mánadagur 27. juli 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
Lekin millum teori
og praksis
Seinastu tíðina hava vit
hoyrt um ringa standin, sum
bygningarnir á Háskúlanum
eru í. Sum tað fyrsta skal nýtt
tak leggjast á, og háskúlin
skal útvega ein triðing av
metta kostnaðinum fyri nýtt
tak, einar 900 túsund krónur.
Hetta eru nógvir pengar, sum
allar góðar kreftir nú arbeiða
við at útvega.
Tað er sjálvandi harmiligt,
at tað skuldi koma so vítt,
men bygningarnir skulu um
vælast, og frameftir mugu vit
syrgja fyri, at okkara vakri
og neyðugi háskúli ikki aftur
kemur í eina so ólukkuliga og
óvirðiliga støðu. Hetta kann
millum annað gerast við at
syrgja fyri hægri politiskari
raðfesting.
Livandið orðið
Tað eru í ár 116 ár síðani,
at
Føroya
Fólkaháskúli
varð stovnaður. Háskúlin
hevur havt stóran týdning
fyri fólkaliga samleikan í
Føroyum og livir enn sum
eitt týðandi tilboð í dagsins
fjølmentan.
Hugskotið um fólkahá
skúlan er danskt. Í eini
uppgerð við tann elitera
skúlaskapin ynskti danski
presturin
Grundtvig
í
1830-árunum at stovna ein
háskúla fyri ungdómin. Há
skúlin skuldi ganga tørvinum
á fólkaligari upplýsing á
møti, ein tørvur, sum kom
í kjalarvørrinum á fyrsta
demokratiseringsrákinum í
Danmark.
Grundtvig var av teirri
fatan, at um fólkið skuldi
taka lut í landsins leiðslu, var
neyðugt við betri upplýsing
enn henni, sum fekst í
barnaskúlanum. Í staðin fyri
bókina og uttanatslæruna
legði Grundtvig dent á tað
livandi
orðið.
Grundtvig
vildi skapa ‘ein skúla fyri
lívið’, har allar stættir í
samfelagnum kundu hittast.
Hesar hugsanir um ein frían
undirvísingarhátt
spjaddu
seg, og fyrstu háskúlarnir
sóu dagsins ljós um miðju
19. øld, í Danmark og í hinum
Norðurlondunum.
Føroya Fólkaháskúli
Stórur
áhugi
var
fyri
háskúlarørsluni í Føroyum,
haðani eisini nógv ung ferð
aðust til Danmarkar fyri at
sleppa á háskúla.
Og seinast í 19. øld bar
eisini til at fara á háskúla í
Føroyum. Tað vóru 27 ára
gamli Símun av Skarði og
28 ára gamli Rasmus Ras
mussen, sum í 1899 kundu
bjóða føroyskum ungdómi
á háskúlaskeið í egnum
landi. Tá kundu ung í Føroy
um fara á háskúla og fyri
fyrstu ferð í lívinum fáa
undirvísing á føroyskum í
søgu, kristni, landalæru, og í
náttúrufakum. Fimleikur var
eisini á tímatalvuni, tí saman
við andanum skuldi likamið
røkjast. Við framtíðar vinnu
ligum virksemi og inntøku
fyri eyga varð undirvíst í
meira praktiskum fakum,
sum
fyri
genturnar
var
at læra at seyma og fyri
dreingirnar at læra smíð.
Eisini á Føroya Fólkahá
skúla var livandi orðið, her á
føroyskum, høvuðsamboðið í
virkseminum. Um tað mund
ið vóru næstan ongar bøkur
á føroyskum.
Føroya Fólka
háskúlafelag 103 ár
Fyrstu næmingarnir á skúl
anum sóu, hvussu fátækslig
korini vóru, og longu í 1902
vóru hugskot frammi um at
stovna eitt næmingafelag,
sum skuldi hava til endamáls
at stuðla skúlanum. Ólav
søkuaftan 1912 varð Føroya
Fólkaháskúlafelag stovnað
við umleið 100 limum.
Líka
síðani
stovnandi
aðalfundin hevur Føroya
Fólkaháskúlafelag
skipað
fyri fólkafundi á háskúl
anum ólavsøkuaftan. Har
umframt hevur felagið veitt
næmingum,
sum
høvdu
tørv á tí, fíggjarligan stuðul,
stuðlað skúlanum fíggjarliga
og givið út árbøkur.
Í dag arbeiða vit saman
við stýrinum og skúlanum
við at útvega fígging til
umvælingarnar, og annars
við at stuðla í mun til tað
nógva virksemið, sum er á
hugnaliga og livandi háskúl
anum í Hornabø.
Føroya Fólkaháskúli
– skúlin fyri lívið
Eingin ólavsøka uttan fólkafundin á Háskúlanum, sum í ár verður hildin fyri 103. ferð. Sum altíð er
fundurin eftir kappróðurin 28. juli, og tað er listakvinnan Hansina Iversen, ið heldur røðuna
Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur
í Føroya Háskúlafelag