Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. juli 2015 sosialurin 84 30 ítróttur Styrki Zydrunas Savickas úr Litava, sum er vorðin heimsins sterkasti maður fýra ferðir, kemur í september til Føroya at kappast renning Eins og undanfarin ár, skipar Bragdið fyri væl dámdu ólavssøkurenningini í miðbýnum í Havn Svimjing Fýra svimjarar úr Havnar Svimjifelag luttaka um vikuskiftið í svimjikapping í Portugal Heimsins sterkasti Pætur Albinus A ftur í ár verður skipað fyri kappingini Battle of the North, sum í ár fer at eita Toyota Cup. Eins og undan­farin ár, so verður kappingin í høllini á Hálsi, har tað plagar at vera útselt til kappingina ímillum teir sterku menninar. Nógv bendir á, at tað aftur í ár fer at verða útselt, tí hesa­ferð kunnu fyriskipararnir bjóða áskoðarunum tað besta av tí besta, nevn­iliga heimsins sterkasta mann, Zydrunas Savickas. Ein risi Zydrunas Savickas er 40 ára gamal og kemur úr Litava. Hann er 191cm høgur og vigar 180kg. Mong vilja vera við, at hann er sterkasti maður nakran­tíð, og tað verður tað eisini trupult at grundgeva ímóti, tí hann hevur eina rúgvu av heimsmetum, hevur verið heimsins sterkasti maður fýra ferðir og hevur vunnið Arnold Strongman Classic heilar sjey ferðir. Umframt Zydrunas Savickas, so koma eisini Eddie Hall og Laurence Shahlaei úr Onglandi, Ole Martin Hansen úr Noregi og Nicolai Hansen úr Danmark. Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, luttekur eisini, eins og veteranurin, Bogi Hammer, møguliga eisini luttekur. Í fjør var íslendski risin, Hafþór Júlíus Björnsson, við í kappingini, men hann er vorðin upptikin av at innspæla seriur. Bjarni Hammer, sum skipar fyri kappingini, sigur, at tað ikki var nakar trupulleiki at fáa Zydrunas Savickas til Føroya. – Í fjør byrjaði altjóða kappingin, og eg havi fingið knýtt vinarbond og kontaktir. Eg spurdi hann, og hann tók av beinanvegin, greiðir Bjarni frá. Hann er eisini ógvuliga fegin um, at Eddie Hall kemur til Føroya. Eddie hevur júst sett heimsmet í deadlift við 463kg, sum hann lyfti framman­ fyri ongum øðrum enn Arnold Schwarznegger í Arnold Strongman Classic. Seinast vóru næstan 2000 fólk til kappingina í Føroyum, og fyri­reik­ ararnir vænta eins nógv fólk hesaferð. Kappingin verður í høllini á Hálsi 12. september kl.16.00. Atgongumerkini verða til keyps í Yndi fyrst í komandi mánaða. albinus@sosialurin.fo Zydrunas Savickas er 40 ára gamal og kemur úr Litava. Hann er 191cm høgur og vigar 180kg 27. juli kl.18.30 ljóðar startskotið til ólav­søku­renningina 2015 Renna á ólavsøku Svimjarar til Portugal Pætur Albinus 27. juli kl.18.30 ljóðar startskotið til ólav­søku­renningina 2015. Hetta er ein eftir hondini væl dámd og sera væl vitjað rennikapping, har flestu útisetarnir, sum sjálvsagt eru heima um ólavsøkuna, luttaka. Teinurin er styttri enn teir flestu rennararnir eru vanir við – nevniliga 5km hjá teimum vaksnu – men kappingin er næstan vorðin ein siður. Talan er um ein áskoðaravinarligan tein á tøttum og sløttum øki runt um Skálatrøð, har tað sambært fyriskiparunum er slætt og gott at renna. Barnateinurin plagar somuleiðis at vera væl vitjaður og slóðar fyri onkrum nýggjum stjørnuskoti. Tann teinurin er styttri – hann er ímillum 430m til 1,3 kilometrar Tilber at tilmelda seg kappingina á renn.fo, men tað ber eisini til at melda til á staðnum. albinus@sosialurin.fo Mynd: Sigmar Mørkøre Pætur Albinus Í hesum døgum luttaka fýra før­oyskir svimjarar í kapping í Portugal. Kappingin, sum eitur Campeonato Absolutos de Portugal, byrjaði í gjár og heldur áfram til sunnudagin. Tað er Havnar Svimjifelag, sum hevur sent svimjararnar avstað, og eru tey Astrið Foldarskarð, Lena Rannváar­dóttir, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Óli Mortensen. Svimjing.fo skrivar, at um til­ meldingartíðirnar hjá føroysku svimjarunum halda í mun til støðið í Portugal, so kann væntast, at føroyingarnir koma í fleiri finalur. Stutt eftir kappingina í Portugal fara Astrið Foldarskarð og Lena Rannváardóttir til Kazan í Russlandi, har tær skulu svimja HM. Eisini Vár Erlingsdóttir Eidesgaard sleppur við til eina HM-kapping. Tað verður seinni í august-mánaða, tá ið hon skal kappast til HM fyri juniorar í Singapore. albinus@sosialurin.fo