mánadagur 27. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórsfest er festlig
og fólkslig
Tórsfest hevur funnið eitt frálíkt pláss á gongugøtuni í Havn, og hóast okkurt kundi
verið gjørt øðrvísi, er talan um eina fjølbroytta og fólksliga ólavsøkukonsert
Jonhard Hammer
Leygarkvøldið var Tórsfest
hildin fyri aðru ferð. Tórsfest
er avloysarin hjá gomlu ólav
søkukonsertini, sum onkun
tíð hevði tað trupult, men
eisini upplivdi nógvar stórar
løtur við nógvum fólki.
Fyrr var tað líkavið, at
myndugleikar og onnur ikki
vildu vita av konsertini, og
hon ferðast millum nógvar
staðsetingar. Nú hevur Tórs
fest fingið innivist mitt í
Havnini – á gongugøtuni – og
tað fær valla verið betri. Á
tveimum pallum spæla góðir
føroyski bólkar, og í ár vóru
tvey útlendsk nøvn fingin
heim at seta kulør á kon
sertina.
Samanumtikið var talan
um frálíka konsert við nógv
um góðum framførslum og
kendum tónleiki. Fólk møttu
rímiliga tíðliga á konsertini,
og helst var góða veðrið
viðvirkandi orsøk til tað. Út
á náttina kom veruligt lív í,
og tá var fagnaður av teim
um framførandi eisini stórur.
Flest allir bólkarnir stóðu
seg væl, hóast onkrir strídd
ust við ljóðtrupulleikar á
minna pallinum, sum ikki
tóktist verða giraður tøkni
liga til avbjóðingina. Eisini
var stórur munur á ljóði og
niveau á teimum báðum
pallunum, og tað gekk meira
út yvir tey, sum spældi á
minna pallinum, enn tey,
sum spældu á tí størra.
Gott útlendskt
Pretty Maids var ein góð
uppliving. Bólkurin spældi
væl, og tað tóktist sum, at
teir framvegis stríðast fyri tí
og vilja gera sítt allarbesta,
hóast teir hava nógv ár á
baki. Tað var hugaligt at
uppliva. Sangirnir hjá teim
um eru ikki av teimum kend
astu her heima, og kanska
vóru tað serliga ídnir mann
ligir fjepparar, sum trokað
ust frammanfyri pallinum ta
løtuna.
Basshunter syrgdi fyri
einari stórari veitslu. Hann
hevði hitt við sanginum
Boten Anna, men hann dugdi
eisini framúr væl at undir
halda við coversangum og
pumpandi rútmum.
Frændur høvdu fingið eitt
heldur ivasamt pláss – rími
liga tíðliga á minna pallinum
– men teir gjørdu sín part og
fangaðu fólkið við øllum
teirra frálíku sangunum.
Swangah fekk sum vant
lív í fjøldina við teirra speis
ku rappsangum, og Signar og
hansara menn vórðu fangn
aðir sum sjáldan.
Skráin pakkað
Tórsfest er ein veitsla upp
undir ólavsøku, og soleiðis
var eisini hesaferð. Nógv
fólk var á konsert, og nógv
ungfólk hugnaðu sær.
Skráin var sera tøtt, og tað
var næstan ikki nøkur løta,
har fólk kundu hvíla oyruni.
Tað tóktist, sum at fram
førslurnar
skuldu
koyra
uttan íhald, men møguliga
hevði tað riggað fult so væl
at givið áhoyrarunum onkrar
styttri løtur, har teir kundu
hugna sær eitt sindur á
økinum.
Tað tókist malplaserað, at
Synarchi skuldi spæla tung
málm, beint eftir at barna
undirhald hevði verið á
skránni, og familjur hugnaðu
sær á økinum.
Tað er eisini krevjandi
tekniskt at hava so nógvar
bólkar koyrandi innan so
stutta tíð, og tað hoyrdist
fleiri ferðir aftur, at tøkn
ingarnir ikki høvdu lættar
umstøður, tí fleiri ferðir
skuldu teir brúka 2-3 sangir
um at fáa ljóðið at sita ordi
ligt.
Tórsfest er eitt fínt ískoyti
til føroyska summarið, sum
bjóðar eina endaleysa røð av
tiltøkum og festivalum, og
vit eitt sindur av juster
ingum, kann ólavsøkukon
sertin gerast enn betri kom
andi árini.
Myndir: Sigmar Mørkøre