mánadagur 27. juli 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85
ítróttur
Tíggju minuttir fyri leik
lok, økti innskifti Magnus
Jarnskor til 5-1 til Víking.
TB megnaði at minka um
munin eftir 5-1 leiðsluna, tá
Ragnar Tausen fekk skora
til 5-2.
Men tað var heimaliðið,
ið setti punktum á dystin.
Landsliðsleikarin Sølvi Vatn
hamar skoraði til bæði 6-2 og
7-2 til Víking í yvirtíðini. Til
stuttleikar kann eisini nevn
ast, at hetta eru fyrstu málini
hjá Sølva Vatnhamar í Effo-
deildini í ár.
TB fall saman
Úrslitið av dystinum sunnu
dagin, sá ikki serliga pent
út hjá gestunum úr TB. 7-2
ósigurin hjá TB er størsti
ósigurin hjá TB síðani 22 juli í
2012, tá TB á heimavølli tapti
6-1 ímóti KÍ.
Í fyrra hálvleiki var tó
ikki nógv, ið bendi á, at TB
skuldi fáa ein slíkan av
smurning í Gøtu. Fyrsti
tímin av dystinum var sum
heild javnur, men síðani fall
TB liðið totalt saman. Stóri
stríðsviljin, sum hevur eyð
kent TB síðani Páll Hagbert
Guðlaugsson tók við sum
venjari fyri tveimum árum
síðani, var burtur seinasta
hálva tíman, har Víkinga
leikararnir nærum gjørdu
sum teir høvdu hug til. Tað
hoyrir tó við til søguna, at
TB var fleiri lyklaleikarar
fyri uttan til dystin sunnu
dagin. Rógvi Joensen, Eirikur
Magnusarson, Heini Morten
sen og nýggi Kofi Appiah,
vóru ikki við á TB liðnum.
Víkingur á FM kós
Tað sama kann ikki sigast
um heimaliðið Víking, sum
nú av álvara er við í FM stríð
num. Sigurin móti TB sunnu
dagin var fimti sigurin á rað
hjá Víkingi. Hetta ger, at
Víkingur er á einum deildum
fyrsta plássið í løtuni.
Tað áhugaverda við dyst
inum sunnudagin var, at
Víkingur var fleiri lykla
leikarar fyri uttan. Bárður
Hansen,
Erling
Jacobsen,
Hans
Jørgen
Djurhuus,
Súni Olsen og Andreas Lava
Olsen, sum allir hava verið í
landsliðshitanum, vóru ikki
tøkir til dystin sunnudagin.
Allíkavæl vann Víkingur ein
greiðan sigur, sum vísir at
teir í Víkingi hava nógvar
streingir at spæla uppá.
Serliga eyðsýndur sunnu
dagin var landsliðsleikarin
Sølvi Vatnhamar, sum bæði
skoraði og legði upp til mál
hjá Víkingi, umframt at hann
bæði stríddist og spældi
skilagott á miðvøllinum hjá
Víkingi.
Víkingur, sum fyri umleið
tveimum mánaðum síðani sá
út til at vera úti av FM stríð
num, hevur seinastu dystir
nar veruliga funnið rætta
stevið. Og tá Víkingur fáa
allar leikararnar tøkar aftur,
og stilla upp í sterkastu
manning, eru tað fá lið, ið
megna at spæla upp ímóti
Víkingi.
Tí er Víkingur nú av álv
ara við í FM stríðnum.
andre@sosialurin.fo
fótbóltur
Fyri teir uttanveltaðu
áskoðararnar, var tað
eitt stórt pluss, at seinna
hálva byrjaði við einum
so undirhaldandi dysti.
Sum heild var talan um
ein undirhaldandi at
hyggja eftir, ið bjóðaði
uppá heili níggju mál.
Mátin sum TB fall saman
uppá í seinna hálvleiki.
TB leikararnir spældu upp
við Víkinga liðið í fyrra
hálvleiki, men spældu
langt undir sítt vanliga
støðið í seinna hálvleiki,
tá Víkinga leikararnir
veruliga bukaðu TB av.
