hósdagur 30. juli 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
13
Politiskt rumbul og kanningin
fekk løgmann at útskriva val
árni gregersen
L
øgmaður legði av álvara
hendurnar um stýrisvølin,
tá ið hann ólavsøkudag boð
aði frá, at nýval til Løgtingið
verður týsdagin 1. september.
Við fráboðanini um val tryggjaði
løgmaður sær, at hann framvegis
situr í førarasetrinum í føroyskum
politikki.
Hann hevur ikki lagt frá sær sum
løgmaður. Tað hevur við sær, at hann
eftir løgtingsvalið framvegis situr við
rættinum sum fyrstur at sleppa at
royna at gera samgongu.
Eitt annað, sum hann hevur
tryggjað sær er, at hann eisini situr
sum formaður í Sambandsflokkinum
til eftir komandi val.
Tíðin til valið verður er so stutt,
at flokkurin á ongan hátt fer at
taka eitt innanhýsis floksstríð um
formanssessin.
Hóast rumbul hevur verið í
Sambandsflokkinum, bæði í sam
bandi við fólkatingsvalið og kann
ingarúrslitið hjá Gammeltoft-
Hansen, so stendur kaj Leo Holm
Johannesen framvegis á odda fyri
Sambandsflokkinum.
Og fer hann eisini at gera í kom
andi valstríði.
Hví val nú?
Nógvar gitingar og metingar
hava verið um, hvat løgmaður fór at
gera eftir at kanningarstjórin Hans
Gammeltoft-Hansen í síni niðurstøðu
staðfesti, at løgmaður hevur borið
Løgtinginum skeivar upplýsingar.
Upprunaliga vóru tað mong, sum
væntaðu, at løgmaður fór at leggja
frá sær beinanvegin, men hann valdi
at lata tíðina ganga.
Eftir at landsnevndin í Sam
bandsflokkinum hevði fund og
alment stuðlaði løgmanni, fór hann
í summarfrí uttan at lata nakran vita,
hvat hann ætlaði at gera.
Ímeðan samtykti formansskap
urin í Løgtinginum, at hann fór at
leggja eitt uppskot til samtyktar
fyri tingið, har løgmaður og fyrr
verandi landsstýrismaðurin við
innlendismálum fáa eina átalu fyri
handfaringina av málinum um
Skálafjarðartunnilin.
Ólavsøkudag boðaði løgmaður so
frá, at hann útskrivar val 1. september.
Við hesi avgerð hevur tað eydnast
løgmanni at draga málið so langt út,
sum politiska skipanin í heila tikið
tolir.
Hann situr framvegis sum løg
maður, uttan at hava fingið eitt
misálit frá Løgtinginum – og hann
situr framvegis sum løgmaður til ein
nýggj samgonga er gjørd og nýggjur
løgmaður valdur.
Løgmaður hevur helst eisini hildið,
at tað er skilagott at valið verður 1.
september, so ein nýggj samgonga
fær stundir at gera fíggjarlógina fyri
2016.
Hvat ger tingið?
Løgtingið er er ikki sent til hús eftir at
nýval er útskrivað. Tað verður sitandi
til nýval hevur verið, men alt vanligt
politiskt arbeiði steðgar kortini.
Tað vil siga, at vanlig uppskot
ikki kunnu leggjast fram, men
semjast floksformennirnir og for
mansskapurin á fundi í dag um,
at formansskapurini skal leggja
uppskotini um átalu fram, so kann
hetta gerast.
Eitt annað mál, sum Løgtingið
fer at avgreiða, er fiskidagarnir
fyri komandi fiskiár, sum byrjar
1.september.
Í seinasta lagi 18.august skal
lýsast, hvussu býti av fiskidøgum
verður í komandi fiskiári. Hetta skal
avgreiðast, men hetta verður ikki
mett sum beinleiðis politiskt atbeiði,
men meira ein partur umsitingini av
lógini um vinnuligan fiskiskap.
Misálit
Í seinastuni hevur nógv verið tosað
um at reisa misálitisuppskot móti
løgmanni.
Andstøðan hevur tosað um
hendan spurningin fleiri ferðir,
men samdist undan ólavsøku ikki
at gera tað fyrr enn uppskotini
frá formansskapinum um átalu
á løgmann og fyrrvernadi lands
stýrismannin við innlendismálum
høvdu verið til viðgerðar.
Kallar løgtignsformaðurin tingið
saman at viðgera átalurnar, so er
møguleikin opin fyri hjá andstøðuni
at leggja eitt misálitisuppskot fram.
