Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rúsan má nútímansgerast, annars endar tað við, at vanligir handlar fara at selja rúsdrekka Rúsan kann gera enda á sær sjálvari RÚSDREKKAPOLITIKKUR Áki Bertholdsen – Tað er ein trupulleiki, at bara annarhvør føroyingur er nøgdur við Rúsuna. Tað staðfestir Fróði Jacobsen, sum var verk­ ætlanar­leiðari fyri einum arbeiðs­bólki, sum nú hevur sett út í kortið, hvønn rús­ drekka­politikk vit skulu hava í Føroyum hesi næstu árini. Ein niðurstøða hjá bólk­ inum, er, at Rúsan eigur at verða varðveitt, tí tað er ein sannroynd, at lættari rús­ drekka er at fáa fatur á, meiri verður drukkið. Sostatt hevur Rúsan ein avgerðandi leiklut í roynd­ unum at tálma nýtsluna, og tí eigur hon at vera varðveitt. Men arbeiðsbólkurin ásann­ar eisini, at treytin fyri at kunna varðveita skipanina við Rúsuni, er, at føroyingar taka undir við henni og taka hana til sín. Samstundis má Rúsan eisini hava politiska undir­tøku. – Tá ið føroyingar, og før­oyskt vinnulív, ikki taka undir við Rúsuni, missur hon sín til­veru­rætt, sigur Fróði Jacobsen. Hann sigur, at tekur fjøld­ in av føroyingum ikki undir við Rúsuni, er skjótt, at trýst kann verða lagt á politikarar at avtaka hana, og at fáa fría brenni­vínssølu í handlunum. – Tað hevði verið ímóti rús­drekka­politikkinum, har enda­málið nettup er tað øvugta, nevniliga at avmarka nýtsluna. Sostatt er Rúsan sjálv­ur krummtappurin í rús­drekka­ politikkinum í Føroyum. Men Fróði Jacobsen ásann­ar, at Rúsan er undir trýsti. Kanningar vísa, at upp ímóti helvtini av føroy­ing­ um vilja hava eina fríari rús­ drekkasølu. Og ein kanning hjá Framsókn vísti enntá, at yvir 60 prosent vilja hava øl og vín í handlarnar. Í vár var uppskot eisini lagt fyri Løgtingið um at loyva sølu av øli og víni í mat­ vøru­handlum. – Uppskotið fall, men tá gjørdi Løgtingið samstundis greitt, at rúsdrekkalógin eigur at verða endurskoðað, sig­ur verkætlanarleiðarin. Og hann leggur afturat, at hetta er ein avbjóðing, sum eigur at verða tikin upp og tískil verður tað neyðugt at nú­tímans­gera Rúsuna. – Nú eru tað skjótt 25 ár síðani, at Rúsan varð sett á stovn, men øll hesi árini er hon ikki broytt nevnivert. Tí er stundin komin at laga hana til, so at hon í størri mun fær veitt ta tænastu, við­skifta­fólkini vilja hava í dag, bæði privat viðskiftafólk og vinnuligu viðskiftafólkini. – Rúsan má hava nakrar dygdir sum gera, at fólk taka undir við henni, sigur Arbeiðs­bólkurin. – Sett upp á spíssin, kunnu vit siga, at í roynd og veru stendur valið millum eina væl­skipaða einkarsølu, sum lýkur tey krøv, ið brúk­ arin setur, ella eina fría rús­ drekka­sølu, sum ikki hevur nakrar serligar avmarkingar. Eisini fyri kræsnar gómar Í arbeiðsbólkinum, sum hev­ ur orðað rúsdrekka­politikk­ in, hava tey gjørt sær ymsar tankar um, hvussu hon skal nú­tímansgerast. – Rúsan eigur fyrst og fremst at hava dugnalig, væl­út­búgvin starvsfólk, sum vita nógv um tær ymsu vør­ur­nar, hon selur, og sum so­statt kunnu geva við­skifta­ fólki holla ráðgeving. Harumframt má Rúsan eisini hava eitt nógv størri úrval enn ein vanligur handil hevði havt. – Tað verður neyðugt at tryggja, er, at Rúsan hevur eitt so mikið stórt úrval av øli, víni og rúsdrekka, at eis­ ini tey, sum hava rættiliga ser­lig ynski, kunnu fáa tey upp­fylt í Rúsuni. Fróði Jacobsen nevnir eis­ ini, at ein møguleiki kann eis­ ini vera, at Rúsan fer undir ein rættiligan nethandil. Sum støðan er nú, ber til at bíleggja á netinum og fáa vøruna við posti. Men hetta er ikki eitt øki, Rúsan leggur dent á yvirhøvur, og sostatt er hetta ein møguleiki, ið næstan ikki verður brúktur. Ein annar máti at eftirlíka nútíðarkrøvum, hevði verið, at Rúsdrekkasølan sleppur at lækka prísirnar í summum førum, ella at hava útsølu í ávísum førum. - Rúsdrekka er rættiliga dýrt í Føroyum, og hóast prísirnir verða brúktir at stýra nýtsluni við, kunnu teir høgu prísirnir skunda undir kravið um heilt fría sølu. Arbeiðsbólkurin held­ur, at umframt at frí rús­drekka­ søla hevði økt um nýtsluna, hevði tað eisini verðið eitt bakkast fyri viðskiftafólkini. Tí handlar hugsa um vinn­ ing, og sostatt hevði úrvalið verðið minni enn tað er í Rúsuni, tí handlarnir fara at leggja seg eftir at selja tey sløgini, ið geva mest vinning. aki@sosialurin.fo Rúmari ræsur Arbeiðsbólkurin, sum hevur orðað nýggja Rúsdrekkapolitikkin í Føroyum, heldur, at ein trupulleiki hjá Rúsuni er, at hon er ein stovnur undir landinum, sum arbeiðir frá ári til ár, og har fíggjarliga støðan verður gjørt upp hvørt nýggjár Tað merkir, at tað ber ikki til hjá Rúsuni at leggja ætlanir, sum ganga yvir meiri enn eitt kalendaraár. Eitt nú húsast Rúsan í Havn í fýra bygningum kring um í býnum og tað er ikki er serliga effektivt. Hevði Rúsan verið eitt alment parta­felag, kundi hon lagt lang­tíðar­tlanir og tikið vinn­ ing við sær frá ári til ár. Ein partur av sparingini kundi verið brúktur til at latið fleiri deildir upp, heldur arbeiðsbólkurin. Men Rúsan hevur eisini brúk fyri at fáa betri fløskumóttøkur. Arbeiðsbólkurin mælir kort­ini ikki til at gera Rúsuna til eitt partafelag, tí enda­ málið við einum partafelag, er at forvinna pening, og enda­málið við Rúsuni er at tálma nýtsluna. Ístaðin verður mælt til at varðveita Rúsuna sum lands­stovn, men kortini at lata hana virka sum eitt parta­felag. aki@sosialurin.fo Í Svøríki hava gransk­ar­ar mett um, hvørjar avleið­ ingar, tað hevði fingið at av­tikið einkarsøluna. Niðurstøðan er, at verð­ur rúsdrekkasølan púra frí, hevði tað økt nýtsl­una heili 38%. Men verður rúsdrekka selt í serligum handlum, ístað­in fyri í einkarsøluni, hevði tað økt nýtsluna 17% aki@sosialurin.fo 38% Mugu fylgja við tíðini Rúsan má fylgja við tíðini, annars er hon deyðadømd, og so fara vanligir handlar at selja rúsdrekka ístaðin