mánadagur 27. juli 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað skal verða ólógligt at
forfylgja fólki í Føroyum
FORFYLGING Vit eiga at fáa eina lóg í Føroyum sum ger tað ólógligt
at forfylgja fólki, heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum
Áki Bertholdsen
Í Føroyum eiga vit at fáa eina
lóg, sum ger tað ólógligt at
forfylgja fólki.
Tað heldur Elin Reinert
Planck, leiðari í Kvinnu
húsinum í Havn.
Hon sigur, at hetta fyri
brigdi, sum aðrastaðni verð
ur nevnt ”stalking”, er eisini
vorðið rættiliga sjónligt í
Føroyum.
Hesi seinastu trý árini
hevur Kvinnuhúsið sostatt
eisini skrásett, hvussu nógv
ar av teimum kvinnum, sum
venda sær til Kvinnuhúsið,
hava tann trupulleikan at
dragast við, at tær verða
forfylgdar av fólki.
– Og av teimum, sum
venda sær til okkara, eru tað
einar 10-12, sum hava tru
pulleikar av, at tær verða
forfylgdar av mannfólki.
Elin Reinert Planck vísir
á, at oftast er tað fyrrverandi
makin, sum tær ikki vilja vita
av, sum forfylgir teimum.
Hon sigur, at í Danmark
hava tey fingið eina serliga
lóg ímóti hesum ávísa slag
num av forfylging.
Hon er ikki í gildi í Før
oyum, men leiðarin í Kvinnu
húsinum, heldur, at hon átti
at verðið sett í gildi í Før
oyum.
– Eg veit ikki, hvørja
nyttu, lógin ger. Men at ein
slík lóg verður sett í gildi, er
eitt greitt tekin um, at slíkur
atburður verður ikki toldur,
sigur hon.
Eiga at fáa
serliga verju
At forfylgja fólk á ymsan
hátt, er bannað í ymsum
lógargreinum í revsilógini,
men hetta er ein so sermerkt
ur trupulleiki, at aðrastaðni
eru serligar lógir gjørdar
við tí fyri eyga, beinleiðis at
gera hetta slagi av forfylging,
ólógliga.
Tað, at vera verða for
fylgdur í hesum týdningi
num, er at ein kvinna rætt og
slætt ikki frið fyri manni
num, tey eru farin frá. Og tað
kann verða á allan hugsandi
hátt, har hann forfylgir
kvinnuni. Ikki minst kann
tað vera við sms og á Face
book. Men tað kann eisini
verða heilt frá tí, at hann
stendur uttanfyri gløðir inn
ígjøgnum vindeygað, til at
hann møtir upp á arbeiðs
plássinum hjá kvinnuni. Tað
er heldur ikki ókent, at
maðurin setir seg í samband
við starvsfelagar og stjóra
hjá kvinnuni, hann forfor
fylgir.
Tað kemur eisini fyri, at
maðurin
bíleggur
ymsar
vørur í navninum á kvinnuni,
uttan at hon veit av tí.
Elin Reinert Planck veit
um dømi, at arbeiðspláss
hava blokerað við teldubrøv
um frá ávísum monnum,
sum hava forfylgt eini kvin
nu á arbeiðsplássinum.
Púra vanlig fólk
Elin Reinert Planck hevur
áður sagt við okkum, at
kanningar aðrastaðni vísa,
at gott 10% av kvinnunum og
eini 5% av monnunum hava
verið forfylgdir onkuntíð í
lívinum.
Summi halda, at tað eru
bara tey kendu, sum verða
forfylgd, men soleiðis er ikki,
tí nógv tey flestu eru púra
vanlig fólk.
Hon sigur, at Kvinnuhúsið
kemur eyðsæð bara í sam
band við tær kvinnur, sum
eru forfylgdar. Hon veit
eisini dømi um fólk í Føroy
um, sum hava verið forfylgd
og tað eru eisini dómir sagdir
í rættinum um tað sama.
