Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fiskivinna Hóast fiskivinnan altíð hev­ ur verið bulurin undir før­ oys­ka búskapinum, so er ali­vinnan í dag eins stóru part­ur og samlaða fiski­vinn­ an. Samlaði føroyski út­flutn­ ing­urin í 2014 var á leið seks milljardir og av teimum stóð alifiskurin fyri næstan trim­ um milljardum. Heppin ár uttan álvars­ ligar sjúkur hava gjørt, at árini hava veirð góð hjá før­ oys­ku alarunum, men eisini met­høgi prís­ur­in á ald­um laksi á heims­mark­naði­num hava sjálvandi havt sína ávirk­an. At føroyskur laksur har­ um­framt hevur vunnið sær navn, sum sera væl aldur laks­ur við góðum smakki, ger at laksur, aldur í Føroyum, fær hægri prís enn tildømis ald­ur laksur úr Noregi. Miðvíst arbeiði Framgongdin er ikki komin av sær sjálvum. Síðani alingin byrjaði í áttati-árunum við stórum bakk­østum, er eitt miðvíst menn­ingararbeiði gjørt hesi mongu seinnu árini. Alivinnan er í dag skipað so væl, at sloppi er undan teim­um ringastu sjúkunum. Hetta er gjørt við at skipa fyri so, at aliøkini ikki verða troytt ov nógv og so at aling­ in so spakuliga er flutt long­ ur út á streymasjógv. ILA og aðrar sjúkur hevur tað eydnast at basa og halda so at siga heilt niðri mongu sein­nu árini. Nú er vinnan so komin uppaftur longri. Tildømis er vandin fyri, at laks­ur fær sjúkur størri tá ið hann er á sjónum, enn tá ið hann er í kørum á landi. Hetta hevur gjørt, at ali­ feløg­ini lata smoltini vaksa størri, áðrenn tey verða sett út. Meðan tað var vanligt, at smolt vigaðu á leið 100 gram, so arbeiðir Bakkafrost við at lata smoltini vaksa uppí 500 gram í dag og Luna letur tey vak­sa uppaftur størri. Lúsin Størsta plágan, sum ali­fyri­ tøk­ur­nar hava havt í seinast­ u­ni, er lúsin. Laksalúsin setir seg á laks­in og ger at laksurin verð­ur plágaður rættuliga nógv og trívist tískil verri. Kemisk evnir hava verið brúkt í stríðnum móti lúsini, men hetta er sjálvandi ikki so heppi fyri ein marknað, sum spyr eftir alifiski, sum helst ikki skal hava fingið heilu­ vág. Í seinastuni eru royndir gjørd­ar við at havba rogn­ kelsi í aliringunum. Rogn­ kelsi etir laksalús av laksi­ num og royndirnar hjá Luna vísa, at tað ber til at hal­da lúsini so langt niðri, at í ávísum støðum verður laks­ ur nú - ella skjótt – tikin, sum ongan­tíð hevur fingið heili­ vág móti lús. Aðrar royndir eru eisini gjørd­ar í stríðnum móti lús­ ini. Til dømis verða lasara kan­ón­ir brúktar, sum skjóta lýsn­ar, sum sita á laksinum. Bakkafrost hevur eisi­ ni ætlanir um at brúka nýgg­ja brunnbátin, Hans á Bakka, sum kemur til land­ ið hósdagin, til avlúsing. Ein máti at fáa lýsnar av laksi­ num, er at lata laksin vera í feksum vatni í eina tíð, so doygg­ja lýsnar. Hans á Bakka kann hava 450 tons av livandi fiski um­ borð í senn og tá ber til at skift sjógv út við vatn í ávíst tíðar­skeið. Framgongd Útlfutningstølini fyri aldan fisk hava verið vaksandi í fleiri ár. Frá 2013 til 2014 var útflutt fyri eina hálva milljard meira av laksi. Nøgdirnar vóru heldur størri – 7.600 tons meira – men prísurin á føroyskum laksi er eisini góð­ur. Í 2006 var útflutningurin ikki meira enn 374 milljónir krón­ur. Hetta var eftir, at føroyska alivinnan var rakt av álvarsligum sjúk­um. Áðr­ enn tað, var met­út­flutn­ing­ ur­in 900 milljónir krónur fyri alda fiskin. Síðani 2006 hevur vøkstur ver­ið í útflutninginum av lak­si hvørt einasta ár. Alivinnan er gull­eggið hjá før­oys­ka sam­felag­num Alilaksurin er helvtin av øllum føroyska matvóruútflutninginum og gevur samfelagnum tríggjar milljardir krónur Tað hevur ikki gingið eftir ætl­an at ásseta kvoturnar á upp­sjóvarfiski fyri 2015. Vit fiskaðu góð 220.000 tons av svartkjafti í fjør, men enn er als ikki komið á mál í samráðingunum um kvot­ur­nar fyri í ár. Hóast tað, so er vertíðin fyri svartkjaft av á hesum sinni. Føroysk skip hava sam­ bært yvirlitinum hjá Vørn fisk­að tilsamans 210.000 tons av svartkjafti í ár. Flestu uppsjóvarskipini gera klárt ella eru farin at royna eftir makreli. Vanligt er, at makrelvertíðin byrjar her um mánaðarskifti juli/ august. Somu skipini royndu eft­ ir lodnu í vetur. Nøgd­ir­nar eru ikki so ógvusligar, sum av makreli og svartkjafti, men sambært yvirlitinum, so fiskaðu føroysku á leið 30.000 tons av lodnu í vetur. Tað er á leið tað sama, sum skipini fingu í fjør. Kvotan av norðhavssild er í ár á leið 40.000 tons og higar­til hava skipini veit tum 6.000 tons. Føroyar hava for­mans­ skap­in undir einum aprti av sam­ráð­ing­unum um upp­sjóv­ar­fiskin í ár, men eins og undan­far­nu ár­ini, so er tor­ført at koma til felags niður­støð­ur. Í løtuni er tað so, at Før­ oy­ar í veruleikanum hava besta samstarvið við ES um kvot­ur. Millum Ísland og Føroyar er rættuliga stór ósemja um makrelin, ahr íslendingar hava ásett sær egna kvotu. Serliga um svartkjaftaveiðuna va rongin avtala, men svartkjafturin er veiddur nú vertíðin endaði Fiskurin veiddur, men ongin semja um kvotur Høvundur: Árni Gregersen