Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 Føroysk skip veiddu til­ samans 543.tons av fiski í 2014. Umleið 80 prosent av tons­tali­num var upp­sjóv­ ar­fisk­ur, meðan botn­fiska­ veið­an er tilsamans 15 pro­ sent av tí samlaða. Botnfiskasløgini, sum telja mest, eru toskur og upsi. Torskaveiðan var heldur størri í 2014 enn í 2013. Til­ samans veiddu føroysku skip­ini 36.000 tons av toski móti 32.000 ronsum árið fram­man­undan. Men hóast nakað av fram­gongd er í føroysku toska­veiðu­ni, so er lítið og onki av hesum fiskað undir Føroyum. Størsti part­ur­in verður veiddur av før­oys­ ku trolarunum, sum fiska í barents­havinum og nakað verð­ur so eisini veitt á Flem­ ish Cap. Upsin telur 27.000 tons – tað eru 3.000 ella 10 prosent færri tons enn í 2013. So at siga allur upsin er veiddur und­ir Føroyum. Háost tølini fyri botn­ fiskin ikki eru so ógvuslig, so hava tey stóra ávirkan á bú­skapin. 1,2 milljardir gav botn­ fiskurin føroyska sam­felag­ num, men í hesum sam­ ban­di eigur ikki at verða gloymt, at so at siga alt, sum verð­ur veitt undir Føroyum eisini kemur uppá land her. Vit útfluttu størstu nøgd­ ir­nar av toski í nýggjari tíð í 1996. Tá var útflutningurin 37.000 tons, meðan hann í fjør var 20.000 tons. Mest útflutti vit av upsa í 2005, tá ið heili 41.000 tons fóru av landinum. Her hev­ur afturgongdin ver­ið risa­stór, tí í fjør fóru bert 14.000 tons av upsa av landi­num. Í 2003 útfluttu vit 20.000 tons av hýsu – í fjør vóru beint undir 4.000 tons. Tað skapar arbeiði til nógv­ar hendur og virðis­øk­ ingin av fiskinum hendir á landi í Føroyum. Eitt sindur øðrvísi er tað við toskinum, sum verður veidd­ur í Barentshavinum. Hann verður frystur um­ borð og fer í stóran mun til út­lendska keyparar. Onki krav er um, at hesin fiskur skal yvir føroyskan keikant. 52.000 tons av botnfiski vóru útflutt í fjør. Uppsjóvarfiskurin Sjálvt um botnfiskurin telir nógv, so er tað upp­sjóv­ar­ fisk­urin, sum ger munin hesi seinnu árini. Í fjør var virðið á upp­ sjóvar­fiskinum, sum varð land­að, 1,24 millajrdir krón­ ur. Hetta er eitt lítið sindur minni enn í 2013, men kort­ ini eitt íkast, sum av álvara merkist í samlaða føroyska bú­skapi­num. Afturgongin í krónu­tali­ num var 12 prosent, meðan nøgd­in var á leið 16 prosent min­ni enn árið framman­ und­an. Hóast hetta, so vóru út­ flutt virðir fyri um tríggjar milljardir. Tan afturgongdin, sum sæst best, er í upp­sjóv­ ar­fiski­num. Har komu 168 milljón­ir krónur minni inn í fjør enn í fyrraárið. fiskivinna Tá ið talan er um upp­sjóvar­ fisk, so hugsa tey flestu um tann makrel, sum føroysk skip hava fisk hesi seinastu árini. Men størsta nøgdin av upp­sjóvarfiski var í fjør av svart­kjafti. 