mánadagur 27. juli 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
ítróttur
Levanger úr botninum Kaj Leo í Bartalsstovu var við allan
dystin, tá ið Levanger FK í gjár tók eitt risa fet og lyfti seg upp
um niðurflytingarstrikuna í næstbestu norsku deildini. Við
4-1-heimasigrinum ímóti Fredrikstad er Levanger nú eitt stig
omanfyri niðurflytingastrikuna. 14 dystir eru eftir at spæla.
Brandur var ikki við Brandur H. Olsen slapp ikki upp í
part, tá ið FCK í gjár vann 2-1 á útivølli ímóti Esbjerg. Tað er
líkt til, at Kasper Kusk og William Kvist standa frammanfyri
hann í røðini at sleppa at spæla á mðivøllinum. Marvin
Pourié og Nicolai Jørgensen skutu málini hjá FCK.
fótbóltur
Torkil vann
fyri fimtu ferð
Ronaldo fær ikki trý mál
Bólkarnir til HM 2018
Volvo Kring Føroyar endaði
í gjár, og alla kappingina
prógvaði Torkil Veyhe,
at hann er í stórformi og
púra ógjørligur at syfta
Pætur Albinus
Frá
mikudegnum
og
fram til í gjár hevur stóra
súkklukappingin
Volvo
Kring
Føroyar
verið
kring oyggjarnar, og sum
vera man vóru – um
framt okkara egnu – fleiri
luttakar við úr Íslandi og
Danmark. Torkil Veyhe,
sum undan hesi kapp
ingini hevði vunnið hana
fýra ferðir (2009, 2010,
2012, 2014) var stórfavo
rittur.
Formurin góður
Torkil livdi fult og væl
upp til vónirnar. Við sigr
um á fýra út av teimum
fimm teinunum var av
rikið sannførandi og hann
vann eisini samlaðu kapp
ingina greidliga. Einasti
maður, ið megnaði at
vinna á Torkili ein tein,
var Dávur Magnussen á
teininum í Suðuroynni
leygardagin.
Torkil er júst komin
aftur frá sera góðum av
rikum á oyggjaleikum,
og hann heldur eisini,
at formurin er betri enn
nakrantíð.
– Formurin er, sum sagt
áðrenn
oyggjaleikirnar
eisini,
ongantíð
verið
betri og tað vísir úrslitið
í kappingini nokk eisini.
Eg havi vant væl og havi
ikki havt nakrar steðgir
í venjingini, sigur Torkil,
sum dámar væl at súkkla
í Føroyum heldur enn í
Danmark, har hann ann
ars býr.
– Kappingin er sum
altíð
fantastisk.
Mær
dámar sera væl at koyra
runt í Føroyum, serliga tá
sýnið er so gott sum tað er
nú. Heilt fantastiska flott,
heldur Torkil.
Munur á støði
Torkil er vanur við at
súkkla í súkklukapping
um á høgum støði í Dan
mark, har hann venur
nógv við Odder CK. Tað er
eisini tað, sum hann metir
vera størsti munurin á at
kappast í Danmark og so í
Føroyum.
Stóri munurin er talið
av luttakarum og styrkin.
Her er nakað av muni á
støðinum, meðan tað í
Danmark kanska eru 50
nøkurlundað líka sterkir
súkklarar, sigur Torkil.
Hetta var fimtu ferð, at
Torkil Veyhe vann Volvo
Kring Føroyar.
albinus@sosialurin.fo
Volvo Kring Føroyar
2015
1. teinur, Tórshavn - Runavík
1. Torkil Veyhe
2. Guðmundur Joensen
3. Dávur Magnussen
2. teinur, Klaksvík - Sornfelli
1. Torkil Veyhe
2. Guðmundur Joensen
3. Gunnar Dahl-Olsen
3. teinur, Sandoy - einkultst.