Tað er tó ikki sannlíkt at uppskot
um misálit verður lagt fram nú.
Hóast løgmaður hevur strekt
skipanina so langt usm til ber, so
fara andstøðuflokkarnir tó neyvan
at leggja uppskot um misálit fram.
Løgmaður hevur skrivað val út –
og tað er eitt slag av avleiðing.
Høvuðsvinnan í Føroyum, fiski
vinnan, hevur í nógv ár vitað, at
núgaldandi lógin um vinnuligan
fiskiskap fer úr gildi á midnátt
31.desember 2017.
Tað sama hevur politiska skip
anin vitað, men kortini eydnaðist
tað ikki at fáa semju í lag um, hvussu
nýggja lógin skal vera.
Landsstýrismaðurin við fiski
vinnumálum, Jacob Vestergaard,
Fólkaflokkurin, umsitur fiskivinn
una. Tí var tað hann, sum praktiskt
skuldi taka sær av samráðingunum
– bæði innanhýsis í samgonguni,
men eisini við andstøðuna.
Samráðingarnar í samgonguni
vóru komnar uppá pláss í fjør, men
eins skjótt og tað frættist, at semja
var fingin í lag, komu útmeldingar
frá samgongulimum um, at tey ikki
tóku undir við semjuni.
Landsstýrismaðurin vendi sær
tá til løgmann og samgonguleiðaran
fyri at vita um semjan í samgonguni
helt.
Hesum kom ongantíð nakað
ordiligt svar uppá, men veruleikin
er, at ongin semja er endaliga gjørd
um nýggju ógina um vinnuligan
fiskiskap – hvørki innanhýsis í sam
gonguni ella millum samgongu og
andstøðu.
Tíðin fer undan
Tað er skjótt ikki meira enn tvey
ár til ein nýggj lóg skal avloysa tað
gomlu.
Kortini er onki sum bendir á, at
nøkur breið politisk semja er á veg.
Formaðurin í Føroya Reiðara
felag hevur sagt, at nú er so stutt til
at nú galdandi lóg fer úr gildi, at illa
ber til at gera eina nýggja, sum fer
at virka frá 1. januar 2018.
Eisini løgfrøðingar eru, sum
halda at tíðin er gingin undan. Tí
í galdandi lóg stendur, at er ongin
nýggj lóg komin í gildi 1. janaur 2018,
so kann landsstýrismaðurin leingja
galdandi lóg við fimm árum.
Hesi fimm árini tulka summir
løgfrøðingar sum, at hetta er
longdin á skiftistíðin, sum vinnan
kann vænta sær.
Aðrir løgfrøðingar siga hinvegin,
at øll hava vitað – eisini vinnan – at
galdandi lóg fer úr gild við árslok í
2017, so hon eigur at hava fyrireika
seg til eina nýggja lóg.
Landsstýrismaðurin við fiski
vinnumálum hevur kort
ini sagt, at okkara høv
uðsvinna eigur at fáa
eitt skotbrá at tillaga
seg eina nýggjari lóg.
Um
tað
eru
fimm ár ella eitt
annað áramál er
tó ikki ásett nakra
staðni.
Tað stutta
av tí langa er,
at samgonguni
miseydnaðist at
skipa fiskivinnuna av
nýggjum.
Nú kemur so val ímill
um áðrenn nakað hendir á
økinum aftur.
1. september verður løgtingsval. Kaj Leo Holm Johannesen fer
at standa á odda í valstríðnum fyri Sambandsflokkin
Nýskipanin av fiskivinnuni bleiv valtrøll hjá samgonguni
Hóast nóg mikið var av tíð, so megnaði samgongan ikki at gera eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap
Formaðurin í Føroya Reiðara
felag hevur sagt, at nú er so
stutt til at nú galdandi lóg fer úr
gildi, at illa ber til at gera eina nýggja,
sum fer at virka frá 1. januar 2018.
Eisini løgfrøðingar eru, sum halda at
tíðin er gingin undan. Tí í galdandi lóg
stendur, at er ongin nýggj lóg komin í gildi
1. janaur 2018, so kann landsstýrismaðurin
leingja galdandi lóg við fimm árum.
Hesi fimm árini tulka summir løgfrøðingar
sum, at hetta er longdin á skiftistíðin,
sum vinnan kann vænta sær.
Aðrir løgfrøðingar siga hinvegin,
at øll hava vitað – eisini vinnan – at
galdandi lóg fer úr gild við árslok í
2017, so hon eigur at hava fyrireika
seg til eina nýggja lóg.
Mynd: Sigmar mørkøre