Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 31 nøvn Løgið, sum leiðir leggjast. Lív og eg vuksu upp í miðbýnum í Havn, ja, í sama grannalagi. Hundrað metrar og tvey horn at fara um millum barndómsheim okkara. Vit komu sjey ára gomul í sama flokk í Kommunuskúlanum í Havn. Skiltust longu eftir fyrsta flokk. Spældu tó við somu javnaldrar, bæði gentur og dreingir, í somu Havnargøtum. Hava helst hvør í sínum lagi vitja somu grannahús at spyrja eftir hvørt sínum systkini at spæla við. Vistu um hvønn annan, men kendust tó ikki. Tjúgu ára gomul hittust vit gjøgnum felags vinir, og skjótt birtist hesin undursami neistin, sum skjótt breiddi seg til ljósan kærleiksloga. Ja, vit valdu hvønn annan og onkustaðni í tilvitskuni, kortini fjart at byrja við, so vistu vit, at vit eisini høvdu valt familjurnar hjá hvørjum øðrum til í okkara lívi. Minnist fyrstu ferð, fyri skjótt 40 árum síðani, eg kom í Køkubúðina sum drongurin hjá Lív. Vit bæði høvdu verið á flogvøllinum eftir Óla beiggja Lív, sum las til lækna niðri í Keypmannahavn, og tað slapst ikki uttanum: nú mást tú koma inn at fáa ein drekkamunn. Kendi beinanvegin hitan og hugnan frá mínum komandi verforeldrum. Uttan himpr boðin vælkomin inn, ikki bert í stovur, men eisini í hjørtu teirra. Andrias sýndi hetta á sín hátt við sínum serstaka skemti og Annefía við sínum hjartaliga smíli. Og systkini hjá Lív: Óli, Jóna, Mortina og Oddbjørg so ymisk, men tó so eyðkend av hugalagnum og kærleikanum í Køkubúðini. Tað var skjótt, eg varnaðist, at stov­ur­nar, vóru miðdepilin í familjuni. Í stovuni næst køkinum var etið, men eisini tosað og fortalt, og í innaru stovu var sungið og har var spælt. Sangur og tónleikur vóru aðaltáttur í Køkubúðini og fylgir hetta ættarliðunum. Nakrir av okkara fagrastu songfuglum eru ættaðir úr Køkubúðini. Í spísistovuni sat Andrias við innara borðendan, og har settist eingin annar óbiðin. Hetta var hansara sjálvsagda pláss. Annefía, ja, hon settist ikki fyrrenn alt var gjørt frá hennara síðu at fáa á borðið. Tástani settist hon, næst køkshurðini, altíð til reiðar, um okkurt skuldi mangla á borðinum, og har treyt einki. Altíð var nýbakað úr bakarínum á borðinum. Kær­leikin millum Annefíu og Andrias var so sjálvsagdur. Í tí dagliga sóu vit tey, sum tey, ið Jens Dam Jacobsen yrkir um í perlu síni Dýrd á vík og vág: “Hennar brá og bros - hansar’ skemt og tos - ber bert boð um tvey, ið líka lívið” Tænastusinnið hjá hesum báðum er torført at greiða frá og lýsa, tí tað var so fullfíggjað. Tað lá so ovarlaga í teimum báðum tveimum. Meðan át og prát var við borðið, so kundi telefonin ringja. Tað var onkur, sum vildi hava Andrias at koma og koyra seg. Viðhvørt kundi túrurin vera heilt á flogvøllin, men aldri segði hann nei, og hetta var áðrenn nakran undirsjóvartunnil. Kvøldið fyri vit giftust í mai í 78, vóru fleiri og hjálptu okkum at rigga tað seinasta til í nýggju húsum okkara á Argjum. Teirra millum var Annefía. Tað gjørdist seint, og at enda vóru bara vit trý eftir Lív, mamma hennara og eg sjálvur. Tá var vorðið heilt ljóst. Vit koyrdu heim til Havnar aftur, og eg setti tær av við Køkubúðina. Frætti aftaná, at Annefía fór als ikki til songar, men at vaska. Fyrst í bakarínum og síðani uttanfyri Køkubúðina. Hon fór ikki til songar fyrr enn náttina eftir, tá brúdleypið var liðugt. Ongantíð tók hon seg sjálva fyrst. Ofta var fult í heiminum í Køkubúðini, men altíð rúm. Tey bæði Annefía og Andrias vóru bæði innan úr Eysturoynni. Hon av Skála, og hann úr Norðragøtu, og komu bæði úr stórum systkinaflokki. Serliga áðrenn vegasambandið gjørdist so gott, sum tað er í dag, vóru tað fleiri av teirra skyldfólkum, ið leitaðu Køkubúðina upp, tá okkurt skuldi gerast í Havn og mong teirra gistu í styttri ella longri tíð. Umframt hesi vóru øll tey, sum stukku inn á gólvið. Í Køkubúðini var bæði húsarúm og hjartarúm. Arbeiðsgrev vóru tey bæði av teimum sjáldsomu. Tey bygdu bókstavliga Køkubúðina upp úr grund. Andrias í bakarínum og Annefía í handlinum og við roknskapinum. Andrias hevði stundum fleiri sveinar og lærlingar og Annefía sínar handilsgentur. Tey eru mong, ið minnast aftur á Køkubúðina sum eitt gott arbeiðspláss. Aftur at øllum hesum kom samkoman Evangeliihúsið. Teirra partur lá ongantíð eftir. Í teirra tilveru gingu gudsótti og trúfesti altíð saman í kærleikshond. Kenni tað sum, at orðið fyrimyndir røkkur ov stutt. Tey bæði vóru so ómetaliga nógv meiri enn tað. Meiri sum í 19. Sálmi Dávids við lítlari umskriving: “Uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrdist, gekk rødd himmalsins út frá teimum.” Tey drógu okkum børn, sonarkonu, dótturmenn og barnabørn við sær við kærleikshond. Nei, eg valdi ikki tey. Eg valdi dóttir teirra, men fekk tey bæði Annefíu og Andrias framíhjá, og tað var ikki smávegis. So líðandi at fáa tey bæði ívovnan sum ein part av eins egna lívi. Nú eru tey bæði farin. Andrias fór foldum frá 4. november 1996, 78 ára gamal, og Annefía fór nú mánamorgunin 20. juli, 90 ára gomul. Við tøkk fyri at mær untist tykkum bæði. Dánial Tankastroyggj um tey bæði í Køkubúðini nú Annefía, vermóður, fór um sýn