mánadagur 27. juli 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
André Olsen
Víkingur er nýtt oddalið í
Effo-deildini. Tað staðfestu
teir sunnudagin, tá teir
vunnu ein knúsandi 7-2 sigur
á TB í Sarpugerði.
Hetta er fyrsta ferðin í
hesum kappingarárinum, at
Víkingur er fremst í deildini.
Sannlíkindini eru tó stór fyri,
at Víkingur ikki liggur ovast,
tá hetta umfari er av, tí øll
hini liðini í oddinum spæla
aftaná Víking.
Javnur fyrri hálvleikur
Tað var annars ikki nógv, ið
bendi á, at talan skuldi vera
um ein so sannførandi sigur
í fyrra hálvleiki. Í fyrra hálv
leiki var talan sum heild um
ein javnan dyst, har Víkinga
leikararnir bert dugdu betur
at gagnnýtta tær avgerandi
støðurnar.
Víkingur kom á odda
longu aftaná 7 minuttir av
dystinum sunnudagin við
máli frá Heðin Hansen. Málið
hjá honum kom eftir lang
skot frá brotssteigarmark
inum, har Hanus Jacobsen
hevði lagt upp.
Løtan aftaná 1-0 málið
hjá Víkingi var besta løtan
hjá TB í dystinum. Í trimum
førum vóru teir sera nær við
at javna. Besta møguleikan
av teimum trimum, hevði
Albert Adu, sum slapp leysur
í feltinum hjá Víkingi. Í evstu
løtu fekk Hanus Jacobsen
tó takkla fyri skotinum hjá
Albert Adu, soleiðis at einki
spurdist
burturúr
kjans
inum.
Men tað var Víkingur,
sum økti um munin, tá TB
trýsti mest. Tann sum skor
aði 2-0 málið fyri Víking,
var toppskjúttin á Víkinga
liðnum, Finnur Justinussen.
Tað sum eftir var av fyrra
hálvleiki,
hevði
Víkingur
gott tamarhald á leiðsluni
hjá sær, tó uttan at teir vóru
greitt omaná.
TB var við at koma
inn í dystin
Seinni hálvleikur var eitt
korter gamal, tá fyrsta málið
kom. Tað var útiliðið TB, ið
minkaði um munin. Málið
kom eftir hornaspark, har
Patrik Johannesen stóð á
rætta staðnum.
Hesa løtuna sat man við
eini kenslu av, at tað væl
kundi koma spenningur í
aftur dystin tann seinasta
hálva tíman, men so skuldi
ikki vera.
Góður seinasti hálvi
tími hjá Víkingi
Uppá bert seks minuttir,
avgjørdi Víkingur dystin av
álvara. Fyrst var tað Finnur
Justinussen, ið legði Víking
á odda 3-1, og síðani var tað
Hanus Jacobsen, sum við
beinleiðis
frísparki
legði
Víking á odda 4-1.
Tað sum eftir var av
dystinum, vóru Víkingarnir
ógvuliga greitt omaná, og til
tíðir sá TB liðið út til at vera
í upploysn.
fótbóltur
H E S A V I K U N A
3
Geza Turi
Talan var sum heild um
ein róligan dag hjá Víkinga
málverjanum. Hevði ikki nógv at
gera, men lat tvey mál ígjøgnum.
3
Sámal Jákup
Joensen
Avloysti Bárð Hansen á høgra
bakki, og kom væl frá uppgávuni.
Hevði sum heild gott tamarhald
á verjupartinum, og var fleiri
ferðir framvið. Var tó ikki við í so
nógvum avgerandi støðum hjá
Víkingi
4
Atli Gregersen
Sum heild góður í
avspælinum, og átti upplegg
til seinasta málið hjá Víkingi,
tá hann streyk avstað úr
verjupartinum. Hevði fult
tamarhald á defensivt, men var
ongantíð av álvara settur undir
trýst
4
Gert Hansen
Spældi eitt millumting
ímillum ein miðverja og ein
defensivan miðvallara. Kom væl
frá uppgávuni
3
Dánial Pauli
Lervig
Spældi á vinstra bakki. Kom
sum heild væl frá uppgávuni í
verjupartinum, men var ongantíð
veruliga eyðsýndur frameftir
vøllinum.
5
Sølvi Vatnhamar
Spældi ein frálíkan dyst á
miðvøllinum hjá Víkingi. Stríddist
væl allan dystin, og fordeildi
spælið væl runt. Endaði eisini
dystin við at skora 2 mál.
4
Heðin Hansen
Spældi eisini ein góðan dyst
á miðvøllinum hjá Víkingi. Fyllir
nógv á miðvøllinum, og er altíð
vandamikil við sínum frálíku
langskotum.
3
Filip Djordjevic
Hevur kanska verið mest
eyðsýndi Víkinga leikarin í ár,
men sunnudagin var hann ikki
eins eyðsýndur og hann plagar.
Varð eisini útskiftur
3
Gunnar
Vatnhamar
Stríddist væl, men var heldur ikki
so eyðsýndur sum onkuntíð áður.
Var útskiftur eftir einum tíma.
4
Hanus Jacobsen
Spældi sum vinstri miðvallari
sunnudagin. Kom eisini væl frá
uppgávuni, tí hann bæði skoraði
eitt mál og legði upp til eitt mál.
5
Finnur
Justinussen
Spældi ein frálíkan dyst í
álopinum hjá Víkingi. Var nógv
við í spælinum, og skoraði tvey
góð mál. Var saman við Sølva
Vatnhamar mest eyðsýndi
leikarin á Víkinga liðnum.
3
Páll Mohr
Joensen
Spældi sín fyrsta dyst fyri Víking
sunnudagin. Kom inn seinasta
hálva tíman, tá Víkingur hevði
lætt spæl. Kom sum heild væl inn
á liðið, og var tryggur á bóltinum
4
Magnus Jarnskor
Ungi og evnaríki leikarin
kom væl inn í dystin, tá hann
var innskiftur sunnudagin.
Dribblingarnar eydnaðust væl, og
hann kom eisini á máltalvuna, tá
hann økti til 5-1.
Hjartvard Hansen
Inni ov stutt til at fáa meting.
spælarameting Nú er
Víkingur
oddalið
Víkingur vann sunnudagin ein knúsandi 7-2 sigur ímóti
TB, og eru nú av álvara við í FM stríðnum. Við sigrinum
er Víkingur nú á fyrsta plássið í Effo-deildini
Debut til Páll Í dystinum sunnudagin, var ein nýggjur leikari
at síggja á liðnum hjá Víkingi. Fyrrverandi HB leikarin, Páll Mohr
Joensen, spældi sunnudagin sín fyrsta dyst fyri nýggja felagið
hjá sær, Víking. Páll hevur áður umboðað barndómsfelagið
HB, og eisini NSÍ, har hann eitt skifti var útleigaður til.
1 til 6