– Slík forfylging kann
halda fram í langa tí og tí
kann vera ómetaliga órógv
andi, og enntá ræðandi fyri
kvinnuna. Tað er ógvuliga
ræðandi at noyðast at sita
við gardinunum fyri, ella ikki
at kunna fara í postkassan,
uttan at óttast fyri, at
fyrrverandi makin stendur
og lúrir. Og ikki um at tala,
hvussu ringt tað er, tá ið
hann møtir upp á arbeiðs
plássinum,
Ikki nóg væl vard
Elin Reinert Planck heldur,
at hesar kvinnur eru ikki
nóg væl vardar, og tí eigur
tað beinleiðis at verða ásett í
serligari lóg í Føroyum, at tað
er revsivert, akkurát sum tað
er í danskari lóg, sigur Elin
Reinert Planck.
Hon sigur, at tað ber til at
fáa rættin at døma ein mann
at halda seg burtur frá eini
kvinnu, men so skulu prógv á
borðið. Tí mælir Elin Reinert
Planck altíð kvinnum til at
goyma øll sms, øll teldubrøv,
øll Facebook boð, og yvir
høvur alt, sum kann skjal
prógva, at hon verður for
fylgd.
Hon heldur ikki, at hetta
er ein nýggjur trupulleiki í
Føroyum, men hon heldur
kortini, at tað er ikki fyrrenn
hesi seinnu árini, at hann er
komin undan kavi.
Hon sigur, at hetta er av
gjørt ikki nakað, sum rakar
ávísar samfelagsbólkar. Í
summum førum, hava tey
verið pør í nógv ár, men í
øðrum førum, hava tey bara
verið sama í stutta tíð. Tað er
onki ávís mynstur í hesum
slagi av forfylging, sigur Elin
Reinert Planck.
Tí kann vera ómeta
liga órógvandi, og enntá
ræðandi, fyri kvinnuna
Av verða forflygd av fyrrverandi manninum, kann
verða eitt ræðandi upplivilsi hjá kvinnuni, sigur
Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum
17 kvinnur gistu í Kvinnuhúsinum
KVINNUR OG HARÐSKAPUR Tær flestu kvinnurnar, sum gista í
Kvinnuhúsinum, gista stutt, men summar eru har fleiri ferðir
Í fjør gistu tilsamans 17
kvinnur í Kvinnuhúsinum.
Tilsamans leitaðu 403 sær
kvinnur hjálp í Kvinnu
húsinum í fjør, og hjá 17 av
teimum var støðan soleiðis,
at tey gistu í Kvinnuhúsinum.
Elin Reinert Planck, leið
ari í húsinum, sigur, at av
teimum gistu 10 fyri fyrstu
ferð, fýra høvdu verið eina
ferð fyrr og hjá trimum kvinn
um, var hetta triðju ferð, tær
gistu í Kvinnuhúsinum.
Tilsamans áttu hesar 17
kvinnurnar, 33 børn, og 12 av
teimum vóru við í Kvinnu
húsinum.
Leiðararin sigur, at oftast
eru tað tey minstu børnini,
sum eru við mammuni í
húsinum.
Tilsamans gistu tey í 594
samdøgur, men tær flestu
gista stutt, eina viku, ella
minni. Men einstakar kvinn
ur eru á Kvinnuhúsinum í
vikur og mánaðir.
Sum tað sæst aðrastaðni,
eru kvinnurnar, sum biðja
um hjálp úr Kvinnuhúsinum
í øllum aldri, og tað eru tær,
sum gista, eisini. Tann yngsta
kvinnan, sum gisti í Kvinnu
húsinum, var 20 ára gomul,
og tann elsta var 61 ár.
Ein slakur triðingur av
teimum, fer aftur til makan,
men tær flestu finna sær ein
nýggjan bústað, ella flyta av
landinum. Men í summum
førum flytir maðurin út, so
tær flyta heimaftur.
Kvinnur
Børn
2003
13
13
2004
16
22
2005
18
24
2006
13
13
2007
17
14
2008
18
8
2009
13
9
2010
11
11
2011
13
15
2012
15
5
2013
15
10
2014
17
10
Talvan niðanfyri vísir,
hvussu nógvar kvinnur
og børn hava gist í
Kvinnuhúsinum hesi
seinastu árini. Tølini
vísa, at talið er rættiliga
støðugt frá ári til ár.