Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 8 persónssøga fyri seg sjálvan. At vera ósjónligur, so maskinmeistarin og hin lótu hann fáa frið. Tað eydnaðist ikki. – Ein dagin komu teir eftir mær, og ætlaðu at leggja á meg. Tá traðkaðu Bjørn og Søren til, minnist Halldór. Bæði Bjørn og Søren vóru stórur, sterkir menn, og teir høvdu verið nógv ár til skips. Teir vóru dugnaligir og høvdu virðing millum manningina. Hendan dagin fingu teir báð­ir føroyingarnir nóg mikið av maskin­ meistaranum. – Teir tóku í hann, og søgdu, at um hann ikki lat meg fáa frið, so skuldu teir geva honum ein frammaná, sigur Halldór. Eftir hetta gjørdist túrurin lættari. Halldór hevði fingið tveir verjar umborð. Sjóverkið var vandamikið Happingin var ikki einasta av­ bjóðingin, sum Halldór hevði hendan fyrsta túrin. Sjóverkið var øgiligt, og sum vera man var nakað meira av vanda á ferð umborð á skipum í 1975, enn tað er í dag. Vart tú ikki ansin, so kundi tú lættliga koma til skaða. Dundrandi sjóverki viðførdi, at Halldór til tíðir ikki var ansin. Men Bjørn og Søren ansaðu eftir honum. – Teir høvdu altíð eitt vakið eyga við mær. Vit arbeiddu saman, og teir hálaðu meg burtur, um onkur vandi var á ferð. Teir stóðu altíð undir míni lið, og hvørja nátt, tá eg fór upp at spýggja, so fylgdi annar teirra við, um eg kom heilskapaður aftur til koys, sigur Halldór. Hann hevði funnið tveir vinir fyri lívið. Túrurin hjá Halldóri og teimum byrjaði í januar hetta árið, og tá leið ímóti sumri var ein hending, sum fyri Halldór var neyðug. Teir hálaðu netið upp og settu steinar framvið allan vegin, sum skuldu halda netinum uppi. Hvalspýggjur floymdu um alt netið, og hóast tær ikki eru vandamiklar, so brenna tær heldur illa. Hendan dagin kemur maskin­ meistarin yvir til Halldór, meðan Søren og Bjørn eru nakað burturi. Hann tekur í nakkan á honum, og roynir at trýsta høvdið niður á hvalspýggjan, og soleiðis gera honum mein. Hesa løtu fær Halldór nóg mikið. – Eg varð so illur. Eg tók í hann, skumpaði hann móti skipssíðuni og segði "Nú sleppi eg. Eg drepi teg", greiður Halldór frá. Maskinmeistarin gjørdist bangin, og lovaði at binda frið restina av túrinum. – Eg skeitti yvir og sá Bjørn og Søren smílast. Teir vóru glaðir fyri, at eg vardi meg sjálvan fyri fyrstu ferð, sigur Halldór. Hittist aftur á Hetlandsoyggjunum Lidnir við túrin miðskeiðis í 1975 fóru Halldór, Søren og Bjørn hvør til sítt. Men árið eftir hittist teir aftur. Tað var tá Halldór sigldi við íslendskum skipið, sum landaði í Hirtshals. Hendan dagin var tó illveður, og teir fóru til Hetlandsoyggjarnar at kroka. Komin í land hittir Halldór tveir fegnar mans, sum lupu um hálsin á honum. – Tað vóru Bjørn og Søren. Allir hinir íslendararnir fóru umborð aftur, men eg fór í býin við Bjørn og Søren. Teir keyptu mær eina Whisky fløsku, sum var tann fyrsta fløskan eg nakrantíð fekk, greiður Halldór frá. Teir fóru í býin, og Halldór gjørdist heldur rúsaður. – Eins og umborð ansaðu teir eftir mær. Teir fylgdu mær umborð aftur, og síðani havi eg ongantíð sæð teir, sigur Halldór. Vinmenninir høvdu mangan umrøtt at vitja hvønn annan. Halldór skuldi koma heim og gista hjá Bjørn ella Søren og teir skuldu fara á Ólavsøku. Men hetta gjørdist ongantíð veruleiki. – Eg havi mangan roynt síðani at fáa fatur á teimum. Eg havi spurt allar føroyingar eg kenni, um teir vita hvør Bjørn og Søren eru, men uttan úrslit, sigur Halldór. Hann fekk ongantíð ættarnavn teirra at vita, og hevði tí ikki møguleikan at leita eftir teimum í Føroyum. Versonurin loysti gátuna Fyri stuttum fekk Halldór ein føroyskan verson. Dóttir hansara fann sær føroyskan mann, og aftur hesaferð nýtti Halldór høvið at spyrja eftir Bjørn og Søren. Versonurin visti ikki, men hevði kortini fyrispurningin hjá verpápanum í huganum. – Eg spurdi taxasjaførin Kemm Poulsen um hann visti hvørjir hesir vóru. Kemm lat meg siga alla søguna hjá verfaðir áðrenn hann segði "eg kenni teir, teir eru úr Nólsoy", sigur Rani Nielsen. Kemm gjørdi skjótt av, og ringdi til Kirstin, konu Søren, og spurdi um tað var rætt skilt, at Bjørn og Søren vóru við hesum íslendska báti í 1975. Jú so var. – Vit gjørdu skjótt av, og fóru til Nólsoyar at vitja. Komin til Nólsoyar funnu vit útav, at Bjørn doyði av krabbamein í 1998, meðan Søren ikki er í landinum, tí hann er til sjós við Enniberg, greiður Halldór frá. Hann hitti familjuna hjá báðum vinmonnunum í Nólsoy, og vitjaði grøvina hjá Bjørn. – Tað var stuttligt at hitta tey. Eg má siga, at eg eri ótrúliga takksamur fyri at hava hitt Søren og Bjørn. Teir eiga uppá nógvar mátar lívið í mær, sigur Halldór. Nú Halldór hevur funnið fram til hvørjir Søren og Bjørn í veruleikanum eru, og hvaðani teir koma, er eingin ivi um, at sambandi umsíðir verður uppafturtikið. – Eg ætli mær at Skypa við Søren so skjótt hann kemur aftur til Føroya, sigur Halldór. Happingin var ikki einasta avbjóðingin, sum Halldór hevði hendan fyrsta túrin. Sjóverki var øgiligt, og sum vera man var nakað meira av vanda á ferð umborð á skipum í 1975, enn tað er í dag Fyri stuttum fekk Halldór ein føroyskan verson. Dóttir hansara fann sær føroyskan mann, og aftur hesaferð nýtti Halldór høvið at spyrja eftir Bjørn og Søren Mynd: finnur justinussen / fotostudio Halldór vitjar grøvina hjá Bjørn í Nólsoy, har hann eisini hitt einkjuna hjá Bjørn og konuna hjá Sørin