hósdagur 30. juli 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
9
klumman
Birita Lamhauge Jóansdóttir BA. Master í sexologi
Nakað um kyn, ólavsøku og at rúma hvør øðrum
T
á ið eg á sinni flutti av landinum,
var eg ikki í iva um munin á, hvat
var rangt og hvat var rætt. Eg visti,
at menn vóru menn og kvinnur
kvinnur og at menn og kvinnur høvdu ein
náttúruligan tokka hvør at øðrum, og at
soleiðis átti tað at vera. Tí visti eg eisini, at
homoseksualitetur og aðrir seksuellir minni
lutar máttu vera skeivir. Tað var jú ikki natúr
ligt og kundi tí heldur ikki vera »normalt«.
Hugburðir broytast
Tó, longur eg var burtur, ásannaði eg, at mín
lívsáskoðan í stóran mun var stýrd av tí lut
falsliga eintáttaða umhvørvinum, eg heima
í Føroyum, so leingið hevði verið partur av.
Tað er sum so einki løgið í hesum, men tó
plágaði tað meg, at eg, sum altíð hevði hildið
meg vera eitt tollynt og upplýst menniskja, í
roynd og veru, var rættiliga kubbut í mínum
hugsunarhátti og máta, at fyrihalda meg
til onnur menniskju uppá – serliga tá ið tað
røddi seg um kyn og seksualitet.
At rúma tí nýggja og
virða tað gamla
Nú ólavsøkan hevur verið, hevur kyn og
seksualitetur verið nógv umrøtt í miðlunum.
Her hugsi eg serliga um LGBT- felagsskapin
og Pride skrúðgonguna. Summi halda kanska,
at LGBT fer nakað harðliga fram, fyllur ov
nógv og at ólavsøkan heldur burdi fingið
frið at verið soleiðis, sum hon eigur at vera.
Onnur halda kanska hinvegin, at LGBT skal
fáa pláss á sama hátt, sum allir aðrir felags
skapir á ólavsøku fáa tað og gleðast um, at
seksuellu minnilutarnir tora at traðka fram
og vísa seg í samfelagnum.
Nakað, sum í hesum sambandi viðvirkar
til at fáa kenslurnar í kók, er kjakið um, um
homoseksuell skulu hava loyvi at giftast
borgarliga – og harvið fáa somu rættindi og
vernd í samfelagnum, sum heteroseksuell gift
hjún. Tíverri tykist kjakið ofta fáa eina heldur
óhepna gongd, har kirkjan, bíblian, lívfrøðin,
glíðibreytir og persónligar meiningar vera
vavd saman og endin er ofta, at hvør letur við
sínum nevi og eingin skilur, hvat nakar sigur.
Tað er kanska heldur ikki so heppið,
at kjakið oftast melur runt um orðið
»hjúnaband«. Orðið er elligamalt og knýtt at
einari serligari siðvenju. Ringt kann vera hjá
mongum at fyrihalda seg til, at hjúnabandið
skal umfata annað, enn bandið millum mann
og kvinnu. Kanska kundi borið til, at latið
mann og kvinnu átt hjúnabandið og brúkt
onnur orð, um parlagið millum tvey, av sama
kyni.
Vit eru sum vit eru
Ofta leita vit eftir svarinum uppá, hví, vit eru
sum vit eru. Snýr tað seg um kyn, hava vit
ofta lyndi at gloyma, at lívfrøðiligi kroppurin
og evnini at nørast millum kynini, ikki altíð
hongur so væl saman við menningini av og
sniðnum á seksualitetinum. Seksualiteturin
er bæði fløkjasligur og boyggiligur og altíð í
støðugum samspæli við umhvørvið rundan
um okkum. Vit vita hvørki, hví vit eru til
hitt kyni, tað sama kyni ella bæði kynini. Vit
vita bara, at ein munandi stórur meiriluti av
fólkinum í heiminum finna saman og tendra
uppá øvugta kyni enn sítt egna – tey eru
tí »normal« og vit rópa tey heteroseksuell.
Restin, ið ikki verður mett at vera meira enn
áleið 7 prosent, uttan at vit vita, um hesin
prosentpartur er sannur ella ei, tendra uppá
og finna ofta saman við sínum egna kyni
ella skifta ímillum – tey eru tí ”ónormal” og
vit rópa tey homo-, bi- og transseksuell. Hesi
eru hvørki sjúk ella tørva meira viðgerð, enn
»normali« meirilutin – tey eru bara øðrvísi.
Ábyrgd og atlit mótvegis
hvør øðrum
Í dag hugsi eg ikki so nógv um, hvat er rangt
og hvat er rætt. Eg hugsi heldur, at uttan
mun til, hvat kyn vit hava og hvussu okkara
seksualitetur sær út, so er okkara skylda, at
ansa eftir hvør øðrum og skipa samfelagið
soleiðis, at minst møguligur munur verður
gjørdur á fólki og at mest møguligt verður
gjørt fyri, at javnrættindi verða møgulig fyri
øll.
Tí kundu vit kanska lagt okkum eftir,
at finna loysnir uppá, hvussu vit á bestan
hátt kunna liva saman og vera til gagns fyri
føroyska samfelagið, ið vit nú einaferð hava
valt, at vera partur av. Og vit eiga at minnast
til, at øll eiga vit frælsið at ráa yvir egnum
lívið og egnum kroppi í tann mun, okkara
atferð og hugsunarháttur ikki beinleiðis
skaðar samfelagið, okkum sjálvi ella onnur.
Mynd: privat
»Í dag hugsi eg ikki so nógv um, hvat er rangt og hvat
er rætt. Eg hugsi heldur, at uttan mun til, hvat kyn vit
hava og hvussu okkara seksualitetur sær út, so er okkara
skylda, at ansa eftir hvør øðrum og skipa samfelagið
soleiðis, at minst møguligur munur verður gjørdur á fólki
og at mest møguligt verður gjørt fyri, at javnrættindi
verða møgulig fyri øll«
meiningar