Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 Miðflokkurin kann noyða løgmann at leggja frá sær Løgmaður noyðist helst at leggja frá sær - ella útskriva nýval. Trýstið er nú inni í samgonguni Árni Gregersen Miðflokkurin er í løtuni størsta hóttanin móti Kaj Leo Holm Johannesen, løg­ manni. Formaður floksins, Jenis av Rana, hevur alment gjørt heilt greitt, at Miððflokkurin heldur, at løgmaður sjálvur skal leggja frá sær nú og so útskriva løgtingsval. Áður hevur hin tinglimur floksins, Bill Justinussen, í almennum kjaki í sjónvarpi­ num sagt, at eisini hann heldur at løgmaður eigur at leggja frá sær. Bill Justinussen segði eis­ ini, at hann helt, at løgmaður átti at havt lagt frá sær, longu tá ið kanninarúrslitið hjá Hans Gammeltoft-Han­ sen var alment kent. Løgmaður er júst aftur­ komin, men hann hevur enn ikki sagt nakað um hvat hann fer at gera. Mikudagin verður tingið sett, og tá fer løgmaður at halda sína ólavsøkurøðu. Um hann tá fer at boða frá, at hann leggur frá sær ella hann fer at útskriva vl, veit ongin enn. Løgmaður hevur, með­an hann hevur verið í sum­mar­ frí, sagt, at hann ikki heldur, at kanningarstjórin hevur nøkur beinleiðis prógv fyri, at hann hevur borið tingi­ num skeivar upplýsingar. Tað kann benda á, at hann ætlar sær at verða sitandi sum løgmaður valskeiðið út, men kortini er hann ikki einsamallur um at avgera tað. Andstøðan Andstøðan kann heldur ikki koyra løgmann frá, men málið kann koma so langt, at andstøðan fer at leggja eitt uppskot um misálit á løgmann fram. Hendir tað, so er ikki ó­vist, at partar av sam­gong­ uni fara at taka undir við uppskotinum. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur sagt, at hann heldur tað hevur nógv at siga fyri politisku skipanina, at málið ikki gerst eitt mál millum samgongu og andstøðu. Formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, hevur meira ella minni sagt tað sama. Hann heldur ikki, at tað fer at gagna nøkrum um tað endar við, at andstøðan kemur við einum uppskotið um misálit. – Tí haldi eg, at løgmaður eigur at mynstra av, so vit sleppa undan einum upp­ skoti um misálit. Vit minstr­ aðu á ein túr, sum undir øllum umstøðum er um at enda, so best hevði verið bara at mynstra av nú, heldur. Formaður Framsókns, Poul Michelsen, hevur eisini sagt, at hann heldur at løgmaður eigur at leggja frá sær. Hann ætlaði eisini at leggja eitt uppskot um isálit fram, um so var, at tað fór at eydnast at kalla tingið saman áðrenn ólavsøku. Tað eydnaðist ikki, men Poul Michelsen sigur, at hann nú ivast í hvat er rættast at gera. Heldur ikki hann er ser­ liga fegin um, at tað gerst eitt mál millum andstøðu og samgongu – og tí hevur hann eisini mælt løgmanni til at leggja frá sær. Politisku avleiðignarnar Tað sum politiska skipanin arbeiðir við nú er, hvørjar politiskar avleiðignar tað eig­ ur at fáa, at løgmaður bar tinginum skeivar upp­lýs­ing­ar. Tann revsirættarligi part­ urin er meir ella minni av­ greiddur. Formansskapurin í Løg­ tinginum hevur viðgjørt nið­ urstøðuna hjá kanningar­ stjóranum, og er samdur um, at revsirættarligu fylgjurnar fyri løgmann og fyrrverandi landsstýrismannin við inn­ lendismálum eigur at vera ein átala. Formaðurin fer at leggja uppskotið fram nú í byrj­ anini av tingsetuni – og alt bendir á, at full undirtøka verður fyri átaluuppskotu­ num. Løgmaður í iva Løgmaður hevur verið burt­ urstaddur í summarfrí. Hann hevur helst brúkt ein part av tíðini til at grunda yvir hvat hann skal gera. Meira enn einaferðhevur hann sagt, at hann heldur seg onki skeivt hava gjørt og at kanningarstjórin ikki hevur nakað prógv fyri, at hann bar Løgtinginum skeiv­ ar upplýsingar. Tað sum hann noyðist at taka støðu til er, hvat pol­ itiska skipanin heldur og um hon hevur somu uppfatan av tí sum hendi, sum løgmaður sjálvur. Samgongufundur verður og har má løgmaður finna út av um samgongan heldur hann skal halda fram sum løgmaður. Miðflokkurin hevur verið rættuliga greiður í sínum útmeldingum. Teir halda báðir tingmenn floksins, at løgmaður eigur at stinga í sekkin. Formaður fólkafloksins hevur alment sagt, at hann framvegis hevur fult álit á løgmanni, men tað er ikki eins vist, at allur flokkur hansara hevur tað. Endar tað við einum mis­ álitisuppskotið, so er helst ivasamt hvønn veg tað fellur. Taka andstøðuflokkarnir undir við tí og Miðflokkurin, so skulu bert nakrar fáar atkvøður afturat tila t fella løgmann. Miðflokkurin hevur sagt, at hann vil helst hava eina loysn uttan at neyðugt verð­ur at koma við einum misálitisuppskoti. Nú verður tað so sam­ gongan, sum skal taka støðu og hjálpa løgmanni at koma til eina endaliga avgerð. Avgerðin kemur helst longu á ólavsøku, tá ið løg­ maður heldur røðu ella í fyrstu vikuni í august. politikkur Jenis av Rana Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður