hósdagur 30. juli 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
12
Ólavsøkurøðan var
upplegg til løgtingsvalið
1. september
árni gregersen
L
øgmaður visti undan ólav
søkurøðuni, at hetta var
tann seiansta av sínum slag
í hesum valskeiði.
Tí var tað nokk so upplagt, at
hann í røðu síni tók samanum og
nýtti høvi at gera føroyingum og
veljarunum greitt, hvat tað er sum
hendan samgongan hevur avrikað
seinastu árini.
– Føroyska samfelagið hevur
viðrák í løtuni, og vit eru á rættari kós.
Fólkatalið veksur aftur. Arbeiðsloysið
er lágt og alsamt lækkandi. Vit hava
ongantíð útflutt so nógv sum nú,
skattainntøkurnar eru stórar, og
samlaðu lønargjaldingarnar vaksa.
Bruttotjóðarúrtøkan veksur eisini,
segði løgmaður í byrjanini av sínari
røðu ólavsøkudag.
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður, brúkti góðu búskapar
gongdina til at vísa á, at hendan sam
gongan hevur raðfest rætt og stýrt
búskaparpolitikkinum við harðari
hond.
Inntøkurnar eru vaksnar nógv og
samgongan hevur megnað at tálma
útreiðslunum hjá tí almenna, segði
hann millum annað.
Broyttar tíðir
Løgmaður hevur sitið sum sam
gonguleiðari í sjey ár. Hetta hava
verið ár við stórum broytingum í
búskapinum.
Í veruleikanum hava við verið í
kreppu og niðri í einum búskapar
ligum aldudali tey fyrstu árini fyri
síðan at síggja, at ferð aftur av álvara
kom á búskapin.
Ein partur av broytingunum
kann samgongan helst rósa sær av,
men at alheims búskapurin hevur
broytt viðurskiftini í Føroyum hevur
samgongan lítla og onga ávirkan havt
á – hvørki tá ið vit vóru í aldudalinum
ella nú tað gongur munandi betur.
Heldur ikki hevur samgongan havt
so stóra ávirkan á møguleikarnar hjá
føroysku fiskivinnuni.
Botnfiskastovnurin undir Føroy
um hevur so at siga ongantíð givið so
lítið av sær sum nú, men afturfyri so
er uppsjóvarfiskurin á okkara leiðum
í stórum nøgdum.
Tað var sjálvsagt eitt politiskt
ódnartak, tá ið føroyingar ásettu sær
egna makrelkvotu.
Hetta var eitt sterkt politiskt átak,
sum gav úrslit og tryggjaði okkum
nógv betri atgongd til makrelin.
Eitt annað risalop í føroyska
búskapinum er góða gongdin í ali
vinnuni. Útflutningurin av aldum
laksi gav í fjør einar tríggjar milljardir
til føroyska búskapin.
Heldur ikki her ber til at siga, at
hetta er nakað, sum samgongan bein
leiðis hevur ávirkað.
Politiska skipanin hevur gjøgnum
fleiri ár tryggjað, at alivinnan birkar
á einum skilagóðum støði, men tað
er fyrst og fremst vinnuni sjálvari og
alheims marknaðinum fyri at takka,
at inntøkurnar í fjør vóru metstórar.
-Gongdin er vend, tí vit hava arbeitt
hart og miðvíst alt samgonguskeiðið.
Landsstýrið gjørdi rættar raðfestingar
og hevur minkað hallið og tálmað
almennu útreiðslurnar. Samstundis
varð búskapurin stimbraður fyri at
varðveita vælferðina. Vit hava fingið
búskapin á rættkjøl, segði løgmaður
í ólavsøkurøðu síni.
Fólkatalið veksur
At fólkatalið í Føroyum veksur kemur
helst óvart á mong, tí veruleikin er,
at fólkatalið annars minkar í øllum
útjaðarøkjum í Føroyum.
Til dømis er fólkatalið á Bornholm
í Danmark minka við 5.000 fólkum
seinastu átta árini og tey meta, at
næstu sjey árini minkar tað við 5.000
fólkum afturat.
Í Føroyum gerast vit fleiri og fleiri.
Eitt gott ískoyti er, at burðaravlopið er
høgt, tí føroyskar kvinnur eiga fleiri børn
enn kvinnur í norðanlondum annars.
Fleiri fólk eru eisini flutt til Før
oyar hesi seinastu árini, men kortini
so ávarða serfrøðingar um, at hetta
bert er eitt undantak í gongdini.
Fólkatalið fer at minka, duga vit
ikki nóg væl at gera tað lokkandi hjá
ungum, vælútbúnum fólki at flyta
heimaftur.
Treysti og álit
Løgmaður vísti á í ólavsøkurøðuni,
at grundleggjandi er eitt stórt álit
millum tey, sum gera íløgur í Føroy
um. Privatar fyritøkur, kommunur og
landið gera í løtuni stórar íløgur.
– Álitið á framtíðina er stórt. Tað
vísir stóri hugurin at gera íløgur.
Bjartskygnið hjá landi, kommunum
og vinnulívi er eyðsýnt – fleiri stórar
verkætlanir eru í gongd kring landið.
Fyri byggivinnuna hava mongu
verkætlanirnar stóran týdning.
Fyri samfelagið hevur økta byggi
virksemið eisini stóran búskaparligan
týdning. At tað verður lagt so nógv
fyri, er besta tekin um, at áræðið er
stórt, og vónin um framtíðina er bjørt,
segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður skrivaði eina ólavsøkurøðu í ár, sum samstundis
er valupplegg til løgtingsvalið 1. september
politikkur
Mynd: Sigmar mørkøre