2
Ivan Stojkovic
Gjørdi sum heild ikki nakað
stórt dropp, men lat sjey mál
ígjøgnum.
2
Hanus Mortensen
Spældi sín fyrsta dyst á
TB liðnum í ár sunnudagin.
Hevði sum heild nógv at gera í
verjupartinum, har hann spældi
yvirfyri Hanusi Jacobsen
2
Heine Mortensen
Spældi í fyrra hálvleiki í
miðverjuni, og var í hálvleikinum
fluttur fram á miðvøllin.
Byrjaði seinna hálvleik væl á
miðvøllinum, men endaði illa
2
Teitur Olsen
Ein skilagóður ungur leikari,
sum vit í framtíðini koma at
hoyra meira til. Hevði tó úr at
gera í Gøtu sunnudagin, har hann
ikki leikti sín besta dyst.
2
Andri F.
Bjørnsson
Er sum heild tryggur á bóltinum,
men var útsettur defensivt
sunnudagin, har Víkingarnir ofta
høvdu lætt spæl.
2
Martin Tausen
Flutti pláss við Heina
Mortensen í hálvleikinum, har
hann spældi seinna hálvleik í
miðverjuni. Stríðist altíð væl, men
hevði ikki sín besta dyst í Gøtu
sunnudagin.
2
Teitur
Justinussen
Stríddist væl, men var við
undirlutan móti Sølva Vatnhamar
á miðvøllinum sunnudagin.
2
Ragnar Joensen
Var heldur ikki serliga
eyðsýndur, og var útskiftur tá 52
minuttir vóru leiktir av dystinum.
2
Patrik
Johannesen
Kom á máltalvuna eftir
hornaspark í seinna hálvleiki,
men var ongantíð veruliga
eyðsýndur í dystinum.
2
Jonas Gejel
Hansen
U-21 landsliðsleikarin var fyri
fyrstu ferð at síggja í føroyskum
fótbólti. Var væl við fyrsta tíman,
men fall burtur úr dystinum
seinasta hálva tíman.
3
Ragnar Tausen
Skoraði eitt mál, og var sum
heild ein lívlig hóttan hjá TB at
fáa inn á liðið. Hevur nógva ferð.
Jákup B. Thomassen
Inni ov stutt til at fáa meting
Arthur D. Poulsen
Inni ov stutt til at fáa meting
spælarameting
Fyrstu málini hjá Sølva Sølvi Vatnhamar, sum
var millum mest eyðsýndu leikararnar á Víkinga
liðnum í dystinum móti TB, skoraði sunnudagin
tvey mál. Merkisvert er, at hetta eru fyrstu
málini hjá Sølva í Effo-deildini higartil í ár.
Myndir: Sigmar Mørkøre
1 til 6
Víkingur - TB 7-2 (2-0)
1-0 Heðin Hansen, 7.
2-0 Finnur Justinussen, 22.
2-1 Patrik Johannesen, 60.
3-1 Finnur Justinussen, 62.
4-1 Hanus Jacobsen, 66.
5-1 Magnus Jarnskor, 79.
5-2 Ragnar Tausen, 84.
6-2 Sølvi Vatnhamar, 90+.
7-2 Sølvi Vatnhamar, 90+.
Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen,
Gert Hansen, Dánial Pauli Lervig – Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen
(Hjartvard Hansen, 79), Filip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 69),
Gunnar Vatnhamar (Páll Mohr Joensen, 61),
Hanus Jacobsen – Finnur Justinussen
TB: Ivan Stojkovic – Hanus Mortensen (Jákup B. Thomasen, 77
■), Heine Mortensen, Teitur Olsen, Andri F. Bjørnsson ■
– Jonas Gejel Hansen, Teitur Justinussen, Martin Tausen,
Patrik Johannesen (Arthur D. Poulsen, 85),
Ragnar Joensen ■ (Ragnar Tausen, 52) – Albert Adu