hósdagur 30. juli 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
11
Jónleif Johannesen hevur tó
eina aðra áskoðan enn Gimpi. Hann
heldur, at so leingi útgangstøði verður
tikið í upprunatekstinum, so er tað í
ordan. Vandin er tó, at um tað verður
til tulkingar av tulkinum, so kunnu
vit enda við eini glíðibreyt. Tí er tað
týdningarmikið, at ein tilvitaður í
upprunatilfarinum.
– Eg haldi, mann ikki eigur at
nokta nýtulkingum, so leingi út
gangstøði er í upprunanum. Týr ger
hetta við “Orminum Langa”, og teir
eiga hava heilt víst gjørt teirra til at
blása nýtt lív í kvæðamentanina. Og
hóast taktin hjá Týr er eitt sindur
øðrvísi, so haldi eg, at fólk duga at
rætta seg inn á gamla dansin. Haldi
ikki, at vandin er so stórur hesum
viðvíkjandi, heldur Jónleif.
Eisini orðaskiftið um nýggju
brúðarvísurnar, sum komu burturúr
kappingini hjá landsfelagnum
føroyskum dansi at frama, Sláið
Ring, har arbeitt varð fram ímóti
at finna onnur alternativ til gomlu
brúðarvísurnar, ið summi hava hildið
vera heldur tungar at fáa ganga í
brúdleypum nú í tíðini, er hvast. Aftur
her vísir Gimpi á, at her er talan um
at bróta gamlan siðarv, meðan Jónleif
ikki heilt er samdur við Gimpa. Hann
heldur, at tað tænir sínum endamálið,
at nýggjar brúðarvísur eru gjørdar.
– Vit hava havt hetta kjakið í meira
enn 10 ár. Eg haldi ikki, at tann gamla
verður troðka burtur. Tann eldra
tekur einar 25 minuttir at kvøða,
meðan nýggja tekur minni tíð og er
lættari at kvøða. Tað nýggja og tað
gamla kann saktans yvirliva lið um
lið. Vit mugu eisini hugsa um tey
ungu. Tað er jú tey, tað heila handlar
um, heldur Jónleif.
Jónleif Johannesen heldur tó, at
tað er sunt við kjaki kring føroyska
dansin, og at hetta verður gjørt
í einum virðiligum tóna. Um ein
mentan skal liva væl, so skal onkur
halda eftir, samstundis sum onkur
hálar hinvegin. Tað eru tey, ið halda
aftur vegna tey gomlu virðini, meðan
onnur eru á teirra áskoðan, at tað
skal nýhugsan til, føroyskum dansi
at frama.
– Onkur skal vera í hvørjum enda,
tá talan kemur til, hvat vit vilja við
føroyska dansinum í framtíðini,
heldur Jónleif.
Malan Marnersdóttir, dekanur,
heldur, at tað er áhugavert at fylgja
kjakinum um føroyska dansin. Hon
heldur, at hetta er eitt tekin um, at
føroyski dansurin hevur tað gott –
og at kvæðini liva sítt egna lív. Hon
heldur tó, at tað ikki er ætlanin, at
ein kvæðaráðstevna skal avgera,
hvat vit vilja við føroyska dansinum
í framtíðini.
– Mín leiklutur er at eygleiða og
granska, so fyri mær er tað eisini
áhugavert, hvussu kjakið um sjálvan
føroyska dansin er, heldur Malan.
ið
rt
Petur Olivar í Hoyvík (Gimpi)
Jónleif Johannesen, ið er formað
ur í dansifelagnum, Sláið Ring
Malan Marnersdóttir, dekanur