226.000 tons av svartkjafti veiddu føroysk skip í fjør, tá saml­aða nøgdin av makreli var 150.000 tons. Seinastu árini hevur upp­ sjóv­ar­vinnan átt ein stóran part av føroyska bú­skap­ar­ vøkstri­num. Eitt álvarsligt lop hendi, tá ið Føroyar ásettu sær egna makrel­kvotu.Tá blómaði upp­sjóv­ar­vinnan. Vit fóru frá 15.000 tonsum av makreli í 2009 til 150.000 tons í fjør. Lopið kom longu í 2010, tá ið vit veiddu 72.000 tons. Ein kemur – annar fer Í uppsjóvarvinnuni eru tað fýra fiskasløg, sum før­oy­ ing­ar fiska. Tað er svartkjaftur, makrel­ur, sild og lodna. Tað vísir seg, at sjáldan er nógv til av øllum sløgum, men tá ið tað minkar av ein­ um slagi, so veksur nøgd­in av onkrum av hinum sløgunum. Í nógv ár komu størstu nøgd­ir­nar frá svartkjafti. Svart­kjaft­ur er ein lítil fiskur, sum ikki gevur serliga nógv hægri prís til matna enn til ídna. Hesi seinnu árini hevur prís­urin á svrtkjafti í meðal lig­ið millum eina og tvær krón­ur í meðal – oftast nærri einari krónu. Nógvar royndir hava verið gjørd­ar at fáa svartkjaft gjørd­an til matvøru, men ongan­tíð er hetta av álvara eydn­ast. Í hvussu so er ikki so væl , at tað hevur givið mun­andi hægri prís. Í Føroyum er roynt við virkj­um á landi at gera su­ ri­mi og við fabriksskipum, sum royndu at virðisøkja svart­kjaftin, men uttan at tað gav nakað serligt eyka. Í dag verður svart­kjaft­ur­ in gjørdur til mjøl og lýsi og verður síðani í stóran mun brúktur til fóður av ymisk­ um slag. Nøgdirnar av svartkjafti, sum føroysku skipini fisk­aðu í fjør, vóru stórar. 226.000 tons komu uppá land, men hetta er langt frá tí mesta, sum vit hava veitt av svartkjafti. Í 2006 veiddu føroysk skip tilsamans 321.000 tons av svartkjafti. Tilsamans 543.000 tons Samlaða heidlarveiðan hjá før­oys­ku skipunum var í 2014 543.000 tons. Sum nevnt er svartkjaftur størsta nøgdin. 247.000 tons vóru veidd á føroyskum øki, sum er før­ oyski landgrunnurin og Før­ oya Banki. Heildarveiðan er mun­ andi økt hesi seinastu árini og nærkast metárunum 2003 til 2007. Størsti vøksturin er sum nevnt í svartkjaftinum, með­an sildaveiðan minkaði góð 70.000 tons í fjør í mun til 2013. Lodnan taldi heldur ikki so nógv í fjør, men hon hevur eisi­ni svingað millum onki og 33.000 tons síðani 2004. Í fjør fiskaðu føroysku skipini 8.000 tons av lodnu. Kappingin um makrelin Hó­ast nøgdirnar av svart­kjafti hava verið tær størstu, so er tað makrel­fiski­skap­urin, sum hevur fingið mestu um­talu­na í almenna rúmi­num. Tá ið Føroyar ásettu sær egna kvotu og fasthildu um, at hetta var parturin hjá Før­oy­um, tá vóru virðini so stór, at tað vóru ikki bert uppsjóvarskipini, sum gjør­ du krav uppá makrelin. Politiski myndugleikin var ikki samdur um, hvussu hann skuldi býtast og tí fekk um­talan uppaftur meira rúmd. Roynt var eisini við upp­ boðs­sølu og útlendingar keyp­tu ein part av kvotunum sam­an við føroyingum. Virði á makrelinum er eisini hægri fyri hvørt kilo enn á svartkjafti. Stóru nøgdirnar hava havt við sær, at tvey nýggj upp­sjóv­ar­virkir eru bygd at taka ímóti makreli og øðr­ um upp­sjóvar­fiski, síðan vit ásettu okkum størru kvot­ur­ nar av makreli. Tað er alment kent, at uppsjóvarvinnan partvís eigur lívið í føroyingum í løtuni, men visti tú, at størst veidda nøgdin er av svartkjafti Svartkjafturin átti størsta partin av føroysku veiðuni Fiskiveiðan gevur tríggjar milljardir beinleiðis til føroyska samfelagið Búskapurin veksur nógv og serliga uppsjóvarvinnan gevur stórar inntøkur til samfelagið