Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juli 2015 · Nr. 85 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Mær dámar væl at Seinastu tvey árini hevur Eliesar Olsen av Skála verið venjari hjá tveimum botnliðum í Effodeildini. Hetta darvar tó ikki lutfalsliga unga venjaran, ið heldur vil leggja dent á leikligu menningina hjá liði sínum Neli Heldarskarð Yrkisleiðin hjá Eliesari Olsen sum venjari í vaksna­ manna­fótbólti byrjaði sera væl. Skála, sum í 2005 var sera nær við at vinna fyrsta FM-heitið í søgu felagsins, var dottið niður í triðbestu deildina í 2010. Maðurin, ið bleiv valdur at endurbyggja Skála, var tann tá bert 20 ára gamli Eliesar Olsen. Tað gekk upp á stás í 2010, har Skála vann triðbestu deildina og flutti upp í 1.deild. Fyrsta árið stabiliseraði Skála seg í deildini, meðan felagið í 2012 var sera nær við at flyta upp í bestu deildina. Í 2013 bragdaði endiliga, og so var greitt, at tann tá 24 ára gamli Eliesar Olsen var maðurin, ið førdi Skála í bestu deildina at spæla fyri fyrstu ferð síðani 2008.  Tók 23 dystir at vinna fyrsta dystin Tá ið Skála flutti upp í bestu deildina vóru dagarnir hjá Eliesari sum venjari hjá einum toppliði tó fyribils taldir. Leikaratilfeingið hjá Skála var nakað tað sama sum tað, ið hevði flutt upp árið frammanundan, og sigast má stutt og greitt, at leik­ararnir og felagið enn ikki vóru tilreiðar at gera seg gald­andi í bestu deildini. Eftir 13 umfør, ið kastaðu fimm javnleikir og átta tap av sær, valdi Eliesar heldur brádliga at steðga sum venj­ ari í felagnum. Skála var á aftasta plássi, tá ið Eliesar steðg­aði, og felagið flutti eisini niður í næstbestu deild­ina, har teir spæla í dag. Síðsta vetur valdi Eliesar at taka við nýggjari av­bjóð­ ing. EB/Streymur, ið eftir seinasta kappingarár misti eina rúgvu av leikarum, var nýggja felagið hjá Eliesari. Longu undan kapp­ingar­ ársbyrjan stóð rætttiliga greitt, at liðið hjá EB/Streymi var somikið spildur­nýtt, at liðið fór at stríðast í botn­ inum av Effodeildini. Og so bleiv, tí eftir 17 leikumfør er EB/Streymur í løtuni á aftasta plássi við seks stig­ um. Liðið hevur bert vunnið ein dyst hetta kappingarárið, og tað var í 10. leikumfari á útivølli ímóti AB. Tískil tók tað Eliesari 23 dystir sum venjari í Effodeildini, áðrenn hann slapp at gleðast um ein sigur. Mær dámar væl at byggja lið upp Hóast úrslitini ikki hava verið góð tvey tey seinastu árini hevur Eliesar framvegis gott mót. Og hann leggur dent á, at honum dámar væl at byggja eitt lið upp við lokal­um leikaratilfeingi. – Tað er sjálvandi altíð tungt og torført  at stríðast í botninum, og tá ið ein ger tað annað árið á rað, so ger tað ikki støðuna lættari. Men eg havi altíð sagt, at mær dámar væl at byggja lið upp, og tá veit eg frammanundan, at tað verður ringt at liggja í topp­inum beinanvegin. Men eg trúgvi uppá, at tá ið eitt lið kemur á toppin aftur eftir at hava bygt eitt lið upp við nærum bara lokalum leikarum, so er tað eyka stuttligt fyri felagið. Eitt annað, ið eg eisini vil nevna í hesum sambandi er, at sera ofta verður støðan hjá einum felagi sett  í samband við, hvussu tað gongur hjá besta liðnum í felagnum. Liggur liðið í oddinum, so verður hildið, at alt felagið koyrir væl, men liggur liðið í botninum, so verður hildið, at alt koyrir illa. Hesi tingini fylgjast ikki altið at, og fyri meg hevur tað sera nógv at siga, at sjálvt felagið koyrir væl, sigur Eliesar í samrøðu við Sosialin. Eliesar vísir eisini á, at hugburðurin hjá leikarunum hevur nógv at siga. Og hug­ burð­urin hjá leikarunum í EB/Streymi er á røttum staði, hóast støðan er, sum hon er. – Tað ger mítt arbeiði nógv