mánadagur 27. juli 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
Næstan altíð
harðskapur
KVINNUR OG HARÐSKAPUR Næstan allar
kvinnur siga, at harðskapur er ein orsøk
til, at tær enda í kvinnuhúsinum
Áki Bertholdsen
Í talvuni sæst, hvussu nógvar
kvinnur hava vent sær til
Kvinnuhúsið seinastu sjey
árini og, hvussu nógvar av
teimum siga, at harðskapur
er orsøkin, ella ein partur av
orsøkini.
Harðskapurin, hesar kvin
nur hava verið fyri, er bæði
likamligur, sálarligur og tal
an kann eisini vera um hótt
anir.
Kvinnurnar, sum venda
sær til Kvinnuhúsið, eru í
øllum aldri, heilt úr tjúgun
um, til eldri kvinnur yvir
seksti ári.
Nógv tær flestu arbeiða,
ella eru undir útbúgving.
Ofta taka tær sjálvar stig til
at venda sær til Kvinnuhúsið,
men talan er eisini ofta um,
at tað er løgreglan, læknin,
Almannaverki,
sum
vísir
kvinnum til Kvinnuhúsið.
Annars sæst, at tað eru
ikki bara kvinnur, sum venda
sær til Kvinnuhúsið. Hinar
áheitanirnar eru frá stovn
um, felagsskapum, lesandi,
sum gera ymsar verkætlanir,
o.s.fr.
Ofta og leingi
Kvinnurnar
upplýsa
fyri
Kvinnuhúsinum,
at
ofta
hevur harðskapurin reglu
ligur, og hevur vart í fleiri ár,
áðrenn tær gera nakað við
hann.
Tær siga, at oftast eru tað
hjúnafelagin, ella sambúgvin,
sum fremja harðskapin, men
talan kann eisini vera um
onnur, eitt nú vaksnar synir,
ella onnur.
Kvinnurnar halda, at rót
in til, at menninir eru harð
ligir, er ofta at finna í upp
vøkstrinum, og at teir hava
undirlutakenslur. Men or
søkin kann eisini botna í
misnýtslu, ella talan kann
vera um mentanarligar mun
ir, sum enda við harðskapi.
Allar kvinnur, sum venda
sær til Kvinnuhúsið, fáa
ráðgeving og vegleiðing - ella
eitt oyra sum lurtar, sigur
Elin Reinert Planck, leiðari í
Kvinnuhúsinum.
Men er tørvur á tí, verða
tær vístar víðari til Almanna
verkið, Rættarhjálp Føroya,
Ríkisumboðið, Barnavernd
ina, løgregluna, lækna ella
viðgerðarstovn.
Talvan niðanfyri vísir,
hvussu nógvar áheitanir,
Kvinnuhúsið hevur fingið
um árið, síðani 2003. Sam
stundis vísir talvan, hvussu
nógvar kvinnur hava vent
sær
til
Kvinnuhúsið,
og
hvussu nógvar av teimum
siga, at harðskapur er ein
orsøk til, at tær venda sær til
Kvinnuhúsið
Kvinnur
Harðskapur Áheitanir tils.
2003
152
96
273
2004
174
112
438
2005
183
138
426
2006
145
xxx
375
2007
160
119
300
2008
185
142
307
2009
120
100
257
2010
136
108
304
2011
285
265
592
2012
357
332
601
2013
328
328
603
2014
403
375
539
Minst ein kvinna
biður um hjálp
um dagin
KVINNUR OG HARÐSKAPUR Nú eru tað meiri
enn tvær ferðir so kvinnur, sum leita sær hjálp
í Kvinnuhúsinum, enn tað vóru í fyrstuni
Áki Bertholdsen
Í fjør vóru tað heili 403
kvinnur, sum leitaðu sær
hjálp og ráðgeving hjá
Kvinnuhúsinum í Havn.
Kvinnuhúsið læt upp
í 2003, og síðani er talið
á kvinnum, sum leitað
sær hjálp haðani, alsamt
vaksið.
Serliga
er
tað
nógv vaksið hesi seinastu
árini, so nú eru tað meiri
enn tvær ferðir so nógvar
kvinnur, sum leita sær
hjálp í Kvinnuhúsinum,
sum tað var tey fyrstu ár
ini.
Elin Reinert Planck, sum
er leiðari í Kvinnuhúsinum,
sigur, at harðskapur er
næstan altíð ein av orsøk
unum til, at kvinnur leita
sær í Kvinnuhúsið.
Men tað kunnu eisini
vera aðrar orsøkir, eitt nú
rúsdrekka- ella rúsevna
misbrúk,
bústaðarviður
skifti, kynsligur ágangur,
sálarligir trupulleikar og
ótrúskapur. Men so er tað
eisini ein onnur orsøk, sum
er nokk so vanlig, og tað er
mentanarligir samanstoyt
ir ímillum ein føroyskan og
ein útlendskan maka.
Elin
Reinert
Planck
heldur kortini ikki, at út
lendskar kvinnur eru yvir
umboðaðar í kvinnuhúsi
num.
– Tað eru rættiliga nógv
ar, útlendskar kvinnur í
Føroyum og tær allarflestu
hava eitt gott lív, og tí er
avgjørt ongin orsøk at gera
tær til ein serligan bólk í so
máta, heldur hon.
Hon sigur, at orsøkin til,
at tær venda sær til
Kvinnuhúsið, er ikki altíð tí
at tær hava tað so ringt.
Tað er eisini at leita sær ráð
og vegleiðing um ymisk
vanlig viðurskifti.
Men soleiðis var tað ikki
í fyrstuni, Kvinnuhúsið var
opið. Tá ringdu tær, tí tær
vildu inn at gista. Men
soleiðis er ikki longur, tí nú
ringja tær eisini at biðja
um ráð og vegleiðing, og
tað taka vit sum dømi um,
at teir eru eru meiri kunn
ugar við føroyska sam
felagið, og hvørjar møgu
leikar, og hvønn rætt, tey
hava.
Ger stóran mun
Elin Reinert Planck fegnast
um heildarætlanina ímóti
harðskapi í parløgum og
nærsambondum, tí hon
ivast ikki í, at hetta hevur
havt stóran týdning í at
varpa ljós á trupulleikan.
Nú ber eisini til hjá
kvinnum, sum hava verið
fyri harðskapi, at fáa nógv
meiri sálarfrøðiliga hjálp,
enn tær kundu framman
undan, har tær máttu
rinda tað mesta sjálvar. Tað
hevur gjørt ógvuliga stór
an mun, sigur leiðarin í
Kvinnuhúsinum.
Sam
stundis er sjøtul settur á at
veita monnum, sum eru
harðligir,
sálarfrøðiliga
hjálp,
og
Elin
Reinert
Planck er eisini spent upp
á,
hvussu
tað
fer
at
hepnast, sum frálíður.
Stórur tørvur. Kvinnuhúsið hevur húsast her í KFUM á Hoydalsvegi 6,
mitt í Havnini, síðan 1990, og tíðin hevur víst, at tað er stórur tørvur
á tí, tí talið á kvinnum, sum leitar sær hjálp, er nógv vaksið