Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-07-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juli 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. juli 2015 sosialurin 86 10 mentan vanliga fólki ikki eftirspur Kendir kvøðarar eru ósamdir viðvíkjandi endamálinum við einari kvæðaráðstevnu. Fyri Petur Olivar í Hoyvík, er føroyski dansurin siðarvur, ið skal varðveitast sum hann er, meðan Jónleif Johannesen, formaður í Sláið Ring, er av teirra áskoðan, at tað er gott við nýtulkingum, um hildið verður fast í upprunatilfarinum Sigurjón Einarsson Í døgunum 20.–23. juli var kvæða­ráðstevnan, Og dansurin gongur, í Norðurlandahúsinum, har eitt av endamálunum við ráðstevnuni var, at vísa á øðrvísi tulkingar av kvæðum í síni heild. Tað vóru fyriskipararnir, H. N. Jacobsens Bókahandil, sum saman við Fróð­ skaparsetri Føroya skipaðu fyri kvæðaráðstevnuni í sambandi við, at bókahandilin í ár hevur 150 ár á baki, og Fróðskaparsetur Føroya er 50 ár. Fyriskipararnir vildu við ráðstevnuni m.a. vísa á, at tað møguliga er neyðugt við nýtulkingum, um kvæðini skulu yvirliva í framtíðini. Og júst hetta fær blandaða móttøku millum tey, ið vara av føroyska dansinum. Petur Olivar í Hoyvík (Gimpi), ið er føddur inn í føroyska dansin, har bæði mamman og pápin hava havt stóran leiklut føroyskum dansi at frama, heldur lítið um mátan, at ein ráðstevna verður hildin, ið skal avgera hvønn veg føroyski dansurin skal fara í framtíðini. – Har samlast akademikarar, sum skulu bestemma, hvønn veg føroyski dansurin fer. Men hvat við vanliga fólkinum – brúkararanum av kvæðunum? Tey verða ikki spurd eftir. Og so er tað prísurin. Hví skal tað kosta 1200,- kr. fyri hvønn luttakaran? Tað er alt ov mikið! Tað eru bert fólk innanfyri tað almenna, ið hava ráð til slíkt, fílist Gimpi at. Jónleif Johannesen, ið er for­ mað­ur í dansifelagnum, Sláið Ring, er samdur við Gimpa um prísin fyri ráðstevnuna, men hinvegin ósamdur, tá tað kemur til endamálið. - Ja, prísurin var kanska eitt sindur ov høgur. Ikki øll hava ráð at brúka pening uppá eina tílíka ráðstevnu. Men tó haldi eg, at tað er eitt gott hugskot við tílíkum ráðstevnum. Eg haldi, at tað er gott, at tað eisini verður arbeitt akademiskt við kvæð­ unum. Vit hava eini 3000 ørindir, ið liva væl. Og so er tað gott, at fleiri onnur túsund verða tikin fram og arbeitt víðari við. Kortini haldi eg, at ráðstevnan hevði havt eitt enn betri grundarlag um sjónarhorni hjá teimum, ið treða dansin var betri umboðað. Skilir ikki kritikkin Malan Marnersdóttir, dekanur á Fróðskaparsetur Føroya, ið var ein av fyriskipararnum, skilir ikki heilt kritikkin av kostnaðinum fyri stevnuna, tí tað kostar ikki heilt einki at skipa fyri tílíkum ráðstevnum, har fyrilestrarhaldarar og granskarar koma uttanifrá til Føroya at greiða frá teirra vísindaliga arbeiði. – Ráðstevnan var ætlað teimum, ið hava áhuga fyri føroyska dansinum. Tær 1200,- kr. vóru fyri alt tiltakið – alt íroknað. Tílíkar ráðstevnur uttanlands kosta meira pengar at fyriskipa. Vit royndu at halda prísin so lágt sum møguligt fyri luttøku, sigur Malan Marnersdóttir. Malan vísir eisini á, at tey høvdu ásett dagsprísir á 450,- kr., um ikki bar til at vera til ráðstevnuna allar dagar, umframt at avsláttur varð givin til tey lesandi, har næmingar hjá Fróðskaparsetur Føroya skuldu gjalda 350,- kr. og lesandi annars skuldu gjalda 900,- kr fyri tiltakið. Malan Marnersdóttir er annars væl nøgd við ráðstevnuna, og vísir m.a. á, at nýggj vitan um føroyska dansin kom fram, ið almenningurin eisini fær innlit í í nærmastu framtíð. Eru nýtulkingar av føroysku kvæðunum í lagi ella er tað ein siðarvur, ið skal varðveitast? Til kvæðaráðstevnuna vórðu eisini nýggj kvæðir førd fram til høvið, har Klaksvíkar Dansifelag m.a. kvøddi nýggju brúðarvísuna, ið er yrkt í 2012 og Deyðastund Sigmundar, ið er yrkt í 2007. Eisini framførdu svenska Maria Länne Persson og finska Maija Karhinen-Ilo fjølbroyttar tulkingar av gomlum kvæðum, umframt Týr, sum eisini hava tikið føroysku kvæðini til sín og gjørt teirra tulking av kvæðunum. Eisini hetta er nakað, ið ørkymlar Gimpa. Fyri hann, er føroyski dansurin ein siðarvur, ið skal varðveitast og haldast við líka. – Føroyski dansurin er siðarvur. Hjá mær er siðarvur, at mann lærir seg tey gomlu kvæðini og heldur tey við líka. Hvar eru vit ávegis, tá ein og hvør kann gera sær sínar egnu tulkingar av gomlu, føroysku kvæðunum, spyr Gimpi. Gimpi, ið hevur skipað »Ormin Langa« eftir midnáttarsangin á Vagl­ inum síðani 1993 heldur, at tað er ein heiður, tá ein er upp til roynd hvørja ólavssøku – at minnast øll versini, tá hann skal skipað kvæðið, at tað viðhvørt hoyrist einum parti av fjøldini, at tey fylgja taktini, ið Týr hevur á teirra útgávu at »Orminum Langa«. – Fólk kunnu finna uppá at fylgja stevinum, ið Týr hevur gjørt. Og tað er bert tað, tey ungu hoyra í útvarpinum. Vit hoyra ikki tað gamla á sama hátt, heldur Gimpi. Føroyskur dansur – Har samlast akademikarar, sum skulu be­ stemma, hvønn veg føroyski dansurin fer. Men hvat við van­ liga fólkinum – brúkararanum av kvæðunum? Tey verða ikki spurd eftir. Og so er tað prísurin. Hví skal tað kosta 1200,- kr. fyri hvønn luttakaran? Tað er alt ov mikið! Tað eru bert fólk innanfyri tað almenna, ið hava ráð til slíkt, fílist Gimpi at. – Ráðstevnan var ætlað teimum, ið hava áhuga fyri føroyska dansinum. Tær 1200,- kr. vóru fyri alt tiltakið – alt íroknað. Tílíkar ráðstevnur uttanlands kosta meira pengar at fyriskipa. Vit royndu at halda prísin so lágt sum møguligt fyri luttøku, sigur Malan Marnersdóttir.