lættari, tá ið eg havi  góðar leikarar rundan um meg, og sum síggja tað positiva í øllum. At motivera teir til hvørja venjing krevur av tí sama ikki nakað heilt serligt, tí at allir síggja og vita, hvussu støðan er og hugsa fram­eftir. Tað ger, at teir vilja alla­tíðina arbeiða sjálvir við at blíva betri, so skal restin nokk koma seinni. Og tað er tað, ið Teitur (hjálparvenjari hjá EB/Streymi) og eg royna at halda fast í. At vit fram­ hald­andandi blíva við at menna leikararnar í hvørjari venjing og dysti, tí so skulu úrslitini nokk koma. Tað eri eg 100% vísur í, sigur Eliesar avgjørdur á málinum. Sjálvandi er tað stuttligari at vinna Tað er sjálvsagt, at tilveran sum venjari í oddinum av næstbestu deildini er væl øðrvísi enn tilveran sum venjari í botninum av Effo­ deildini. Tilveran sum venjari í botninum ávirkar tó ikki Eliesar meira enn neyðugt er. – Munurin at vera venj­ ari hjá einum topliði og hjá einum botnliði er ikki nak­að, ið ávirkar meg nakað ser­ligt. Tað er sjálvandi altíð stutt­ ligari at vinna enn at tapa, men eg royni altíð at hyggja eftir menningini hjá liðnum og hjá leikarunum, tí at tað er mín uppgáva at syrgja fyri, at teir eru klárir til venjing og dyst. Tað hevði helst verið øðrvísi, um eg var venjari hjá einum liði, ið beinleiðis hevur sum høvuðsmál at vera við í oddinum. Tá trúgvi eg, at tað hevði verið eitt øðrvísi slag av trýsti á. Spælið hevur sítt at siga Einhvør venjari hevur sínar egnu ætlanir og hugsjónir innanfyri fótbólt, ið skulu prentast niður í sjálvt fót­ bólts­spælið hjá liði hansara. So er eisini við Eliesari, ið minnist aftur á eina skemt­ iliga hending, tá ið Skála spældi í 1. deild við honum sum venjara. – Tá ið ein fær møguleikan at venja eitt lið í fleiri ár, sum eg gjørdi á Skála, so byrja leikararnir so líðandi at hugsa líka sum tú. Tá verður  tað serliga stuttligt at vera venjari. Eg minnist tann eina dystin á Skála, har vit spældu ímóti næstbesta hjá EB/Streymi. Vit vunnu dystin 2-0, men aftaná dyst­ in vóru allir leikararnir ónøgd­ir, tí at vit spældu illa, og teir kendu tað sum eitt aftur­stig í mun til tað, sum vit høvdu arbeitt við frammanundan. Tá hugsaði eg fyri mær sjálvum, at nú er bara at vinna ikki nokk fyri leikararnar, men nú krevja teir eisini av sær sjálvum, at teir spæla væl og menna seg í hvørjum einasta dysti. Lat meg leggja afturat, at vit ikki taptu í 21 dystir eftir hesa hend­ingina, sigur Eliesar at enda við einum smíli. Tað líkist einari niðurflyting Spennandi verður, hvussu fer at hilnast hjá Eliesari Olsen og EB/Streymi restina av kappingarárinum. Tað slepst ikki undan, at ein niður­flyting er sera sann­lík, tí at tað eru heili átta stig upp til røttu megin niður­flyt­ ingar­strikuna. Harafturat er hópurin minkaður enn meir í summarsteðginum, so um onki undrunarsamt fer at henda, so fer EB/Streym­ ur allar helst eisini at sigla í tungum sjógvi í tí, sum er eftir av hesum kapp­ingar­ár­ inum. Tó tykist tað at vera ætlanin hjá felagnum og Eliesari at bretta upp ermar og byggja upp av nýggjum við lokalum leikaratilfeingi, skuldi tað hent seg, at felagið flytur niður í næstbestu deild­ina at spæla komandi ár. Um so verður, so hevur EB/Streymur í øllum førum ein mann á odda, ið veit, hvat skal til fyri at byggja eitt lið upp av nýggjum og flyta upp í bestu deild landsins. neli@sosialurin.fo – Munurin at vera venj­ari hjá einum topliði og hjá einum botnliði er ikki nak­ að, ið ávirkar meg nakað ser­ligt, sigur EB/Streyma venjarin, Eliesar Olsen Mynd: Sigmar Mørkøre FAKTA Navn: Eliesar Olsen Aldur: 25 ár Venjari hjá Skála frá 2010-2014 Venjari hjá EB/Streymi síðani kappingarársbyrjan í 2015