1. Torkil Veyhe
2. Dávur Magnussen
3. Jóanis Albert Nielsen
4. teinur, Suðuroy
1. Dávur Magnussen
2. Torkil Veyhe
3. Bjarki Vodder
5. teinur, Tórshavn - býarkoyr.
1. Torkil Veyhe
2. Dávur Magnussen
3. Gunnar Dahl-Olsen
– Eg ivist onga løtu í, at Cristiano Ronaldo
væntar at skora eini trý mál ímóti Føroyum,
sum hann tó ikki fer, sigur Atli Gregersen
André Olsen
Varaliðskiparin á føroyska
landsliðnum, Atli Gregersen,
er eisini væl nøgdir við luta
kastið.
– Eg haldi at talan er um
eitt gott lutakast hjá okkum.
Vit eru kanska eitt sindur
óhepnir við at fáa Sveis úr
potti tvey, tí eg hevði heldur
ynskt at fingið Danmark ella
Ísland ístaðin, sigur Atli, sum
heldur tað vera stuttligt at
fáa Ronaldo til Føroya.
– Tað er eisini stuttligt
at Portugal og Cristiano
Ronaldo koma til Føroyar,
og eg ivist onga løtu í, at
Cristiano Ronaldo væntar
at skora eini trý mál ímóti
Føroyum, sum hann tó ikki
fer, sigur Atli Gregersen.
Hann hevur góðar vónir
til at tað skal eydnast at fáa
nógv stig.
– Vit spældu móti Ungarn
í oktober mánað í fjør, og
skuldu havt vunnið dystin.
Og vit hava áður vunnið
ímóti Estlandi og Litava, so
vit eiga sjálvandi at hava
góðan
møguleika
móti
Lettlandi. Somuleiðis hava
vit eisini góðan møguleika
móti Andorra, sigur Atli
Gregersen at enda.
andre@sosialurin.fo
Bólkur A:
1. Holland
2. Frakland
3. Svøríki
4. Bulgaria
5. Hvítarussland
6. Luksemburg
Bólkur B:
1. Portugal
2. Sveis
3. Ungarn
4. Føroyar
5. Lettland
6. Andorra
Bólkur C:
1.Týskland
2. Kekkia
3. Norðurírland
4. Noreg
5. Aserbadjan
6. San Marino
Bólkur D:
1. Wales
2. Eysturríki
3. Serbia
4. Írland
5. Moldova
6. Georgia
Bólkur E:
1. Rumenia
2. Danmark
3. Pólland
4. Montenegro
5. Armenia
6. Kasakstan
Bólkur F:
1. England
2. Slovakia
3. Skottland
4. Slovenia
5. Litava
6. Malta
Bólkur G:
1. Spania
2. Italia
3. Albania
4. Ísrael
5. Makedonia
6. Liktinstein
Bólkur H:
1. Belgia
2. Bosnia-Herseg.
3. Grikkaland
4. Estland
5. Kýpros
Bólkur I:
1. Kroatia
2. Ísland
3. Ukreina
4. Turkaland
5. Finnland
Føroyska skráin (føroysk tíð):
6. sept. 2016 kl. 19.45 . . . . . Føroyar - Ungarn
7. okt. 2016 kl. 19.45 . . . . . . Letland - Føroyar
10. okt. 2016 kl. 19.45 . . . . Føroyar - Portugal
13. nov. 2016 kl. 19.45 . . . . . . . Sveits - Føroyar
25. mars 2017 kl. 17.00 . . . . Andorra - Føroyar
9. juni 2017 kl.19.45 . . . . . . . . . Føroyar - Sveits
31. aug. 2017 kl.19.45 . . . . Portugal - Føroyar
3. sept. 2017 kl.17.00 . . . . . . Føroyar - Andorra
7. okt. 2017 kl.17.00 . . . . . . . Føroyar - Letland
10. okt. 2017 kl.19.45 . . . . . . Ungarn - Føroyar