hósdagur 30. juli 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. juli 2015
sosialurin 86
14
Jóannes Hansen
Líkindini at rógva vóru góð,
tá ið punktum ólavsøkuaftan
varð sett fyri hetta róðrar
árið. At hann var høgur í
ættini bar við sær, at talan
var ikki um mettíðir og so
langt frá tí.
Í tveimum førum vann
annar bátur ólavsøkuróðurin
enn tann, sum var bestur alt
róðrarárið. Í báðum førum
var tað báturin av Tvøroyri,
sum vann FM, men sum ikki
vann á ólavsøku.
Genturnar
umborð
á
Firvaldi kiksaðu í startinum,
tá ið tær beinanvegin vóru
eina
bátslongd
aftanfyri
fremstu bátarnar. Stríðið um
sigurin stóð millum Jallin
og Fípuna Føgru, sum róðu
finalu um silvurmerkini, og
ta kappingina vann Jallurin.
Eingin hótti kortini FM
heitið hjá Firvaldi, sum fyri
fyrstu ferð vann FM í kapp
ingini millum gentubátar.
Tvørabáturin
tryggjaði
sær fyrsta FM heitið á
ólavsøku. Tað sá leingi út til,
at tað skuldi fara at ganga,
sum tað oftast hevur gjørt
fyrr í summar – at Tvøra
báturin fór at vinna – men
tað gekk sum á norðoya
stevnu. Tá vann Páll Fangi í
heimasjógvi. Á Havnarvág
var kappingin millum Páll
Fanga og Tvørabátin ógvu
liga tøtt, og tað eydnaðist
klaksvíkingum at vinna.
Kongarnir úr Klaksvík
Talan
var
um
so
stórt
drama, sum tað neyvan
nakrantíð áður hevur verið,
tá ið 10-mannaførini settu
punktum
fyri
róðrarárið
2015.
Drekin Reyði og Klaks
víkingur lógu borð um borð
og stavn um stavn nógv tann
størsta partin av 901,3 metra
teininum frá Argjalandinum
og framvið Molanum.
Havnarbáturin var væl
við fyrsta partin av teininum,
men tá ið tað mest galt, so
vóru tað bara Drekin Reyði,
sum undan ólavsøku var eitt
stig fremstur, og Klaksvík
ingur, sum vóru førir fyri at
stríðast um sigurin. Stavn
um stavn fram við Molanum
og fram ímóti málinum.
Kanska munaðu tøkini fram
ímóti málinum meiri hjá
Klaksvíkingi, sum fór um
málið reingina undan Drek
anum Reyða.
At Klaksvíkingur vann
ber við sær, at báðir bátarnir
endaðu við sama stigatali.
Ásetingarnar siga, at tá ið
tað stendur á jøvnum, so
er tann meistari, sum er
bestur á ólavsøku, og harvið
er Klaksvíkingur meistari.
Hetta er sætta ferðin, at
Klaksvíkingur er meistari –
2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og
2015.
Undanfarnu árini eru FM
heitini sum oftast vunnin
við stórum stigamuni til
næsta bát. At sigurin er
serliga søtur, tá ið kappingin
er hørð, og at tapið harvið
kennist serliga meint sást
væl, tá ið bátarnir vóru farnir
um málið, og boðini um
úrslitið komu. Eingin endi
var á kætinum umborð á
Klaksvíkingi, meðan mót
støðumenninir vórðu upp
aftur móðari og tyngri á at
líta.
Trettan ferðir
Argjabáturin
Tað varð ongantíð tann
spenningur millum 8-manna
førini, sum undanfarnu kapp
ingar høvdu lagt upp til.
Heiðabáturin og Argjabát
urin høvdu báðir møguleika
at vinna FM, og tað var
Argjabáturin, sum vann.
