Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Leygardagin varð lutakastið til HM-undankappingina 2018 avgreitt í russiska bý­ num Skt. Pætursborg, har størsti spenningurin fyri okk­um og nábúgvar okk­ara var hvussu tað fór at fløska seg í evropeiska undan­spæl­ inum. Føroyar hava einamest verið í niðasta pottinum hvat styrkis­meting viðvíkur, men støðan var serlig hesa­ferð, tí fyri fyrstu ferð í søguni var Føroyar í fjórða og trið­ aftasta styrkis­met­ingar­ pottinum. Hetta gav møgu­ leika fyri at fáa eitt ella tvey mótstøðulið, sum liggja væl aftanfyri Føroyar á heims­ styrkislistanum. Gott lutakast Tað skuldi vísa seg, at luta­ kastið fløskaði seg væl fyri Føroyar ítróttarliga. Mót­ støðu­liðini vera Portu­gal, Sveis, Ungarn, Lettland og Andorra. Andorra er í løt­uni nr. 202 á heims­styrkis­lista­ num, og her burdi møgu­leik­ in fyri stigum verið góð­ur. 202 er tað aftasta av øllum teimum evropeisku lond­ unum. Lettland er á 87. plássi, sum eru 13 pláss aftanfyri Føroyar. Føroyar hava ongantíð vunnið ímóti nøkrum liði, sum er í bólkinum, men tað er eisini avmarkað hvussu ofta Føroyar hava spælt ímóti hesum londunum. Fýra ferðir hava vit tapt ímóti Sveis, og í hesi undan­ kappingini taptu vit tepurt 0-1 ímóti Ungarn. Í venj­ingar­ dystum hava Føroyar møtt Portugal og Andorra, og hesir dystir endaðu ávika­vist við 0-5-tapi í 2008 og 0-0-javn­ leiki heilt afturi í 1999. albinus@sosialurin.fo Heimsins besti fótbólts­ leikari, Cristiano Ronaldo, er størsta stjørnan hjá Portugal Heimsins besti fótbóltsleikari, Cristiano Ronaldo, kemur í komandi HM-undankapping til Føroya at spæla – um alt veit væl til. Tað er stóra søgan eftir eitt annars gott ítróttarligt lutakast sæð við føroyskum eygum Ronaldo er stóra søgan Bara Jóan Símun við Jóan Símun Edmundsson var við frá byrjan hjá Vejle, sum í gjár spældi 1-1 á heimavølli ímóti FC Fredericia. Hann varð tó útskiftur í 59. minutti. Viljormur Davidsen var ikki við vegna skaða, meðan Sonni Ragnar Nattestad enn ikki er komin aftur til felagið. Hallur væl frá landi Vendsyssel FF við Halli Hansson á vøllinum fyrstu 67 minuttirnar kom væl frá landi í næst­ bestu deildini, tá ið teir í gjár vunnu fyrsta dystin hetta kapp­ ingar­árið 2-0 á útivølli ímóti Skive. Martin Bergvold og Rune Frantsen skutu málini. René S. Joensen var ikki við. fótbóltur Gilli: Verður ikki størri! Føroyski landsliðsleikarin í AaB heldur tað vera risa stórt, at Ronaldo kemur til Føroya. Eisini heldur hann, at góður møguleiki verður fyri stigum í hesum bólkinum Pætur Albinus Ein av yngstu monnunum á føroyska landsliðnum, 22 ára gamli Gilli Sørensen, heldur, at tað er góður møguleiki at fáa stig í komandi HM- undan­kappingarbólki. – Eg meti, at tað ímóti Andorra, Lettlandi og Ungar er góður møguleiki fyri stig­um. Tað er møguligt at heinta fleiri stig í komandi bólki, enn tí bólkinum vit eru í nú, sigur Gilli vísandi til EM-undan­kappingarbólkin, har Føroyar higartil hava fingið seks stig. – Eg hopaði at møta Dan­ mark, Íslandi ella Onglandi, men annars haldi eg, at eg eri væl nøgdur við bólkin vit eru komnir í, sigur Gilli Sørensen. Høvuðsyvirskriftin við lutkastinum hjá føroyingum hevur sjálvsagt verið, at heimsins besti spælari, Cristiano Ronaldo, kemur til Føroya. Vit spurdu Gilla, hvat hann heldur um tað. – Ronaldo, hvør er tað? skemt­ar Gilli og verður meiri álvarsamur: – Nei, tað hevði verið nak­ að heilt serligt, um Ronaldo kom til Føroya. Heimsins besti fótbóltsspælari á Tórs­ vølli, tað verður ikki størri enn tað, sigur Gilli Sørensen at enda. albinus@sosialurin.fo