hevði eg…
… flutt til Íslands.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– At vit virða menniskju fyri tað, tey eru, banna Jante
við lóg og jarða feikleika, øvund og baktalan. So vóru vit
komin langt áleiðis.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tíverri havi eg verði meira ovfarin tann tunga vegin
seinastu tíðina, tíverri, men hetta politiska sirkusið ger
meg eisini ovfarnan.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Ein lívslærdómur er, at tað er sera umráðandi at vita,
hvørjar vinir tú hevur. At blíva svikin av vinum, tú helt teg
hava, er eitt beiskt bland, men eisini ein lærdómur. Teir
vinir, ið standa við og ikki seta krøv, eru gull verdir.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg:
– At eg ikki gangi meira – og smárenni – og kann missa
nøkur "nógv" kilo, men ljós er fyri framman. Eg havi
fingið telefon við fet- og kaloriuteljara í.
Enda setningin: Føroyingar áttu at…
… tikið ábyrgd av okkara egna landi.
Ólavsøka