Longu í fyrsta taki fór
Argjabáturin framum tann
gula innan úr Heiðum, og
síðani
var
spurningurin
bara,
hvussu
stórur
og
sannførandi sigurin fór at
verða. Heiðabáturin megnaði
ongantíð at bjóða av, og tá
ið bátarnir fóru skúmandi
fram ímóti málinum, var
Argjabáturin eina bátslongd
undan Heiðabátinum, sum
aftur var eina bátslongd
undan Kvívíkingi, sum luttók
fyri fyrstu ferð í ár, og sum
var eina bátslongd aftanfyri
Heiðabátin.
Merkisvert var tað, at
Argjabáturin vann FM fyri
trettandu ferð. So ofta hevur
bara ein bátur við monnum
áður vunnið, og tað er
Havnarbáturin.
Fjútan ferðir
Jarnbardur
Kvinnurnar í Knørrafelag
num settu ólavsøkuaftan
met í at vinna meistaraheiti.
Jarnbardur FM fyri fjúrt
andu ferð, og so ofta hevur
eingin bátur áður vunnið.
Í ólavsøkukappingini lut
tóku fýra bátar. Jarnbardur
varð fremstur beinanvegin,
og tað var ongantíð nakar ivi
um, at Jarnbardur fór at
vinna. Herningur hjá Knørra
felagnum
var
ógvuliga
treiskur, og í endaspurtinum
át hann seg eitt sindur inn á
Jarnbard, sum kortini ong
antíð var hóttur.
Erla var best av øllum
Einasti kappróðrarbáturin,
sum í summar hevur vunnið
fult stigatal, er Erla Kongs
dóttir
úr
Fuglafirði
við
kvinnum.
Á ólavsøku vann Erla
Kongsdóttir enn einaferð
ógvuliga sannførandi sigur í
kappingini millum 5-manna
førini við kvinnum. Harvið
hava
tær
úr
Fuglafirði
vunnið 49 stig, og tað er fult
stigatal. Erla Kongsdóttir er
einasti báturin, sum hevur
fult stigatal. Erla Kongsdóttir
við kvinnum var eisini FM
vinnari í fjør.
Kappingin
um
silvur
plássið
var
stór
undan
róðrinum, og talan var eisini
um tætta kapping á Havn
arvág. Tað endaði við, at
Ritan úr Hvannasundi/Norð
depli var klárt nummar tvey,
og Teistin av Argjum var
nummar trý. Harvið vann
Ritan
silvur
og
Teistin
bronsu.
Sílið meistari
á ólavsøku
Tað var lagt upp til finalu
róður um FM millum dreingja
manningarnar, og talan varð
um sanna finalu.
Eina góða løtu vóru tað
Tjaldrið, sum undan róðri
num hevði vunnið bronsu
krónurnar,
og
Sílið
og
Frúgvin, sum kappaðust.
Tjaldrið
dragnaði,
tá
ið
hálvur teinurin var farin, og
so stóð kappingin millum
Frúnna, sum undan ólav
søkuni var eitt stig undan
næsta bátinum, og Sílið.
Sílið stakk drekastevnið
framum Frúnna, men mið
vágsdreingir
vildu
ikki
sleppa. Teir løgdu framat
aftur, og eina løtu stóð tað á
jøvnum. Í sjálvum endas
purtinum vóru teir á Sílinum
drúgvari, og fram ímóti
málinum svam Sílið tað
mesta av einari bátslongd
undan Frúnni.
Sílið vann FM, og tað
var kærkomið hjá Havnar
Róðrarfelag,
sum
harvið
tryggjaði
sær
eitt
FM
heiti. Hetta var níggjunda
FM heitið hjá Sílinum við
dreingjamanning.
Klaksvíkingar vunnu rimmar finalu, Erla Kongsdóttir
var einasti bátur, sum endaði við fullum stigatali, og
Argjabáturin og Jarnbardur settu met í FM sigrum
Meistarar
nir eiga
nógv gull
ólavsøkuróður
Kappróður